Ætlar Høgni at fáa bilbukt við undirskotið við at strika inntøkur á eina milliard?

Kaj Leo Johannesen
------

So komu framtíðarætlanirnar Høgna Hoydal, anstøðuleiðara. Ætlarnirnar eru at seta í verk nøkur av tilmælunum úr Visjón 2015, sum fyrra ABC samgongan tók stig til. Men ætlanin er eisini at niðurlaga inntøkur landsins við 1000 mió. kr. um árið – 2.7 mió. kr. minni um dagin at fíggja framtíðar vælferð. Tí er tað kanska ikki so undarligt, at fjølmiðlarnir ikki spyrja Høgna Hoydal um hendan táttin í politisku ætlanunum hjá honum. Tí tað er so veruleikafjart, at hann ikki kann takast fyri fult í hesum døgum.

Blokkniðurskurður og skattalættar
Blokkniðurskurðurin hjá Fullveldislandsstýrinum hevur higartil merkt 3.8 mia. kr. minni í inntøkum til landskassan, sambært útrokningum frá Fíggjarmálaráðnum. Tað var somuleiðis skeivt av Fullveldislandstýrinum einki at gera fyri at fáa meiri inntøkir ella skerja útreiðslurnar svarandi til niðurskurðin í 2002.
Tað hevur verið tosað um, hvørt tað var neyðugt at geva fólki størri realløn við skattalættunum, sum vóru settir í verk í árunum 1998 til 2008. Fyrra ABC-samgongan gav skattalættar, men samstundis varð inngjaldið til samhaldsfasta eftirlønargrunnin hækkað, og tí vóru skattalækking partvíst tikin innaftur fyri at styrkja um eina av okkara eftirlønarskipanum.
Vit politikkarar hava ábyrgd mótvegis borgarunum og samfelagnum. Men eg taki mær onga ábyrgd av at hava skorið inntøkusíðuna við 3.8 mia. kr. frá 2002. Eg helt tá og haldi tað enn, at tað var ein vanlukkulig avgerð fyri okkara búskap. Hinvegin taki eg fulla ábyrgd fyri at hava givið fólki størri fíggjarligt frælsi við skattalættunum síðani 2004. Og eg taki fulla ábyrgd at hava hækkað inngjøldini til samhaldsfasta eftirlønargrunnin og harvið givið pensjónistunum størri útgjald.
Eg átaki mær ábyrgdina at føra okkara samfelag úr búskaparkreppuni so trygt og snikkaðsleyst sum gjørligt. Men skulu vit skapa vøkstur í samfelagnum og tryggja okkara vælferð eru grundleggjandi broytingar neyðugar innan eitt nú vinnupolitikkin og almenna geiran. Tí er neyðugt við breiðum semjum, sum røkka longri enn eitt samgonguskeið. Eg rætti enn einaferð hondina út til Høgna Hoydal og bjóði til eitt breitt og gevandi samstarv okkara landi at gagni. Søguna kunnu vit ikki broyta – vit kunnu bert læra av henni. Men framtíðina eiga vit øll, um vit hava lív og heilsu.

Fíggjarlógin 2010 og búskaparfrágreiðingin
Almennu rakstrarútreiðslurnar eru vaksnar nógv seinastu nógvu árini og ein tílíkan vøkstur yvir longri áramál klárar neyvan nakað land í heiminum. Tí hevur samgongan sett sær fyri at fáa javnvág í almenna raksturin fyri at tryggja, at vit kunnu varðveita okkara vælferðarsamfelag.
Samgongan hevur framt fleiri fíggjarpolitiskar tillagingar m.a. verður rentustuðulin til sethúsalán niðurlagaður úr 40 prosentum í 35 prosent yvir 5 ár, og MVG-stuðulin til húsabygging verður tikin av yvir 3 ár. Harumframt er nýggja heilsutryggingin sett í verk, og pensjónsnýskipanin verður liðug í næstum. Vit komu tó ikki á mál við øllum teimum ætlaðu fíggjarpolitisku tiltøkunum í 2009. Skal málið um at fáa javnvág í almenna raksturin innan 3 til 5 ár røkast, mugu hesar tillagingar fremjast. Men lat meg gera tað heilt greitt. Ongar av teimum bygnaðarligu tillagingunum, sum landsstýrið arbeiðir við eru sleptar, og málið er, at tær koma í gildið á fíggjarlógini fyri 2011.
Búskaparráðið mælir til, at inntøkugrundarlagið verður breiðkað, at útreiðslurnar verða tálmaðar, og at fíggjarpolitisk tiltøk verða sett í verk, so javnvág fæst í almenna búskapin. Á fíggjarlógini fyri 2010 eru hesi tilmæli fylgd. Vit hava minkað útreiðsluvøksturin úr 7 prosentum niður í umleið 2 prosent, og vit hava breiðkað um inntøkugrundarlagið hjá landskassanum. Játtanin til íløgur er umleið 400 mió. kr., og játtanin er tann størsta nakrantíð, tá ið útbyggingin av flogvøllinum er tikin við.