økið framvegis er kappingarført við onnur djúpvatnsøki? -Tað veldst fyrst og fremst um oljuprísin. Øll djúpvatnsøkini eru frontierumráði, og sjálvt um tú jarðfrøðiliga hevur góð hugskot, so er oljuprísurin [...] av peningi til forkanningar, og tí tey framvegis hava vónir um at finna olju og gass her. Nú eru so fleiri nýggj positiv tekin. Eitt nú eru oljuprísirnir hækkaðir munandi, og herfyri varð so avtala gjørd [...] ni. Og tá vit spyrja hann um avtaluna, sigur hann seg vera sera fegnan um hana. Hann metir avtaluna av stórum týdningi fyri bæði Føroyar og oljufeløgini. Hon er eitt positivt stig fyri Føroyar og Bretland
Ferðslutrygd og onnur her á landi, sum fáast við ferðslu og ferðslutrygd, tað veri seg løgregla, Bileftirlit, Landsverkfrøðingsstovnur, bý- og bygdarráð, koyrilærarar, skúlamyndugleikar, bilaseljarar og onnur [...] afturat, t. d. hvussu vit kundu ment trygdarskipanir í bilunum, men lat tað fara hesuferð. Tað sum fyrst og fremst upptekur okkum á Ferðslutrygd er, hvussu vit kunnu fáa setta í verk eina langtíðar ferðslutr [...] sum ger vegir, lógir og reglur ? og bilaframleiðararnar. Tí hevur samfelagið skyldu at gera vegirnar soleiðis, at menniskjalig mistøk verða ?fangað?, áðrenn vanlukkan hendir og bilaframleiðarin hevur
gjørligt. Vit mugu hava trygd fyri og vita, hvar slíkir upplýsingar fara, vit mugu tryggja okkum, at hetta ikki verður misbrúkt. Vit mugu eisini vita, um tað eru pengar uppi í - og eisini vita, hvør fær patent [...] leggur hann so stóran dent á, at vit fyrst gera greiðar reglur um, hvussu slíkt skal fara fram, at hol verður sett á granskingina. ? Vit eiga at tryggja okkum væl og virðiliga, so vit við vissu vita, hvussu [...] Eirikur Lindenskov ? Gerið neyðuga lógarverkið fyrst - áðrenn farið verður víðari við hesum máli. Hetta eru greiðu ráðini frá Bjarna Bæk, dómprósti, sum soleiðis tekur undir við øllum tí, sum Marjun Bæk
Í dag arbeiðir Norsk Hydro fyrst og fremst í Norðsjónum. Men haraftrat í Angola og Namibia, vestara partinum av Ruslandi, á landgrunninum út fyri Kanada og New Foundland og so við Føroyar. Tor Lund dylur [...] herfyri. Stórur áhugi var fyri tiltakinum, og teir fingu nógvar áhugaverdar fyrispurningar. -Slíkt tiltak tænir fyrst og fremst tí endamáli, at bæði vit og føroyingar kunnu læra hvør annan at kenna. Skulu [...] læra bæði land og fólk at kenna, og vit halda tað eisini vera rætt, at tit vita, hvørjir vit eru og hvat vit standa fyri. Tor Lund heldur føroyingar vísa stóran áhuga fyri hesum nýggja og vilja vita meira
Men tað er ikki alt, sigur Hans Pauli Strøm og vísir á munin á innflutnings- og útflutningstølunum. ? Malta hevur undirskot av samhandlinum við onnur lond, og tað er teirra stóri trupulleiki. Teirra in [...] eitt sjálvbjargið samfelag, bæði búskaparliga og politikst. ? Men tað tekur tíð at avvikla gomlu skipanina og tað tekur eisini tíð at menna tað vinnuligu og búskaparligu orkuna í samfelagnum. ? Tí meta [...] kunnugt samtykt fyri stuttum við atkvøðunum hjá samgonguni og við atkvøðuni hjá Jenisi av Rana. Andstøðuflokkarnir, tað er Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin atkvøddu ímóti uppskotinum hjá samgonguni
