GÍ-FS Vágar 2-3
GÍ hevði leygardagin møguleikan at tryggja sær fyrsta plássið í bólki 3 í kappingini um løgmanssteypið. Ein sigur á heimavølli móti felagsliðinum úr Vágoynni, hevði viðført, at gøtumenn høvdu tryggjað sær fremsta sessin, hóast teir enn hava ein dyst eftir at leika.
Tað var helst eisini væntandi, at gøtumenn skuldu halda øll stigini eftir í Gøtu. Ikki tí, FS Vágar hevur longu prógvað, at teir kunnu gerast tungir at syfta hjá hinum feløgunum, men kortini er munur á teimum úrslitum, sum liðini bæði hava havt í nítiárunum. Fyri FSV hevði eitt tap heldur ikki gjørt tað stóra, tí longu undan dystinum var greitt, at teir í øllum førum skuldu endað millum teir báðar bestu trýararnar í bólkaspælinum, og sostatt var víðari luttøkan longu tryggjað, áðrenn farið varð á vøllin leygardagin.
Málrok í seinna hálvleiki
Kanska var tað júst hetta, sum gjørdi, at vágamenn kundu spæla somikið frígjørt, sum teir í veruleikanum gjørdu.
Fjálturin á leikarunum var ikki hin stóri, og beinanvegin var greitt, at gøtumenn í øllum førum ikki skuldu vænta sær at fáa stigini til gávu.
Fyrri hávleikur kastaði einki mál av sær, men stutt inn í seinna hálvleik eydnaðist tað at leggja seg á odda við einum skotið frá liðskiparanum, Magna Jarnskor. Leiðslan helt sær í góðar tíggju minuttir, so hevði John Johansen javnað fyri vágamenn, og nakað seinni eydnaðist tað Jack Johansen at leggja vágamenn fram um.
Løtu seinni var Magni tó aftur upp á spæl, og hann fekk aftur skapt javnvág, soleiðis at støðan nú var 2-2.
Sostatt var líkt til, at dyturin skuldi enda við javnleiki, men tá einir 10 minuttir vóru eftir av dystinum fingu vágamenn brotsspark. John takkaði fyri møguleikan, og við seinasta málinum í dystinum trýstið hann felagsliðið upp á ovastu rók í bólkinum.
Úr Gøtu frætta vit annars, at talan ikki var um slíkan dyst, sum verður festur í minnið. Yvirhøvur var leikferðin lág, men samanumtikið skilst kortini, sigurin hjá vágamonnum var í lagi.
Gerast tveyarar
Hóast teir sostatt eru á fremsta sessinum í løtuni, so er longu nú greitt, at vágamenninir mugu taka til takkar við øðrum plássinum í bólkinum. HB og Gí hava enn ein sínámillum dyst at avgreiða, og avgerin um fremsta plássið í bólkinum fellur í hesum dysti. Ein sigur til HB merki, at teir gerast fremstir í bólkinum, meðan javnleikur ella GÍ sigur hevur við sær, at tað verður GÍ, sum verður nr. 1.
Undir øllum umstøðum gerast vágamenn tveyarar í bólkinum, og uttan at niðurgera vágamenn, so er hetta helst eitt úrslit, sum teir eru væl nøgdir við, havandi í huga at teir hava verið í bólki saman við liðunum, sum gjørdust ávíkavist nummar tvey og fýra í landskappingini undanfarna kapingarár.
GÍ-FS Vágar 2-3 (
1-0 Magni Jarnskor 51.
1-1 John Johansen 63.
1-2 Jack Johansen 70.
2-2 Magni Jarnskor 73.
2-3 John Johansen (br.) 80.
GÍ:
Sunnvard Joensen - Leivur Hansen, Bartal Eliasen, Áslakur Petersen, Súni Olsen - Magni Jarnskor, Jóan Petur Olsen, Helgi L. Petersen - Rúni Justinusen, Óli Hansen, Hans Pauli Petersen
FS Vágar:
Remi Mikotionis - Emil Hentze, Pól Kjartan Thomsen, Zilva Zudis, Jack Johansen - Sonni Johansen, Jóhannus Olsen, Ari Thomassen, Tór Ingar Akselsen - Birgir Joensen, John Johansen
Dómari: Jens Petur Brattalíð