ein fortreyt, at tey sjálv nýta vørurnar fyri og fáa egnar royndir at kunna áhugaðar keyparar, ið fáa høvi til at royna hesar, eftir avtalu við forhandlara/seljara. Tað tekur nakað av tíð at skapa altjóða [...] ein hevur fingist við at kunna fólk um. Tað eru fleiri forðingar, ein hevur fingið beint av vegnum hesi seinastu árini, so at ein fær betur skipað forrætningsviðurskifti aftan á at hava stríðst við byr [...] altjóða fortreytir og grundarlag at arbeiða sjálvstøðugt í altjóða høpi heimanífrá og hava allan heimin sum forrætning. Tað, sum framtíðin fer at bjóða, verður heimakeyp og søla, sum verður skipað privat heima
til fyri at vinna. Hartil kemur, at Dráttur er eitt sera gott heimalið og tað er torført hjá mótstøðuliðunum at fáa stig við sær úr høllini á Giljanesi. Hetta seinasta fingu tvørágentur eisini at føla um [...] TB hevur víst, at tær ikki nýtist at búgva í meginøkinum fyri at fáa eitt gott flogbóltslið. Seinastu nógvu árini hava teir gjørt um seg í yngru deildunum, og nú ungdómarnir vaksa til, eru tey »har suðuri« [...] suðuri« eisini farin at gera um seg í vaksnamannadeildini. TB hevur, sum annað av tveimum feløgum, tvey lið í meistaradeildini og tey gera sítt ítarsta fyri at fáa sum mest burturúr. Tá eitt felag hevur
áðrenn oyggjaleikirnir byrjaðu, at Rógvi fór at fáa heiðursmerki, hevði eg sett tað eg átti uppá, at tað fór at vera í einkultstartinum. Tí er tað eisini sera stuttligt, at tað er hann, sum fær heiðursmerki [...] lata vera við at hugsa, at vit næstan skuldu fingið gullið, tí tað er jú tað, ein fer eftir, segði Jens Glerup, sum saman við Esmari Joensen og eykamanninum Christiani Guttesen royndi at fylgja við, so [...] fyri, og at tað eisini hevði riggað sera væl. ? Tað eri eg sum venjari sjálvandi glaður fyri at hoyra. Okkara menn spældu síni kort rætt, og so kunnu teir ikki gera meir. Tað er sera torført at steðga einum
Eitt, sum ein legði til merkis á konsertini í Klaksvík var, at tað vóru nógv eldri fólk komin at lurta eftir Frændum. Nú heldur onkur kanska at 400 áhoyrarir ikki er so nógv, men tað er nógv í Klaksvík nú [...] til konsert og dans. Onkur áhoyrari helt, at teir vóru betri á palli enn á fløgu.Tað fara vit ikki at taka dagar ímillum her, men lata upp til hvønn einstakan at døma um. Ljóðgóðskan á konsertunum og dansinum [...] sást týðuliga at Frændur hevði vant nógv til konsertina. Eisini sást týðuliga, at Erik, Høgni og Ingi eins og stamman í Frændum duga síni ting. Tað hoyrdist á fólkinum, sum vóru komin at lurta eftir Frændum
Kollafirði at luttaka, fyri Norðoyggjar verður tað Arnfríð Lützen úr Klaksvík og Guðrun Jacobsen av Tvøroyri fer at umboða Suðruoynna. Talan er sostatt um fimm damur, so Glyvra-Bio má sigast at verða seinasta [...] Finalan varð hildin á Kambsdali, var eisini vanligt at enda um miðnátt, og síðan at halda fram við dansinum í Glyvra-Bio. Tað er í hesum sambandi, at matir bólkar, sum eitt nú »Big Guitars from Memphis« [...] Glyvra-Bio. Fyrireikarnir gleðast Vitandi at Glyvrar er absolutta miðpunktið í Eysturoynni, siga fyrireikarnir av Songrøddini í stuttari viðmerking, at gleðiligt er at hølið letur upp aftur, og heilsa samstundis
