um støðuna hjá djúpvatnstrolarunum. Hann metir tó, at aðrir møguleikar skulu kannast fyrst, áðrenn farið verður undir at veita rakstrarstuðul til hendan skipabólk. Hann upplýsti, at tankar vóru frammi um [...] og neyðugt verður at endurnýggja ella gera stórar íløgur í hendan flotan í næstu framtíð, fyri at hann kann halda fram at royna á djúpum vatni. Má ikki tvingast inn Javnaðarflokkurin er av teirri áskoðan [...] leggjast fram. Mælir frá Ein meiriluti í nevndini, Heini O. Heinesen, Jógvan á Lakjuni, Jákup Suni Joensen og Jákup Sverri Kass tekur ikki undir við uppskotinum. Meirilutin vísir til viðmerkingarnar frá
at hetta bert var í grundspælinum, og at javnleikurin á Kambsdali tí ikki fer at kosta so nógv, sum hann annars kundi gjørt. Ikki tí, so jøvn sum kappingin er, kann mista stigið leygardagin eisini gerast [...] leygardagin var ikki góður. Trupulleikin hjá klaksvíksgentunum var, at tær høvdu vunnið dystin, áðrenn hann var byrjaður. Soleiðis sá tað í øllum førum út, og hóast spælið gekk væl í fyrra hálvleiki, so var [...] netið til 22-21 til klaksvíksliðið. Tríggir minuttir eftir at spæla, og minuttin eftir varð Beinta Joensen víst út í tveir minuttir. Stjørnan sá nú út til at skula fara avstað við báðum stigunum, men tær
staðið seg rættuliga væl higartil í ár. Sterkar verjur Fyrri hálvleikur var rættuliga javnur, allur sum hann var. Liðini fylgdust væl, og størstu leiðsluna fyri steðgin høvdu kollfirðingar, tá teir um miðjan [...] ongantíð at koma upp á javnt, hóast teir gjørdu ein vørr móti endanum av dystinum. Eftir at Eddie Joensen hjá KÍF fimm minuttir fyri dystarlok, legði kollfirðingar á odda 24-19, spentu runavíkingar seg út [...] bert eitt tómt pláss á beinkinum, og tá skal havast í huga, at Abraham Hansen ikki var við, tí at hann var leikbannaður. Í teimum flestu dystunum hjá runavíkingum hava tað verið ávíkavist Poli Hansen,
Karsten Arnskov, Sjónvarp Føroya. Johan Mortensen, Útvarp Føroya. Jan Müller, Sosialurin. Jákup P. Joensen, Heilsufrøðiliga Starvsstovan. Kjartan Kristiansen, Menningarstovan. Hjalti í Jákupsstovu, Fiski [...] Landsverkfrøðingurin. Johan Mc Donald, umboðsmaður fyri ARCO Eurasia and Africa Limited. Herálvur Joensen, oljumáladeildin. Alex Buvik, oljumáladeildin. Karstin Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum. Eyðun [...] embætisfólki til London, har ARCO Eurasia and Africa Limited hevur høvuðssæti og har vitjanin byrjaði. Hann visti, at Jarð-frøðisavnið og fíggjarmálaráðharrin nýttu somu mannagongd. Kostnaður av ferð Spurt
Mortensen hevur stuttsøgu, sum hann nevnir: Soleiðis var tað tá. Poul Vestergaard hevur grein, hann nevnir Tróndur í Gøtu, Janus skald og Óðin gudur. Eftir Einar Joensen, sála, er grein um Føroyar í gomlum [...] bókina Samfelagsfrøði 2, tilfeingi og búskapur eftir Petur Ova Petersen. Hanus Andreassen hevur ummæli, hann nevnir: hugflog og støðufesti, bókaummæli av leikinum Dreymur Jóansøkunátt eftir William Shakespeare
