Betri fíggjarstýring

Í dag ? dag Sameindu Tjóða ? eru 4 vikur til kommunuval verður, og valevnini gera nógv burturúr, bæði við skriving í bløðunum og á alnótini. Hetta er eisini galdandi fyri nógv av teimum, ið eru uppstillaði til býráðsvalið í Klaksvík.

Karl Heri Joensen

býráðslimur



Fleiri av valevnunum koma við háfloygdum tonkum og gyltum lyftum, samstundis sum eftirmetingar verða gjørdar av farna valskeiði.

Fólkafloksleiðsla

Fólkaflokkurin hevur seinastu 20 árini sitið við leiðsluni, undantikin er setan frá 1989 til 1993. Fráboðanin hjá flokkinum nú uppundir valið er, at teir stevna beinleiðis eftir formanssessinum til komandi setu.

Felags fyri tey bæði 8 ára tíðarskeiðini, Fólkaflokkurin hevur havt leiðsluna er, at bæði hava verið búskaparligar uppgangstíðir sum sjálvdan áður. Felags hevur eisini verið, at hóast inntøkan so at siga hvørt einasta ár setur met, og er størri enn tað roknað hevur verið við, so hevur kommunan ongan tøkan pening.

Gylt lyftir

Tað hevur áður eydnast Fólkaflokkinum við gyltum lyftum til borgarnar at fingið stóra undirtøku til valini. Dømi eru: Útstykkingar, vegagerðir, góðshavn, útbygging av Ósaskúlanum, mentanarhús, heilsumiðstøð, høvuðsumvæling av svimjihøllini o. a. Fleiri ferðir hava vít hoyrt í fjølmiðlunum, at nú verður farið undir hetta arbeiði ella hitt, men onki verunligt hevur komið burturúr. Treyðugt so, ? uppundir val eru altíð nakrar rembingar.

Nógvir borgarar undrast á, at tað sást so lítið til ta met stóru inntøku kommunan hevur havt seinastu árini. Tað tykist ikki vera samsvar millum stabbamyndirnar í Norðlýsinum, og tað sum sást, at borgarin fær fyri pengarnar. Hvat kann so verða orsøkin.

Stríðast við 80-ini

Vit stríðast framvegis við lántøkuna frá 80-unum. Í 1989 hevði kommunan eina skuld uppá 227 mill. kr., ov við árslok 120 mill. kr. Hesi seinastu 12 árini hevur komman, ? og tað er skattaborgarin, ? goldið kr. 250 mill. kr. bara í rentum, ? jú tygum lósu rætt, ? og tað skulu nógvar 10?tals miljónir gjaldast í rentuútreiðslum afturat, áður enn skuldin er burtur. Lántøkan í 80-unum kemur, áðrenn hon er niðurgoldin, at trykkja skattaborgaran í minsta lagi eini 20 ár. Hugsi tykkum hvat vit kundu útbygt býin fyri upp gjøgnum 90-ini fyri hesar yvir 350 mill. kr., ið er goldið í rentum og avdráttum.

Ein stórur partur av tí, sum borgarin hevur rindað í skatti, er farin til lánsgjøld. Okkurt árið eru uml. 45% av kommunuinntøkuni farin til lánsgjøld, og seinastu árini er parturin uml. 30% av inntøkuni. Tað hevur tí verið sera trupult at fylgt við tíðini í nútímansgerð av býnum, og eru vit tí í dag eftirbátar á nógvum økjum.

Met høgur rakstur

Fólkafloksleiðslan í býráðnum hevur áður ikki verið smæðin, at átala ta bólnandi almenna virksemi á landspolitiskum plani, men rokniskapartølini vísa at onki mætari er í Klaksvíkar kommunu.

Nevnast kann, at raksturin á fíggjarætlanini ár 2000 og ár 2001 hækkar frá 36 mill. kr. til 46 mill. kr., ið er ein vøkstur uppá 28%. Tá er ikki settur peningur av til óvæntaðar útreiðslur, og onki avlop er á fíggjarætlanini.

Betri fíggjarstðring

Fleiri ferðir havi eg, á býráðsfundum, víst á, at neyðugt er við betri fíggjarstýring, og at neyðugt er at kommunan hevur ein ávísan likviditet, men tað tykist ikki sum at leiðslan skilur hvønn týdning hetta hevur.

Vit eru nú komin inn í eitt nýtt ártúsund, og er tað mín vón, at hetta eisini skal vera byrjanin til eitt tíðarskeið hjá Klaksvíkar kommunu har tað verður samsvar millum fíggjarorku og útreiðslur. Sum politikari hevur tú skyldu til at veita borgarunum mest møguliga úrtøku fyri hvørja goldna skattakrónu.

Sjálvstýrisflokkurin fer framhaldandi at taka undir við góðum verkætlanum, men síggjast má í eyguni, at alneyðugt er við prioriteringum frá politiskari síðu, um borgarin skal fáa sum mest burturúr hvørjari skattakrónu.