Fólkatingið leingir og víðkar hjálparpakkar fyri 100 milliardir

Flokkar eru nøgdir við, at virki, sum fáa yvir 60 milliónir í hjálp, ikki mugu gjalda vinningsbýti

Allir flokkar í Fólkatinginum eru í dag vorðnir samdir um at víðka og leingja hjálparpakkar fyri danskan búskap við einum mánaði, so teir nú røkka til og við 8. juli.

Hesum boðar danska fíggjarmálaráðið frá í dag.

Verandi hjálparpakkar, sum millum annað geva virkjum lønarendurgjald fyri starvsfólk, stóð til at ganga út 9. juni, men verður longdur vegna koronakreppuna.

Niccolai Wammen, fíggjarmálaráðharri, er nøgdur við dagsins avtalu.

– Talan er um ein pakka við tiltøkum sum eru stuðul, trygdir og gjaldføri fyri tilsamans umleið 100 milliardir krónur.

– Tað er altso 100 milliardir krónur eyka, sum skulu tryggja enn fleiri arbeiðspláss, segði Nicolai Wammen í eini viðmerking.

Í avtaluni framgongur tað, at loftið fyri, hvussu nógv virki kunnu fáa í endurgjaldi, verður hækkað frá 60 milliónum til 110 milliónir.

Tey virki, sum fáa meira enn 60 milliónir krónur í endurgjaldi fyri fastar útreiðslur í ár, mugu ikki taka út vinningsbýti til partaeigarar ella afturkeypa partabrøv fyri roknskaparárini 2020 og 2021.

Vinstrafromaðurin Jakob Elleman-Jensen hevur fingið hesi tiltøkini fram í ljós, sum nú eru komin í avtaluna.

– Vit hava sagt, at tað má vera javnvág í tí at taka ímóti hjálp og at konsolidera virkið aftaná.

– So hava vit gjørt av, at um tú fært stuðul fyri meira enn 60 milliónir krónur, so skalt tú í roknskaparárunum 2020 ella 2021 ikki brúka skattgjaldarans pengar við vinningsbýti til partaeigarar.

– Um onkur fegin vil gjalda vinningsbýti, so ber til at gjalda landinum pengarnar aftur, og so er lagað manni at gjalda út vinningsbýti, sigur Jakob Elleman-Jensen.

Eisini Pia Olsen Dyhr er nøgd við hendan partin av avtaluni.

Hon er harumframt fegin um, at avtøkan av 225-tíma regluni fyri dagpeningamóttakarar verður longd til 30. juni.

Hetta snýr seg um, at tann sum fær kontanthjálp, sum í eitt ár ikki hevur havt í minsta lagið 225 arbeiðstímar, verður trektur í kontanthjálp.

– Arbeiðsloysið veksur tíverri, og tí eri eg rættiliga fegin um, at vit ikki sleppa teimum arbeiðsleysu upp á fjall, men hinvegin leingja dagpeningaskeiðið og ikki gera tað enn truplari nú, tá tað at kalla er ógjørligt at finna arbeiði, sigur hon í viðmerking.

Pernille Skipper úr Eindarlistanum harmast um, at tað ikki var meiriluti fyri at lata eitt korona-ískoyti til dagpengar til arbeiðisleys.

– Men meiriluti var ikki fyr hesum, og tað haldi eg, fer at vísa at vera ein feilur, tá búskaparkreppa og arbeiðsloysið tíverri tekur dik á seg, segði hon.

Formaðurin hjá teimum Radikalu, Morten Østergaard, er nøgdur við, at avtalan hjálpir smáum sjálvstøðugum og fríyrkisfólki.

Hann fegnast um, at avtalan hjálpir virkjum, »sum skulu skapa framtíðar størvini«.

Millum annað verður eitt búskaparligt tak upp á 350 milliónir krónur til sonevndu boosterskipanina hjá Íverksetaragrunninum, sum er ein stuðul til virki, sum menna framleiðslu og tænastur, sum styrkja kappingarevnið.

– Tað er avgerandi stig ímóti, at tann heilsukreppan, vit nú stríðast við, ikki verður ein long búskaparliga kreppa, sigur Morten Østergaard.

Hetta skrivar tíðindastovan Ritzau í kvøld.

Vinnan í Føroyum kann bara hyggja við stórum eygum, hvussu stjórnir í grannalondum spenna trygdarnet undir vinnulivið til tess at varðveita arbeiðspláss.

Í Føroyum tykist hesin vilji ikki vera til í politisku skipanini, tó at fleiri vinnufyritøkur stúrtbløða í hesum døgum.

Partarnir á arbeiðsmarknaðinum í Føroyum hava tikið stórt stig at veita arbeiðsfólki, sum eru send heim, partvíst lønarendurgjald.

Ein hjálparpakki er samtyktur, sum skal hjálpa smáum virkjum. Men hóast tað eru tvær vikur síðani í dag, at Løgtingið samtykti lógina, so hevur vinnulívið einki frætt um tað enn.