Nú bløðir útjaðarin aftur

Nú hevur aftur eitt verkfall rakt útjaðaran, sum bløðir. Ja kanska bløðir hann út hesaferð.

Men løgtingsmenninir sita og gníggja hendurnar, nú teir eru afturvaldir.

Teir tosa um bygdamenning millum valini, men úrslitini eru vánalig. Verkfall á hvørjum ári, og hvørja ferð er tað útjaðarin, sum raktur verður.

Hesaferð standa eitt nú ruskposarnir og dampa, meðan brennievnið gongur undan, og fólk gjalda í dýrum dómum fyri at sleppa til arbeiðis við bátum, sum óblúgvir taka okursprísir fyri at flyta fólk um sundini.

Verkfallið, sum nú er, er stríð millum Karsten og Ellint, men tað rakar okkum, sum búgva í útjaðaranum. Teir kundu fyri langari tíð síðan havt avgreitt hetta, sum teir vistu fór at koma.

Fullveldismenninir siga, at teir skulu stýra hesum landinum, men hetta sum nú hendir, er eitt gott barometur fyri, hvat fer at henda, um teir fáa makt, sum teir hava akt. Hetta er í hvussu er ikki nakað, sum strimbrar fólki í at koma aftur hendanveg.

Allir tit, sum valdir eru á ting fyri útjaðaraøkini. Takið tykkum nú saman og vísið tykkum sum menn. Loysið hetta málið beinanveg.