Veruleikin tykist tó at vera ein heilt annar. Tað er sum um, at Miðeystur kanska meira enn nakrantíð er ein tikkandi bumba. Ein krúttunna. Har bíðað verður eftir, hvør nú skal fara og festa í fjúsið. Og tað eru so sanniliga nógv um boðið.
Hvat vit enn halda og hvønn vit enn halda við, so er tað ein sannroynd, at tað prutlar undir lokinum í ikki bert einum men í fleiri av londunum í Miðeystri.
Støðan í Ísrael/Palestina er sera spent. Hamas, sum vann valið herfyri, vil framvegis ikki viðurkenna rætt Ísraels at vera til. Tað ger sjálvandi, at Ísrael ikki viðurkennur Hamas sum vinnara av valinum og harvið er álvarslig naggatódn komin í eina framtíðar friðartilgongd. Henda nærum ómøguliga støða kann gera, at vit aftur verða vitni til blóðug sjálvmorðsálop á ísraelar. Og tað fer so aftur at føra til ísraelsk álop á palestinsk mál. Sum støðan er nú, so kann alt henda. Tú óttast fyri tí ringasta.
Leita vit so eitt sindur longur eystureftir til Irak, so tykist støðan har eins álvarssom og ómøgulig. Har restar lítið í einum veruligum borgarakríggi millum muslimar innanhýsis, millum Sunni og Shia. Hendir tað so kann hetta fáa eld í alt Miðeystur.
Triðja stríðsøkið finna vit í grannalagnum, í Iran. Eisini her er støðan sera ótrygg, nú Iran noktar fyri at broyta sín kjarnorkupolitikk. Vil illa til so kunnu vit um ikki so langa tíð fáa eina beinleiðis krígssstøðu millum Iran og USA. Nýggi amerikanski sendiharrin í ST gjørdi nú um dagarnar púra greitt, at um Iran ikki broytir kjarnorkuætlanir sínar, so fær tað ítøkiligar avleiðingar. Og tær kunnu bert vera eitt hernaðarligt álop á kjarnorkuannleggini í Iran. Tá fer søgan at endurtaka seg. Tá grannin Irak fyri mongum árum síðani royndi at útvega sær kjarnorku og noktaði fyri at lurta eftir ávaringunum úr USA vóru kjarnorkuvirkini oyðiløgd av ísraelskum bumbum.
Vit eru tí vitni til eina ótespiliga gongd í Miðeystri, har tað kann bresta nær tað skal vera og í fleiri støðum. Hamas sjálvmorðsálop á Ísrael, borgarakríggj í Irak og oyðing av kjarnorkuvirkjum í Iran hesi eru tikkandi bumburnar í Miðeystri í dag. Tað skal hepni, vit og skil og diplomati at forða fyri, at ein av hesum bumbum ikki brestur. Og hóast tað eydnast at forða ragnarroki í einum av hesum plássum, so er stórur vandi fyri, at bert ein av bumbunum fer av, fer hon at seta eld í hinar. Tað er ongantíð rætt at geva skarvin yvir, at fella í fátt og lata svartskygni taka ræðið. Men í hesum trimum málum tykist svartskygnið vera meira realistiskt enn vónin og bjartskygnið. So ómøgulig tykist støðan.
Sosialurin