kom tó skjótt fyri seg og royndi at trýsta, meðan KÍ tók seg longur aftur. Seinni hálvleikur byrjaði, sum tann fyrri endaði, og tað lá í luftini, at heimaliðið fór at fáa eitt útjavnandi mál. Tað kom, [...] fyri B36. KÍ legði nú eitt tungt trýst á B36, sum royndi at verja sum best. Alt bendi á, at úrslitið av ólavsøkudystinum millum hesi bæði liðini fór at endurtaka seg, men so skoraði John Hansen í yvirtíðini [...] Klaksvík til góðar. Um B36 hevði uppiborið at vunnið sunnudagin, er torført at siga. Teir høvdu bóltin meir, meðan KÍ, sum stóran part av dystinum hugsaði mest um at verja, eisini hevði fleiri góðar møguleikar
rgarlógini til at veita 35% av rakstrarútreiðslunum og 60% av kostnaðinum av at byggja stovnin. Hinvegin vísir landsstýriskvinnan í almanna- og heilsumálum ikki aftur, at tað ber til at seta á stovn barnagarð [...] hvussu innihaldið og innari og ytri viðurskifti eiga at vera á stovninum, dugi eg ikki at síggja, at nakað skuldi forðað kommunum, ið hava ráð, at fara undir eina slíka verkætlan. Serlig støða Landsst [...] landsstýriskvinnan, at Almanna- og heilsumálastýrið fer at kanna, um tað ber til at seta ein barnagarð á stovn á Landssjúkrahúsinum innan verandi fíggjarkarmar. - Nær og um hetta fer at lata seg gera, dugi
heimaliðið fór munurin at vaksa. Tað kom illa við hjá gestunum, at Kári Hansen, sum er farin út á vøllin at spæla, nú Jógvan Martin Hansen er komin í málið, beklaði og noyddist at gevast. Hann spælir á [...] Sosialinum og leikskránni hjá Kyndli ført fram, at tað ikki er vist, at Tjaldrið endar niðast, men tað er greitt, at um tann spádómurin skal halda, er neyðugt, at vend kemur í, og tað ongantíð ov skjótt. Liðið [...] hevur verið at hóma hjá Tjaldrinum í seinastuni, hvarv aftur á Skála sunnudagin, tá FM-kandidatarnir hjá StÍF vunnu ikki minni enn 34-16 á grannunum hinumegin Skálafjørðin. Tað er ikki stórt meir at siga um
um verður sagt, at eingi børn undir eitt ár sleppa inn. - Hóast vit vita, at tað eru nøkur heilt fá børn undir eitt ár sum fáa eitt stovnspláss í dag, haldi eg ikki, at tað er rætt at hava hesa avmarkingina [...] tilmælum. At teirra ynski ikki eru gingin á møti í ein størri mun er tí, at vit hava verið noydd at gjørt politiskar neyðsemjur. Men nú málið er beint í sosialu nevnd til víðari viðgerð fara vit at lurta betur [...] Felagið fyri foreldur at smábørnum í Havn hevur borið fram, at tey og teirra ynski í sambandi við upptøkureglurnar bert í ein lítlan mun eru gingin á møti. Tí hava tey heitt á býráðið um at útseta viðgerðina
n hevur í hesum døgum lýsing í bløðunum, har sagt verður frá, at nú er møguleiki at søkja um pensión úr hinum Norðurlondunum um so er, at ein hevur havt fastan bústað har í minsta lagi í trý ár ímillum [...] Endamálið er ikki at fólk fáa størri pensión, men at útreiðslurnar til pensiónir og annað verða býttar landanna millum, alt eftir bústaðartíð hjá fólki. Fyri føroyingar merkir hetta, at um ein hevur búð [...] Møguleiki er komin í lag tí at Føroyar undirskrivaðu Nordisk Konvention om Social Sikring í juli mánaða 1994. Nordisk Konvention om Social Sikring er ein avtala millum norðurlond um at tryggja borgararnar á