Málið um nýggju upptøkureglurnar til dagstovnarnar og dagrøktina í Tórshavnar kommunu er beint í nevnd til víðari viðgerð. Ein arbeiðsbólkur hevur síðani seinasta heyst arbeitt við málinum, uppskotið frá bólkinum var fyri á býráðsfundi seinasta hóskvøld, men býráðslimir hildu ikki, at málið var búgvið til støðutakan, tí nógv viðurskifti vóru ógreið.
Uppá fyrispurning um arbeiðsbólkurin hevur skundað uppskotið ígjøgnum, sigur formaðurin í arbeiðsbólkinum, Heðin Mortensen.
- Als ikki. Vit hava gjørt okkum stóran ómak og hava tosað við nógv fólk, stovnsleiðarar og Foreldrafelagið. Nógv ynski frá hesum ymsu vórðu gingin á møti, men uppskotið er broytt rættiliga fitt meðan vit hava arbeitt við tí og fekk nú ein politiskan form. Sjálvur eri eg ikki samdur við øllum í upptøkureglunum. Eitt nú dámar mær ikki, at vit skulu hava økislistar, tá ið trýstið er so stórt sum tað er í løtuni. Vit eiga at hava ein høvuðslista, har øll børn standa og har tey sum standa ovast á listanum verða raðfest sum nummar 1. Við økislistum kunnu vit ikki tryggja, at onkur ikki verður við sviðusoð, sum stendur ovalaga á listanum, meðan ein sum er so heppin at búgva við síðuna av einum stovni verður tikin framum.
- Hóast nærumhvørvið hevur týdning kunnu vit rokna við, at økislistar kunnu fáa ávirkan á viðurskifti sum húsa- og grundstykkjaprísir, tí fólk vilja búgva, har flest stovnspláss eru, sigur Heðin Mortensen.
Ósamsvar
Annar stríðspurningur er, hvussu gomul børnini skulu vera, áðrenn tey sleppa inn á stovn. Í upptøkureglunum frá arbeiðsbólkinum verður sagt, at eingi børn undir eitt ár sleppa inn.
- Hóast vit vita, at tað eru nøkur heilt fá børn undir eitt ár sum fáa eitt stovnspláss í dag, haldi eg ikki, at tað er rætt at hava hesa avmarkingina. Eitt nú er tað ikki í samsvari við farloyvistíðina, sigur Heðin Mortensen.
Felagið fyri foreldur at smábørnum í Havn hevur borið fram, at tey og teirra ynski í sambandi við upptøkureglurnar bert í ein lítlan mun eru gingin á møti. Tí hava tey heitt á býráðið um at útseta viðgerðina av upptøkureglunum.
- Vit hava tosað við Foreldrafelagið fleiri ferðir meðan vit hava arbeitt við málinum. Fundirnir hava verið góðir og positivir og tey eru komin við væl undirbygdum tilmælum. At teirra ynski ikki eru gingin á møti í ein størri mun er tí, at vit hava verið noydd at gjørt politiskar neyðsemjur. Men nú málið er beint í sosialu nevnd til víðari viðgerð fara vit at lurta betur eftir teimum. Nú hava tey fingið seinasta útkastið til upptøkureglur til ummælis og tá ið tey eru liðug við tað arbeiðið, heldur viðgerðin fram í sosialu nevnd, sigur Heðin Mortensen.
Sjálvt um formaðurin í sosialu nevnd er opin fyri uppskotum frá Foreldrafelagnum og øðrum, metir hann ikki, at tað er rætt sum Foreldrafelagið mælir til, at føðingardagurin skal vera avgerandi fyri, nær barnið sleppur á stovn.
- Eftir mínum tykki eigur tað at vera dagurin, tá ið barnið verður uppskrivað, sigur Heðin Mortensen.
Arbeiða skjótt
Uppskotið til upptøkureglur er í 11 punktum, men tað eru serliga 3 punkt, sum ósemja er um. Umframt spurningin, um Tórshavnar kommuna skal hava ein høvuðsbíðilista ella økisbíðilistar, um børn skulu fáa tilboð um pláss hálvt ára gomul ella ársgomul, er eisini ósemja um, mær tilflytarar kunnu skriva børn teirra á bíðilistan.
- Eg rokni við, at stórar broytingar verða framdar í uppskotinum, sigur Heðin Mortensen.
Sosiala nevnd skal arbeiða skjótt, tí eftir ætlan skulu nýggju upptøkureglurnar fyri á býráðsfund næstu ferð, og tað er um ein mánaða.