3-meturkastið skal takast. Sum oftast hevur tað ikki so nógv at týða, og tað verður so at siga aldrin skorað upp á tað kortini, tí hitt liðið setir allar sínar spælarar í ein múr. Hesaferð hevði seinasta [...] hjá einum KÍF-ara og fór í málið! Ein dramatiskur endi upp á ein dramatiskan dyst, har KÍF tíðliga í seinna hálvleiki misti ein av sínum bestu spælarum, Allan Mørkøre, sum kom út fyri einum ógvusligum óhappi [...] tá so Óla Kristian Djurhuus stóð væl í KÍF-málinum, var borðreitt til enn eina sensatión av KÍF. Sum so var javnleikur eisini eitt slag av sensatión (hóast KÍF vann fyrra dystin móti H71), men sum dysturin
Havi tað sum eri eg 18 ár ? Verður árið í ár títt seinasta við H71? ? Tað kann eg sjálvandi ikki siga við vissu, sum nú er. Eg kann ongantíð siga nakað um næsta ár ? ein telefon, sum ringir, kann broyta [...] mær at koma til Føroyar eitt vikuskifti bara at práta saman, og at enda hugsaði eg sum so, at ok, eg havi ongantíð verið í Føroyum, so hví ikki royna tað, bara til stuttleika. Tað var í august 1996, at [...] Høvuðsorsøkin til hesa framgongdina man vera júst Hans Guðmundsson, sum hevur lyft H71-liðið upp á sama støði sum eitthvørt annað lið í deildini. Besta dømið um hetta er sum nevnt steypasigurin í fjør, og í
beinraknari framleiðslu er, at tað er ikki bara stjórin, sum skal gera ?tonkiarbeiðið? og flyta tað niður í hendurnar á arbeiðsfólkinum. ? Í beinraknari framleiðslu er tað ein avgerandi táttur, at alt heilavirksemið [...] samráðingarnar á Alf Ross, sum er faðirin at heimastýrislógini, tí hann er so mikið greiður, at hansara sjónarmið er væl brúkilig enn. Hinvegin dugir hann ikki at síggja, at nakað sum helst avgerandi er at [...] og framtíðarstøða Føroya eru ein so stór avbjóðing, at eg fekk hug at lýsa ymisk mál í hesum sambandi. M.a. sigur hann, at í bókini skjalprógvar og lýsir hann ymisk mál, sum ongantíð fyrr hava verið frammi
skipaður soleiðis, at hann kann loysa neyðugar samfelagsuppgávur so effektivt sum møguligt við grundarlag í tí tilfeinginum, sum føroyska samfelagið megnar. Vit hava kortini ein upplagdan møguleika fyri [...] í eini eins nágreiniligari viðgerð sum kommununevndin hevur gjørt á skattaøkinum. Tað er m.a. eitt sindur torført at skilja, hví pensiónsøkið ikki eins væl kann leggjast út til kommunurnar, sum forsorgarøkið [...] verður hevjað upp til ein almennan sannleika, sum spurnartekin ikki kann setast við. Stutt sagt, verða marknaðir skaptir av livandi menniskjum og ikki ósjónligum hondum. Tað finnst ikki ein marknaður, men óteljandi
Tað er ikki ein tilvildarligan drong, hann nevnir, men ein sum er líka so nógv uttan fyri felagsskapin sum hann sjálvur. Høgni skákar sær undan við at finna ein, hvørs støða er líka veik sum hansara, men [...] haturfuglarnar«. (Her verður orðið haturfuglur brúkt í skeivari merking. Ein haturfuglur er ikki ein, sum happar, men ein, sum verður happaður). Lýsingarnar av tí kroysta Høgna eru frálíkar, hvussu hann [...] skúla. Harmur og tregi Ein dagin, tá ið teir rógva fram undir at geva honum skyldina fyri ein deyðan kettling, kennir hann seg so kroystan, at hann nevnir navnið á einum øðrum drongi, sum í sínum lagi verður