lívi í dag. Pauli Ellefsen, Atli Dam í tvey valskeið, Jógvan Sundstein, Marita Petersen, Edmund Joensen og nú Anfinn Kallsberg. Uppbýtt Hesi árini Maiken Poulsen hevur arbeitt í Tinganesi og hevur havt [...] fyrr høvdu onnur stór málsøki sum fiskivinnumál og almannamál. Løgmaður umboðar landið úteftir, og hann ímyndar land og fólk, tá ið vit hava vitjanir. Nýskipanin av landsfyrisitingini hevur ført við sær [...] ikki fram. Fjølmiðlarnir taka nógva tíð, og so má skrivarin meta um uppgávurnar hjá løgmanni, tað hann hevur skyldu til at gera, tað sum liggur á láni og dagliga arbeiðið annars. Umframt dagligu uppgávurnar
Margar, men hann er vísur í, at hann sleppur at halda jól hjá einari vinkonu. Tá Margar ikki er til skips, gistir hann í herberginum. Um hann skal fáa eina song fyri náttina, noyðist hann møta í herberginum [...] Margar er at fáa eitt kamar i býnum, har hann kann hava sínar egnu møblar. Sum nú er hevur hann ongar møguleikar at fáa brøv og tílíkt, tí hann hevur onga adressu. Tá hann fer av húsum í herberginum, er bara [...] Dagny Joensen Jens Kr. Vang Tað er fjálgt og hugnaligt inni í herberginum, har Sosialurin ein regnvátan og myrkan illveðursdag í vikuni støkk inn á gólvið at tosa við fólk, sum onkursvegna hava verið soleiðis
Margar, men hann er vísur í, at hann sleppur at halda jól hjá einari vinkonu. Tá Margar ikki er til skips, gistir hann í herberginum. Um hann skal fáa eina song fyri náttina, noyðist hann møta í herberginum [...] Margar er at fáa eitt kamar i býnum, har hann kann hava sínar egnu møblar. Sum nú er hevur hann ongar møguleikar at fáa brøv og tílíkt, tí hann hevur onga adressu. Tá hann fer av húsum í herberginum, er bara [...] búfelagi hjá Finnboga. Hann er foreldraloysingur, og hevur mist heimið, tó at eitt kamar er til hansara í heim bygdini, men bert hættar hann sær ikki at fara hagar. Tað er so tómligt. Hann vil heldur búgva millum
Guðstænasturnar gamlaárskvøld, sigur hann hugsunarsamur. Útisetajól Heri Joensen hevur eisini mangan hildið jól sum útiseti, tá hann las í Íslandi. Han greiðir frá, at hann sum ungur og leysur plagdi at arbeiða [...] sjúkrahúsi um jólini. Hann arbeiddi vanliga á hesum sjúkrahúsinum, og av tí at hann var ungur og leysur, valdi hann at lata familjufólkini hava frí um jólini. Heri sigur, at sjálvt um hann arbeiddi, so vóru [...] vóru hetta stak hugnalig jól. Hann minnist serliga aftur á, tá hann plagdi at fáa visnaða skøtu við hamsatolg afturvið tollaksmessudag. Hann sigur, at honum dámdi stak væl hendan rættin, hóast hetta er ein
Luttakarar eru: Leiðarar: Oluf P. Joensen, Klaksvík, Maja Skaale, Runavík, Ása Poulsen, Tórshavn og Alfred Lambastein, Fuglafjørður. (Honum barst tíanverri frá at vera við, tí hann var fyri ferðsluvanlukku jólaaftan) [...] hendingini. Allir skótarnir kunnu kenna seg heilt tryggar. Oluf P. Joensen frá teimum gulu skótunum í Klaksvík er høvuðsleiðari fyri ferðini. Hann er sera spentur um túrin, men er ikki sørt vónsvikin av, at Alfred [...] Tórshavn, Høgni Thomsen, Tórshavn, Rasmus Eysturoy, Tórshavn, Ólavur Hansen, Esbjerg, Johan Símun Joensen, Fuglafjørður, Jóna Astrid Lambastein, Fuglafjørður, Eyðfinn Bjarnastein, Runavík, Jan Jensen, Runavík