? Vit hava brúk fyri útlendskum kapitali í føroysku alivinnuni.
?Men tað er heilt ómøguligt at forða fyri at tað verður misbrúkt.
Hósdagin var føroyska alivinnan í brennideplinum. Í hvussu so er á Føroya Løgtingi.
Finnbogi Arge, landsstýrismaður í vinnumálum, hevur lagt uppskot fyri tingið um at geva útlendingum rúmari ræsur í føroysku alivinnuni.
Higartil hava útlendingar kunnað átt upp til 33% í føroyskum alibrúkum.
Men nú vil landsstýrismaðurin hava, at útlendingar skulu kunna eiga upp til 49% av føroyskum alibrúkum.
Málið varð fyri í tinginum í gjár, har tingmenn brúktu næstan tríggjar tímar uppá at tosa fyri og ímóti nýggjasta táttinum í alipolitikkinum hjá landsstýrinum.
Nógvir tingmenn eru ógvuliga ivingarsamir um at loyva útlendingum meiri uppí føroysku alivinnuna.
Ikki minst stúrdu teir fyri, at kunnu útlendingar eiga 49% í alivinnuni, kunnu teir altíð fáa stráðmenn at hjálpa sær til at fáa reinan meiriluta.
? Aðrir tingmenn vísti á, at tað bar til at finna hol í lógina, so at útlendingar í veruleikanum fingu avgerðarrættin í alivinnuni ígjøgnum holdingfeløg og ymisk partafeløg.
Kunnu ikki forða fyri misbrúki
Landsstýrismaðurin royndi eftir bestu evnum at verja sína ætlan.
Og hann skilti væl óttan hjá nógvum tingmonnum fyri, at lóggávan ikki var nóg sterk til at forða fyri misbrúki.
? Tað er heilt ómøguligt at forða fyri, at lógin verður misbrúkt.
? Og tað er ongin munur á, um útlendingar eiga 33% ella teir eiga 49%.
Finnbogi Arge segði, at tað er ómøguligt at tryggja okkum ímóti, at ikki undirhondsavtalur verða gjørdar.
? Vil nakar bróta lógina er onki, sum vit kunnu gera fyri at forða tí.
Hinvegin segði hann, at verður tað uppdagað, fellur hamarin og tað er tað, vit skulu hava hesa lógina til.
Hann vísti eisini á, at landsstýrið fór at fylgja við ognarviðurskiftunum og at tað fór ikki at bera til at fáa sær meirilutan í alivinnuni ígjøgnum holdingfeløg og líknandi.
Somuleiðis vísti hann á, at okkara besta trygd var, at føroyingar skuldu altíð eiga 51%.
? Og tann, sum eigur 51% fer aldrin at lata tann, sum eigur 49% gera nakað, sum kann skaða felagið, segði Finnbogi Arge.
Tvey undantøk
Landsstýrismaðurin í vinnumálum vísti annars á, at útlendingar kunnu seta akkurát so nógvan kapital í føroyskt vinnulív, sum teir vilja - uttan í alivinnuna og í fiskivinnuna.
? Hetta er fullkomiliga í samsvari við altjóða rákið, at kapitalur, vørur og fólk skulu hava frítt at ferðast.
Í fiskivinnuni er stór, politisk semja um, at her skulu føroyingar hava avgerðarrættin, tí her er talan um okkara náttúruríkidømi, sum vit eru ógvuliga bundin av.
? Hinvegin hevur tann vaksandi, útlendski áhugin fyri føroysku alivinnuni, gjørt, at løgtingið avgjørdi at javnseta alivinnuna og fiskivinnuna, tvs, at útlendingar skuldu heldur ikki kunna eiga meiri enn 33% í alivinnuni.
Útflytir fyri hálva milliard
Finnbogi Arge helt ikki, at alivinnan og fiskivinnan kundi rættiliga samanberast.
?Í dag er alivinnan 20% av okkara útflutningi. Tað vil siga, at 20% av okkara útflutningi er stýrdur. Tað er ikki longur fiskur, sum vit skulu leita eftir, og sum er treytaður av veðri og vindi.
? Tí er alivinnnan blivin meiri ein ídnaður enn ein fiskivinna.
? Hetta er ein nýggj vinna og eitt bein, sum føroyska ikki hevði at standa á fyri bara 10-15 árum síðani.
Hann vísti á, at í fjør útflutti alivinnan fyri 484 milliónir.
Og sum útlitini eru, verður talan um ein munandi vøkstur, tí tey næstu tvey, trý árini, verður talan um ein útflutning uppá 750 milliónir. Og um uppaftur nøkur ár verður útflutningurin í alivinnuni tvífaldaður.
yvirskotið drívur verkið
Finnbogi Arge segði, at spurningurin er nú, hvat skal til fyri at tryggja framhaldandi vøkstur í útflutninginum.
? Skulu vit tosa um fullveldi er tað ein treyt, at vit finna nýggjar vinnur.
? Men tað skal vera vinnur, sum geva eitt munandi avkast, tí fiskivinnan gevur alt ov lítið.
? Tað, sum vit hava brúk fyri eru øki, har tann føroyski íleggjarin kann fáa eitt avkast, heldur enn at plasera pengarnar í ein steindeyðan Føroya Banka, segði vinnumálaráðharrin.
?Og hann helt, at í hesum sambandi kundi alivinnan verið ein hjálp.
Men treytin fyri at fáa alivinnuna at mennast, er kapitalur og vitan.
Útlendingar kunnu bæði geva okkum kapital og vitan.
Finnbogi Arge skilti ikki óttan hjá nógvum tingmonnum fyri, at kemur ov nógvur útlendskur kapitalur í fiskivinnuna, so fer yvirskotið eisini av landinum.
? Sjálvandi er tað avkastið, sum drívur verkið. ? Ongin ger íløgur í eina vinnu, sum ikki kastar nakað av sær.
Tí dugdi hann slett ikki at síggja nakað negativt í at vinningurin fór av landinum til íleggjararnar.
? Tað er tað góða. Tí er nakað avkast at senda av landinum merkir tað, at tað var tann rætta íløgan.
? Men vit skulu minnast til, at áðrenn vinningur kann sendast av landinum skal peningur vera til rentur avskrivingar o.a.
? Og tað er er eisini lítið sannlíkt at eigararnir fara at lutað yvirskotið sundur. ? Tvørturímóti fara teir uttan iva at brúka yvirskotið til at styrkja felagið, tí so fer felagið at kasta enn meiri av sær seinni, tí so verða útlit til, at færri rentur verða at betala.
? Hinvegin er vanligt at luta ein prosentpart av partapengunum sundur til eigararnar.
Hann vísti eisini á, at hetta snýr seg um at skapa arbeiðspláss.
? Og fyri hvørt arbeiðspláss vit t.d. skapa í alivinnuni, skapa vit fleiri arbeiðspláss aðrastaðni í samfelagnum.
Tó helt hann, at vandi var sjálvandi altíð fyri, at vit fingu íleggjarar til Føroyar, sum bara vóru úti eftir at tøma feløgini.
? Men tað eru ikki slíkir íleggjarar, sum higartil eru komnir uppí føroysku alivinnuna, legði hann afturat.
Les annars aðrastaðbi í blaðnum, hvat tingmenn hildu um málið.