hosum, knívum og mongum øðrum. Vit fara at síggja heimsins elstu "tricks" og nøkur spildurnýggj, og vit fáa eisini søguna um, hvat Ásbjørn Berthelsen gjørdi, tá hann bleiv biðin um at gykla fyri stórari [...] gyklaútgerð. Tað siga tey, sum standa aftan fyri mentanarvikuna, sum nú verður í Runavíkarøkinum teir næstu dagarnar. Saman við Ásbirni verður eisini ein DJ, sum fer at seta dám á við tónleiki. - Kom og uppliv [...] uppliv gott undirhald í Løkshøll - og sjáldan hevur tað verið so stuttligt at verið lumpaður, siga fyrireikararnir. Atgongumerki á 120 krónur fáast við dyrnar, tá Magic Night verður í Løkshøll í kvøld klokkan
Badminton Klaksvíkingar ætla nú at gagnnýta, at teir hava fingið optimalar umstøður, til at spæla badminton, og fer tað nú at síggjast aftur í virkseminum hjá Klaksvíkar Badmintonfelag. Komandi leygardag [...] kappingin er liður í eini størri, og meiri umfatandi kapping, sum verður avgjørd, tá kappingarárið 2008/2009 endar. Nógv yngri fólk íðka badminton í Klaksvík nú, og gevur tað eitt gott grundarlag fyri slíkum kappingum [...] kappingum. Grand Prix kappingin er fyri børn og ung. Talan er um tríggjar aldursbólkar. Tey, sum eru undir 11 ár, 13 ár og 15 ár. Badmintonspælarar úr øllum landinum fara at taka lut í kappingini. Klaksvíkar B
standa eitt nú ruskposarnir og dampa, meðan brennievnið gongur undan, og fólk gjalda í dýrum dómum fyri at sleppa til arbeiðis við bátum, sum óblúgvir taka okursprísir fyri at flyta fólk um sundini. Verkfallið [...] stríð millum Karsten og Ellint, men tað rakar okkum, sum búgva í útjaðaranum. Teir kundu fyri langari tíð síðan havt avgreitt hetta, sum teir vistu fór at koma. Fullveldismenninir siga, at teir skulu stýra [...] men hetta sum nú hendir, er eitt gott barometur fyri, hvat fer at henda, um teir fáa makt, sum teir hava akt. Hetta er í hvussu er ikki nakað, sum strimbrar fólki í at koma aftur hendanveg. Allir tit,
skil og diplomati at forða fyri, at ein av hesum bumbum ikki brestur. Og hóast tað eydnast at forða ragnarroki í einum av hesum plássum, so er stórur vandi fyri, at bert ein av bumbunum fer av, fer hon at [...] tykist tó at vera ein heilt annar. Tað er sum um, at Miðeystur kanska meira enn nakrantíð er ein tikkandi bumba. Ein krúttunna. Har bíðað verður eftir, hvør nú skal fara og festa í fjúsið. Og tað eru so sanniliga [...] púra greitt, at um Iran ikki broytir kjarnorkuætlanir sínar, so fær tað ítøkiligar avleiðingar. Og tær kunnu bert vera eitt hernaðarligt álop á kjarnorkuannleggini í Iran. Tá fer søgan at endurtaka seg
púra óviss enn. Tað er bara Páll á Reynatúgvu sum veit, hví fundurin skuldi slítast nú. Í stuttari viðmerking úr tinginum sigur løgtingsformaðurin, at tað kann væl vera, at tingið bara fer í summarfrí nú [...] Ruðuleiki er í tinginum - og tað meira enn annars væntað var. Tí tá ið tingfundurin byrjaði nakað eftir klokkan 10.00, vóru tvey mál koyrd í gjøgnum, og síðani sleit formaðurin fundin og tók øll hini málini [...] nú, hóast samgongan als ikki hevur ætlað tað. Páll á Reynatúgvu og Høgni Hoydal eru sum skilst á fundi júst nú, og teir skulu saman við samgonguleiðarunum taka støðu til, hvat nú skal henda. Eftir ætlan