eitt ljós fyri teirra kæru. - Hetta er so ræðuligt, sum eingin kann ímynda sær. Eg kenni eina familju, ið hevur mist dóttrina, sum var 14 ár. Tey eiga eisini ein sjey ára gamlan son. Foreldrini tordu ikki [...] hetta arbeiðið, at knappliga kann ein seðil liggja á borðinum sum sigur, at ein ólukka er hend og eg má hjálpa til. Tað skilja synirnir hjá mær, sigur Jutta Kjærbeck. Sorgin er eins - Tú kemur aldri yvir sorgina [...] verður ein ein positivur persónur. Í august mánaða kom eg í samband við eini foreldur, sum mistu barn teirra í eini traktorvanlukku og so hugsaði eg, at hesi skuldu hitta eini onnur foreldur, sum eisini
mánaðinum varð tað samtykt. Hetta kann sigast vera stórt avrik, ið avgjørt fer at gagna føroyska málinum um vit duga at gera gagn av tí. - Vit bygdu uppskotið á eitt álit, ið ein arbeiðsbólkur hevði gjørt, har [...] tey uppskotið fram í felag. - Óroyndur sum eg var rendi eg meg beinanvegin í mannagongdina, sum verður brúkt. Eg fekk at vita, at tað er ikki tradisjón fyri, at ein sosialdemokratur leggur uppskot fram saman [...] Petersen. Í Norðurlandaráðnum er ein sokallað trílandaregla, ið merkir, at um trý lond kastað saman um eitt uppskot, kann stuðul útvegast til natiónal uppskot. Og tað var hetta sum var gjørt í sambandi við uppskotið
nakað sum helst. Vit yvirliva ikki fleiri ára seigpíning afturat. ? Tað, sum er so ótrúliga neyðugt, er, at skuldin verður sanerað beinanvegin , so at fólkið í teimum ringast staddu kommununum sær ein glotta [...] tað er, at tær smáu kommunurnar, sum bara eiga ein lítlan brotpart av kommunala kreppulánsgrunninum, skulu geva teimum stóru kommunumun, sum eiga næstan allan grunnin sum hann er, harraboð um framtíðina [...] stórur parturin hjá landskassanum skal vera. ? Men tað eru ikki meiri enn 10-12 milliónir, sum skilja partarnar. ? Hetta hevur so lítið uppá seg, at tað er ongin sum helst ivi um, at Býarfelagið og Landsstýrið
longur fiskur, sum vit skulu leita eftir, og sum er treytaður av veðri og vindi. ? Tí er alivinnnan blivin meiri ein ídnaður enn ein fiskivinna. ? Hetta er ein nýggj vinna og eitt bein, sum føroyska ikki [...] besta trygd var, at føroyingar skuldu altíð eiga 51%. ? Og tann, sum eigur 51% fer aldrin at lata tann, sum eigur 49% gera nakað, sum kann skaða felagið, segði Finnbogi Arge. Tvey undantøk Landsstýrismaðurin [...] fyri bara 10-15 árum síðani. Hann vísti á, at í fjør útflutti alivinnan fyri 484 milliónir. Og sum útlitini eru, verður talan um ein munandi vøkstur, tí tey næstu tvey, trý árini, verður talan um ein útflutning
Tað gjørdu vit hinvegin við Javnaðarflokkin - hóast vit funnist so harðliga at honum, men sum við ein íð hóast alt stendur á somu síðu sum ein sjálvur. Hetta var aðalmunurin tá - og er tað enn í dag - at [...] stendur undir. Hetta sitatið ætlar hann so skal negla meg sum svíkjara móti egnum sosialistiskum idealum. Kjarnin í hesum sitati eins og í allari oddagreinini er ein harður kritikkur av víkjandi politikki [...] Framanum, sum eg í nógv ár skrivaði í og gav út saman við nógvum øðrum góðum fólki. Har hevur hann í einum 20 ára gomlum Frama funnið eitt sera langt og drúgt brot úr eina oddagrein, sum eg kann hava skrivað