Jamen, tað eitur jú umboðsmaður í øllum grannalondum, so hví ikki hjá okkum við? Men til tað er at siga, at tá ið parlamentariskir umboðsmenn í okkara grannalondum eru settir á stovn, hevur hetta verið í eini tíð, tá ið tað var óhugsandi, at nøkur kvinna kom upp á tal til starvið, og tá er tað ikki so løgið, at navnorðið hevur verið lagað til kallmenn.
Herheima gera vit okkum hinvegin tankar um hetta starv í ár 2000, tá tað eins væl kann verða talan um eina kvinnu, sum verður sett í hetta starv, og tí er spurningurin um heitið á hesum starvi ikki heldur átti at verið løgtingsins umboðsfólk ella bara løgtingsins umboð.
Málið, vit tala, er eitt úrslit av tí tíð, vit liva í: ? Man tað ikki eita sjúkrasystir, vaskikona, seymikona, ljósmóðir ella jarðamóðir júst tí, at tá ið hesi navnorðini eru vorðin til, tá var tað so sjálvsagt, at hesi størv vórðu mannað við kvinnum, og tí var onki galið í at enda orðini við systir, kona ella móðir.
? Eins sjálvsagt var tað, at størv sum løgmenn, løgtingsmenn, formenn, grindamenn, sjómenn ella timburmenn vórðu mannað við monnum, og tí varð endin á hesum størvum maður
Arbeiðsbýtið millum kvinnur og menn, sum eyðkendi tíðina, sum farin er (og sum fyri ein stóran part framvegis ger tað), var góð orsøk til at navngeva, sum gjørt var. Málið, vit tala, er jú eitt úrslit av tí tíð, vit liva í.
Arbeiðsbýtið millum kvinnur og menn er hinvegin ikki so uppbýtt ár 2000, sum tað t.d. var ár 1900, og tí setir tað eisini øðrvísi krøv til navngeving nú á døgum, - serliga tá ið talan er um nýggj størv sum í hesum føri: løgtingsins umboð.
Maður merkir fólk
Hetta, at maður upprunaliga merkir fólk, verður vanliga nýtt sum grundgeving fyri at enda heitið á størvum við -maður, tí so verða kynini bæði vard. Tað er rætt at maður upprunaliga merkir fólk; og í talaða málinum - enn tann dag í dag - verður maður eisini uppfatað sum verja fyri bæði kynini t.d. tá ið vit nýta maður í hvørsfalli til dømis: Millum manna /Manna millum / Hoyri ikki manna mál / Báturin varð mannaður við kvinnum osfr.
Men í flestu førum verður orðið maður, bundið við kallmenn, sjálvt um orðið upprunaliga eisini umfatar kvinnuna. T.d.ivast ongin í hvat kyn talan er um, tá ið vit tosa um mannfólk ella um menn.
Um vit tvíhalda um, at maður framhaldandi merkir fólk, tvs at at teir bæði kunnu verða maður og kona er tá ikki vandi fyri, at maðurin gert kynsleysar?!
Spillir navnið ongan?
Venda vit viðgerðina á høvdið og koyra menn afturum kvinnuheitið, so kundi ein setningur so hóskandi itið:
? løgtingskvinnurnar Edmund Joensen, Torbjørn Jacobsen og Hendrik Old atkvøddu ímóti ella
? landsstýriskvinnan Finnbogi Arge umsitur samferðslu
Tá hugsi eg, at ikki bara mállæran, men eisini samleikin hevði gjørt ein vørr.
Tað verður ofta hildið av teimum, sum hava tað øvugta sjónarmiðið, at hetta sum borðreitt verður við her er undirlutakent, hysteriskt, (sum onkur kallaði tað í bløðunum herfyri), men hví ikki verða so mikið at sær komin, at bera góðar grundgevingar fram, sum siga, hví tað ikki kann eita løgtingsins umboð ella løgtingsins umboðsfólk heldur enn -maður. Hevði tað ikki verið meiri fólkaligt ella mansligt?!
Annita á Fríðriksmørk