ítrótt og trúðarlív, har børn og ung kunnu menna seg og finna sínar egnu leiðir. Og tað snýr seg sjálvsagt ikki bara um børnini. - Tað snýr seg eisini um foreldur og um at gera tað lættari at vera familja [...] langt burtur. Tað tekur tveir tímar at koma við Smyrli úr Havn, og tað kann tykjast sum ein forðing – serliga, um tú arbeiðir í miðstaðarøkinum. - Men tað, sum tú fært afturfyri, um tú velur at búgva í Vági [...] enn tað. - Her er gott at búgva, og her er rúm fyri lívinum, sigur hann. Barnafamiljurnar Vágur hevur sterkar karmar fyri barnafamiljurnar. - Her eru góðir og tryggir karmar fyri børn og familjur. Barnagarðurin
seinasta dystinum, sum var móti B71, og má nú sita uttanfyri. Tað má verjuspælarin Janus Kjærbo eisini, og tí vera tað helst Eyðun Kjærbo og Búi Dahl, sum fara at manna stopparaplássini í morgin. Birgir [...] Vágamenn hava vanliga gott tak á vágbingum, tá tað kemur til fótbólt, og uppgávan hjá VB, sum vanliga er nóg stór í Vágum, er vorðin størri við tað, at helst mest týðandi spælarin á liðnum, Pól Thorsteinsson [...] hevur stríðst við fiburspreinging, og hevur verið burtur fleiri dystir nú. Ætla sær at fáa okkurt burtur úr Hjá vágamonnum er lagið gott, teir venja dúliga, og ætla sær at fáa okkurt burtur úr móti VB. Seinastu
ongin ivi um, at heldur arbeiðsloysið í USA við at minkað, fer tað at føra hægri rentu við sær og tað leggur eisini ein dempara á framburðin. Hinvegin er ongin ivi um, at tjóðbankarnir fara at hugsa seg meiri [...] forplantar seg víðari út í heim og fer eisini at síggjast Evropa og eisini í Føroyum nakað seinni. Framgongdin seinkast Fíggjarráðgevarin staðfestir, at onki er at ivast í, at tað eru teir nógvu hjálparpakkarnir [...] um, so at teir ikki hækka rentuna ov tíðliga og køva eina spírandi framgongd. Tí heldur Jan Otto Holm, at tað er lítið sannlíkt, at rentan fer at hækka í ár. Spírar í Evropa Jan Otto Holm sigur, at tá ið
nar í Runavík og á Skála eru annað mál, og tað kann nú vera, at tað, sum rættiliga verður eitt lop í kommununi, er, at ungdómurin nú umsíðir fær eitt savningarstað í Gulu Smiðjuni, og at vit skrivliga [...] soleiðis, at vit fáa boðið út arbeiðið at byggja høllina á vári 2021. ##med2## Hvar og hvussu fer borgarstjórin at halda jól í ár? - Tað verður ein skáksigling millum heimbygdina Glyvrar og Havnina. Skift [...] tjúkk til at kunna taka sjálvt tað harðasta trýstið. Tórbjørn Jacobsen vísir á, at persónliga hendi kortini okkurt, sum órógvaði meiri, enn gott var. - Herfyri var eg í Klaksvík og spældi, sang og segði okkurt
mótmælisfólk og herin, og sambært Reuters skal Mustafa al-Dabis hava sagt, at støðan er ikki so góð allastaðni. Keldur innan mótstøðufólkini vænta ikki, at vitjanin hjá teimum arabisku eygleiðarunum fer at hava [...] hava nakað gott við sær. -Tað er ikki líkt til, at eygleiðararnir skilja, hvussu stýrið her virkar, og teir hava heldur ikki víst seg at hava nakran áhuga í líðingunum hjá fólkinum, sigur eitt mótmælisfólk [...] sum eru komnir til Sýrialands at kanna viðurskiftini, eru sambært Reuters komnir til ta fyribilsniðurstøðu, at teir hava ikki sæð nakað ræðandi, síðani teir komu hagar. Tað skal leiðari teirra, Mustafa