Badminton
Klaksvíkingar ætla nú at gagnnýta, at teir hava fingið optimalar umstøður, til at spæla badminton, og fer tað nú at síggjast aftur í virkseminum hjá Klaksvíkar Badmintonfelag. Komandi leygardag stendur ein Grand Prix badmintonkapping á skránni. Henda Grand Prix kappingin er liður í eini størri, og meiri umfatandi kapping, sum verður avgjørd, tá kappingarárið 2008/2009 endar. Nógv yngri fólk íðka badminton í Klaksvík nú, og gevur tað eitt gott grundarlag fyri slíkum kappingum.
Grand Prix kappingin er fyri børn og ung. Talan er um tríggjar aldursbólkar. Tey, sum eru undir 11 ár, 13 ár og 15 ár. Badmintonspælarar úr øllum landinum fara at taka lut í kappingini. Klaksvíkar Badmintonfelag sigur í einum tíðindaskrivi, at kappingin byrjar klokkan 10 leygardagin, við teimum sum eru undir 11 ár. Kappingin heldur síðani fram við teimum sum eru undir 13 ár klokkan 13, og endar við luttakarunum, sum eru undir 15 ár klokkan 15.