Føroyingar á jamboree í Chile

2. jóladag fóru 15 føroyskir skótar á eina heldur langa og sjáldsama ferð. Teir skulu luttaka á 19. heimsjamboreeini í suðuramerikanska landinum Chile.

Ætlanin var at teir skulu vera 16 við í ferðalagnum, men eitt ferðsluóhapp jólaaftan, gjørdi, at ein av leiðararunum Alfred Lambastein úr Fuglafirði, ikki slapp við og harvið brast ein dreymur hansara í langa tíð. Alfred var so óheppin at verða yvirkoyrdur og breyt lærið so mikið illa, at hugsingur var ikki um at fara av landinum.

Luttakarar eru: Leiðarar: Oluf P. Joensen, Klaksvík, Maja Skaale, Runavík, Ása Poulsen, Tórshavn og Alfred Lambastein, Fuglafjørður. (Honum barst tíanverri frá at vera við, tí hann var fyri ferðsluvanlukku jólaaftan)

Skótarnir annars eru hesir: Bogi F. Sigurstein, Tórshavn, Høgni Thomsen, Tórshavn, Rasmus Eysturoy, Tórshavn, Ólavur Hansen, Esbjerg, Johan Símun Joensen, Fuglafjørður, Jóna Astrid Lambastein, Fuglafjørður, Eyðfinn Bjarnastein, Runavík, Jan Jensen, Runavík, Hugo Lamhauge Hansen, Nes, Svend Rasmussen, Klaksvík, Gunnhild Dahl Niclasen, Klaksvík og Fríðgerð Jacobsen, Klaksvík.

Talan er um skótar úr fleiri skótaliðum í landinum, sum fara hesa drúgvu ferð kring knøttin, ið tekur einar 20 tímar við flogfari. Skótarnir eru úr Klaksvík, Fuglafirði, Runavík, Havn og av Argjum. Talan er bæði um KFUM og KFUK og gular skótar. Eftir at hava lagt leiðina til Danmarkar 2. jóladag varð farið víðari við flogfari 28. desember til Santiago via London og San Paulo. Ferðalagið kemur til chilenska høvuðsstaðin á middegi í dag. Samlaðu útreiðslurnar fyri ferðina eru 25.000 kr. Av hesum hava skótarnir savnað 5000 kr. hvør við ymsum tiltøkum.

Jamboreein verður sett nýggjársaftan. Føroyska ferðalagið er saman við tí danska, men fer kortini at hava sítt egna tjaldpláss á stóru leguni, har næsti grannin er Cypros. Føroysku skótarnir eru framvegis ikki eru viðurkendir sum sjálvstøðug skótatjóð. Vit eru enn partur av donsku skótunum. Umleið 160 tjóðir eru umboðaðar á jamboreeini.

Hóast føroyingar alment ikki sleppa at vísa seg fram sum sjálvstøðug tjóð, so fara teir kortini at gera alt fyri at vísa síni tjóðareyðkenni. M.a. verður føroyskur dansur framførdur og har fer eisini at verða kunnað um Føroyar. Men eitt er víst, tað verður eingin føroyskur matur á jamboreeini, hvørki turrur fiskur ella spik ella grind. Loyvt er ikki at hava slíkt við.

Føroysku skótarnir hava fingið at vita, at eingin vandi er á ferð, hóast fyrrverandi chilenski einaræðisharrin Pinochet herfyri varð afturhildin í London og helst verður latin sponskum dómstóli.

Luttakararnir hava fingið at vita, at støðan í Chile er ikki merkt av hesi hendingini. Allir skótarnir kunnu kenna seg heilt tryggar.

Oluf P. Joensen frá teimum gulu skótunum í Klaksvík er høvuðsleiðari fyri ferðini. Hann er sera spentur um túrin, men er ikki sørt vónsvikin av, at Alfred skuldi vera so óheppin ikki at sleppa við. -Vit fara at hugsa um hann, tá vit eru har yviri og senda honum øll góðynski við vón um góðan og skjótan betring.