Tíðindaskriv frá Almannastovuni

.

Almannastovan hevur í hesum døgum lýsing í bløðunum, har sagt verður frá, at nú er møguleiki at søkja um pensión úr hinum Norðurlondunum um so er, at ein hevur havt fastan bústað har í minsta lagi í trý ár ímillum tað 15. og 67. árið. Danmark og Grønland eru undantikin hesi avtalu orsakað av ríkisfelagsskapinum.

Møguleiki er komin í lag tí at Føroyar undirskrivaðu Nordisk Konvention om Social Sikring í juli mánaða 1994.

Nordisk Konvention om Social Sikring er ein avtala millum norðurlond um at tryggja borgararnar á flestøllum økjum, almannaveitingum viðvíkjandi, líkamikið í hvørjum av londunum tey arbeiða ella búgva.

Endamálið er ikki at fólk fáa størri pensión, men at útreiðslurnar til pensiónir og annað verða býttar landanna millum, alt eftir bústaðartíð hjá fólki.

Fyri føroyingar merkir hetta, at um ein hevur búð í minsta lagi trý ár í Noreg, Svøríki, Finnlandi ella Íslandi hevur ein rætt til at søkja um pensión haðani. Hvørt umsóknin verður gingin á møti, er treytað av lógum og reglum í landinum, har søkt verður frá.


Fólkapensión:

Fólk, búsitandi í Føroyum, sum í dag eru fólkapensionistar og hava búð í einum av oman fyri nevndu londum eitt tíðarskeið uppá í minsta lagi trý ár millum tað 15. og 67. árið, hava rætt til at søkja.

Norðurlendska pensiónin verður roknað sum ein brøkur í mun til ta tíðina, ein hevur havt bústað í landinum við 1/40 fyri hvørt árið.

Framyvir verður tað soleiðis, at so hvørt sum søkt verður, verður kannað, um persónurin hevur búð í øðrum norðurlandi og møguliga hevur rætt til at søkja pensión haðani.

Síðan sendir Almannastovan umsókn og onnur viðkomandi skjøl til hitt norðurlandið og virkar sum millumlið millum umsøkjaran og avvarðandi stovn í hinum norðurlandinum til málið er avgreitt.

Persónar, ið hava danskan ríkisborgararætt, sum eru føddir í 1938 ella fyrr, ið hava havt fastan bústað í Føroyum seinasta árið áðrenn søkt verður um pensión, hava rætt til fulla fólkapensión í Føroyum óansæð, um teir fáa pensión úr øðrum Norðurlandi.


Avlamispensión:

Avlamispensionistar, búsitandi í Føroyum, og sum meta seg at lúka oman fyri nevndu treytir, hava eisini rætt at søkja. Tó skal tá ein læknaváttan fylgja við.

Eisini í hesum førum verður pensiónin roknað í mun til tíðina, ein hevur búð í landinum, tó eitt sindur øðrvísi enn tá talan er um fólkapensión.

Verandi avlamispensionistar, sum meta seg at lúka oman fyri nevndu treytir, kunnu venda sær til Almannastovuna, brotpensiónsdeildina, og fáa meira at vita.

Verður ein umsókn um avlamispensión frá øðrum Norðurlandi gingin á møti, verður føroyski parturin niðursettur í samsvar við tann partin, sum útlandið rindar. Tó gerst ongin verri fyri av hesi orsøk.


Umsókn:

Tá søkjast skal til annað land, er umráðandi at upplýsa so nágreiniliga sum gjørligt, nær ein fór avstað, nær ein kom aftur og helst eisini hvar og hjá hvørjum, ein starvaðist.

Eitt serligt spurnarblað er gjørt til endamálið. Fólk, sum meta seg at lúka treytirnar fyri at søkja pensión úr øðrum Norðurlandi, kunnu venda sær til kommununa og har fáa hetta spurnarblað, sum síðan skal fyllast út og sendast til Almannasovuna, brotpensiónsdeildina, Postboks 196, FO-110 Tórshavn.

Almannasovan tekur sær síðan av at senda umsóknina til viðkomandi land og at virka sum millumlið millum hitt norðurlandið og umsøkjaran til málið er avgreitt.