Í blaðnum í gjár skrivaðu vit um lønarflytingar og ómaksgjøld. Føroysku peningastovnarnir og Postverkið hava avgjørt at taka 3 krónur fyri hvørja lønarflyting, tí teir meta ikki at tað er ein peningas [...] veit eg ikki. Tað hevði møguliga verið rættari, at boða frá fyrr, men soleiðis gjørdist tað ikki, og í og fyri seg er tað líkamikið, um boðini eru komin nú ella um tey komu fyrr. Janus Petersen heldur, at [...] eru smærru fyritøkurnar, sum brúka manuellar flytingar. Og tað verða tær smærru fyritøkurnar, sum koma at gjalda fyri tænasturnar, sigur Janus og skundar sær at leggja afturat: ? Men hesum fara tær ikki
hondunum líka síðani leygardagin og eg geri tað enn, sigur Janus Uldall. ? Eg ringdi til kiosk Vár í Runavík og fekk tølini. Sìðani setti eg meg at kanna øll røðini, sum eg hevði, og tey vóru nógv. Tá eg uppdagaði [...] mætari enn at ringja til eina vinkonu í Danmark og bað hana siga sær tølini - og enn einaferð fekk hann sjón fyri søgn. Tølini hann hevði, vóru tey røttu, og tey samsvaraðu við tey sum stóðu í rað nummar [...] peningin til? ? Tað havi eg ikki hóming av enn, sigur Janus. ? Eg plagi ikki at brúka pening í eyst og í vest, og soleiðis verður tað eisini framyvir, leggur hann afturat. Janus Uldall sigur kortini so mikið
Kværner, ABB, Aker, Statoil, Norsk Hydro og Saga. -Tað er eingin ivi um, at vit hava nógv at læra av eitt nú norðmonnum, og vónandi kunnu vit brúka teirra royndir og vitan í uppbyggingini av eini føroyskari [...] oljuvinnuni. -Stóra luttøkan og áhugin fyri hesi messuni og ráðstevnuni siga mær so mikið, at fólk hava sera stóran áhuga fyri olju og ikki minst fyri umhvørvinum í sambandi við eina oljuvinnu. Eyðun Elttør [...] fleiri av fyrilestrunum og orðaskiftunum, sum vóru á ráðstevnuni, og sum nettup snúðu seg um umhvørvisspurningar. Har vóru fleiri framstandandi oljufólk, sum tosaðu um umhvørvi, og har vóru eisini umboð
trolara, og hagani kennir hann, eins og hin netamaðurin, Kristian, eisini nógv til at bøta trol umborð á skipi. Men tað at bøta eitt trol umborð og so at arbeiða á Vónini, tað er púra hvør sítt, og kann tí [...] altso undir ristina og aftur í posan. Alt eftir bókini Áðrenn Oddur byrjaði á Vónini var hann fyrst tvey ár við einum línubáti úr Skopun, ið kallaðist "Ingibjørg". - Hann bleiv seldur, og so eri eg her, sigur [...] Eina aðrastaðni í stóru og rúmligu framleiðsluhøllini stendur ein annar maður og arbeiðir: Oddur Hentze. Oddur er upprunliga ættaður úr Skopun, men hevur búð í Havn í mong ár. Hann hevur arbeitt her á
landsstýrið og løgtingið mugu ikki fyrst seta nakrar treytir, og so eftir eina tíð at broyta uppá hesar. Tingmaðurin vildi hava við í umrøddu grein, sum hann vildi hava meira útgreiniliga orðað, at vørur og útgerð [...] seta trygd og arbeiðsumhvørvi í hásæti og helt hann fyri, at kunnu vit í Føroyum seta krøv og brúka norskan standard á hesum økjum, so er eingin vandi á ferð. Síðani kom hann inn á fiskivinnuna og vísti á [...] oljulóggávuni og at hon fer at vera øllum Føroya fólki til gagns og gleði, og at tað verður við til at skapa framburð í hesum landinum tað veri seg vestast úr Mykinesi, suður til Sumbiar og út til Fugloyar