fyri, at feløg sjálvi kunnu bjóða seg fram at gera kanningar í føroysku undirgrundini eftir sonevnda open-door princippinum. DONG Energy bjóðaði seg fram, og fekk tá avtornaði eisini loyvi at fara inn [...] Føroyum. - Hetta vísir, at avgerðin um at lata økið upp var røtt. Nú DONG Energy er komið inn í hetta økið eftir open-door princippinum fara Vinnumálaráðið og Jarðfeingi aktivt at marknaðarføra føroyska [...] føroyska landgrunnin í eini roynd at fáa onnur oljufeløg at bjóða seg fram, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum. Hoyr samrøðu við Johan Dahl her:
løtu síðani, at hann heldur, at landsstýrismaðurin við innlendismálum hevur handfarið málið um tunnilin sera illa. - Landsstýrismaðurin hevur spælt solospæl, og eg vóni hann dugir at síggja, at hetta málið [...] av ov stórum týdningi til, at hann kann halda fram við at fjala upplýsingar frá politisku skipanini, sigur Jákup Mikkelsen. Hann heitir í tí sambandi á Kára P. Højgaard um at leggja fram allar upplýsingar [...] maríið frá landsstýrismanninum hevur skapt óneyðugar gitingar av øllum slag, og tí skilji eg ikki, at landsstýrismaðurin ikki leggur allar upplýsingarnar fram fyri politisku skipanini í trúnaði. Tað sigur
Á Politistøðini verður sagt, at fyrsta kvøldið í Klaksvík fór framvið, uttan at løgreglan hevði stórvegis at gera. Hóast talan helst var um størstu hóskvøldsfjøldina, sum nakran tíð hevur verið á Summar [...] frá løgregluni var nóg mikið, soleiðis at tónleikurin varð skrúvaður niður. Í Havn varð ein bilførari tikin fyri at koyra við kenning, so hesin noyðist nú helst at lata koyrikortið frá sær. [...] vakthavandi at siga. Fullabrumma er longu flutt til Klaksvíkar, og í so máta var teinurin ikki so langur, tá tann eini festivalgesturin hevði fingið nakað nógv, og tí ikki var førur fyri at vinna vegin
Í Mentamálaráðnum arbeiða tey við eini ætlan um at taka rættin til at senda lýsingar frá Kringvarpinum. Samstundis er ætlanin, at kringvarpsgjaldið skal verða undantikið MVG. Tað sigur Bjørn Kalsø í samrøðu [...] ólavsøkufrágreiðingini segði løgmaður, at »til tess at tryggja Kringvaprinum ein effektivan rakstur, samstundis sum privatu miðlarnir eisini skulu hava umstøður at virka, verður fíggjarliga grundarlagið [...] samrøðu við Sosialin – www.sos.fo. Hetta merkir, at Kringvarpið missir lýsingarinntøkurnar, men samstundis at stovnurin fær 25 prosent meira inn í kringvarpsgjaldi, tí so fær Kringvarpið eisini tey 25
vit eiga at seta okkum sjálvum, legði hon afturat. Tí fegnast hon um ætlanina hjá samgonguni at taka upp samstarv við vinnuna at útgreina, hvørjum útbúgvingum tørvur er á í Føroyum. - Vit eiga at ansa eftir [...] eftir, at vit ikki brúka nógvar pengar og ov langa tíð upp á at yvirútbúgva fólk. Vit skulu heldur útbúgva fólkið til tað, vit liva av, heldur hon. [...] Í Føroyum mugu vit ansa eftir at vit ikki útbúgva okkum ov nógv og ov skeivt. Tað heldur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, tingkvinna fyri Fólkaflokkin og forkvinna í Rættarnevndini hjá Løgtinginum. Hon
Nú bíða vit bara eftir, at ítróttarfólkini koma, og vit eru sera fegin um, at tey verða fleiri, enn vit høvdu væntað, tí tað er jú dýrt at koma higar. Tað sigur Paul Scope, sum umboðar vertsoynna Bermuda [...] fegin um, at Føroyar koma ta longu leið við so stórari manning. Okkum dámar væl hugsunarhátturin hjá Føroyum, at taka eitt seks ára tíðarskeið undir einum, tí fyri tað um Bermuda er dýrt at koma til, [...] so kostaði tað munandi minni at fara til Isle of Wight síðst og so at fara til Jersey aftur í 2015, sigur hann. Føroyski hópurin til Oyggjaleikirnar á Bermuda fer av landinum í morginári. Sjálvir leikirnir
næstum at lýsa fyrrverandi pávan, Jóhannus Páll II, halgimenni. Hann doyði í 2005, 84 ára gamal, og er tann pávin, sum hevur sitið næstlongst. Italskir miðlar vita at siga, at avgerð er tikin um at lýsa [...] er komið eftir, at hann gjørdi ikki bara eitt undur, men tvey, og júst tvey undur skulu til, um nakar skal kunna lýsast halgimenni. Ein bólkur av kardinalum og biskupum vil vera við, at seinna undrið enntá [...] vera hent tann 1. mai í 2011 sama dag sum fyrrverandi pávin varð lýstur sælur at vera. Í báðum førum snúgva undrini seg um, at sjúkar kvinnur eru blivnar frískar uttan nakra vísindaliga frágreiðing. Nú
– Nú bíða vit bara eftir, at ítróttarfólkini koma, og vit eru sera fegin um, at tey verða fleiri, enn vit høvdu væntað, tí tað er jú dýrt at koma higar. Tað sigur Paul Scope, sum umboðar vertsoynna Bermuda [...] fegin um, at Føroyar koma ta longu leið við so stórari manning. – Okkum dámar væl hugsunarhátturin hjá Føroyum, at taka eitt seks ára tíðarskeið undir einum, tí fyri tað um Bermuda er dýrt at koma til, [...] so kostaði tað munandi minni at fara til Isle of Wight síðst og so at fara til Jersey aftur í 2015, sigur hann. Føroyski hópurin til Oyggjaleikirnar á Bermuda fer av landinum í morginári. Sjálvir leikirnir
Tað hevur gingið upp á stás at umvæla og klassa Smyril síðani hann fór í dokk. Tað hevur gingið so mikið væl, at alt talar fyri, at hann verður í sigling aftur longu um eina viku. Conrad Gaard Joensen [...] Joensen, rakstrarleiðari á Strandferðsluni, sigur, at ætlanin er at fáa Smyril úr aftur dokkini sunnumorgunin. Síðani skulu ymsar skipanir roynast og gongur, sum ætlað, verður farið úr Danmark aftur mitt í næstu [...] næstu viku. - Sum tað sær út nú, miðja vit eftir at hava Smyril aftur í sigling næsta fríggjadag, ella leygardag, sigur rakstrarleiðarin. Hann sigur, at veðrið hevur verið til vildar, so hvørki málingaarbeiði
felags makrelstovninum og útlitini til, at nøkur semja fæst um makrelin fyri 2013 eru ógvuliga smá. At semja ikki er um býtið av makrelinum, merkir eitt nú, at Føroyar og Noreg onga sínámillum fiskiveiðiavtalu [...] vtalu hava. Tað merkir aftur, at føroysk skip ikki sleppa at fiska í norskum sjógvi í Barentshavinum - og soleiðis sleppa norsk línuskip heldur ikki í føroyskan sjógv at fiska. Myndin er tilvildarlig. [...] Mikudagin fara strandalondini aftur at fundast um býtið av felagsstovnunum av sild og svartkjafti. Á fundinum, sum verður í London, verður enn einaferð roynt at finna semju um býtið av hesum tilfeingi