Heilsuverkið bjargaði dóttir míni

- Pápi mín doyði fyri einum stórum ári síðan, men áðrenn ringasti skelkurin og sorgin vóru linkað, leyp næsta skriðan, sigur Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu.

 

 

Jólini 2019 eru tey seinastu, áðrenn kommunuval verður aftur næsta heyst. Vit hava spurt borgarstjóran í Runavíkar kommunu, Tórbjørn Jacobsen, hvørji mál hann er serliga fegin um, at býráðið higartil hevur framt?

- Umframt alt tað, sum vit hava gjørt úti á smáu bygdunum í kommununi, fegnist eg í stóran mun um, at vit hava víðkað munandi um havnarlagið, sum Runavíkar havn umsitir, serliga í økinum eystan fyri við Skálafjørðin.

Tórbjørn Jacobsen vísir á, at útstykkingarnar í Rituvík, Skála og í Saltangará/Runavík vóru alneyðugar, og komið verður á mál við teimum um eitt ár. Væntandi verður eisini útstykkjað í Æðuvík í næstum.

- Ljósini til fótbóltsvallirnar í Runavík og á Skála eru annað mál, og tað kann nú vera, at tað, sum rættiliga verður eitt lop í kommununi, er, at ungdómurin nú umsíðir fær eitt savningarstað í Gulu Smiðjuni, og at vit skrivliga hava bundið okkum til eina deteilprojektering av nýggjari svimjihøll, sum vónandi og væntandi stendur liðug í 2022.

Tórbjørn Jacobsen ásannar, at hetta er stór fíggjarlig avbjóðing, kanska tann størsta hjá kommununi nakrantíð, men hann heldur, at ein nútímans býur og kommuna eigur at kunna bjóða sínum borgarum henda møguleikan.

Hvat fer at henda í tíðini, sum er eftir av hesum valskeiði?

- Umframt rakstrarliga gerandisdagin er peningur settur av til íløgur fyri hálvthundrað miljónir krónur í 2020. Hesar hava partvíst nakað nógv við tað at gera, sum eg havi nevnt, men fleiri íløgur eru umframt hetta, og tær skulu avgreiðast.

Tórbjørn Jacobsen sigur, at hann tískil heldur ikki verður arbeiðsleysur í árinum sum kemur. Hann væntar eisini, at valstríð fer at merkja árið 2020, nú val verður til kommunurnar hin 10. november næsta ár.

- Longu nú er valfepurin farin at merkjast, og nú jólaborðhald varð hildið í kommununi fyri øllum, sum starvast í hennara regi, boðaði borgarstjórin í røðu frá, at hann ætlar sær at stilla upp aftur á valinum komandi, um hann verður uppstillaður. Hvat tað røkkur til – ja, tað spyrst, um livst. Borgarin eigur kommununa, og hann eigur avgerðina.

Hvat var tað keðiligasta sum hendi í 2019?

- Politiskt kann eg ikki minnist, at nakað var keðiligari enn tað, tú kanst vænta í einum sessi sum hesum. Politiskir oddasessir eru ikki fyri sartar sálir, og tí er hvøljan hesi árini vorðin nóg tjúkk til at kunna taka sjálvt tað harðasta trýstið.

Tórbjørn Jacobsen vísir á, at persónliga hendi kortini okkurt, sum órógvaði meiri, enn gott var.

- Herfyri var eg í Klaksvík og spældi, sang og segði okkurt fyri teimum, sum hava sína dagligu gongd í gamla húsinum hjá Norðoya Banka, sum nú gongur undir heitinum ”Gloym meg ei”.

Borgarstjórin vísir á, at pápin doyði fyri einum stórum ári síðan, og tað var ikki meiri enn, at ringasti skelkurin og sorgin vóru linkað, tá leyp næsta skriðan. Deyðin var farin at gera um seg.

- Pápi mín, sum eisini var vinur okkara, var nóg gamal at fara í annað ljós, men tað var dóttir mín ikki. Ein dagin, eg verið eini ørindi í Havn og kom akandi út millum Fjarða - tá møti eg sjúkrabilinum, sum koyrdi alt tað, hann var mentur.

Tórbjørn Jacobsen sigur, at eina løtu eftir, at hann hevði møtt sjúkrabilinum henda dagin, ringdi versonur hansara.

- Hann segði mær, at dóttir mín lá á børuni í hesum skundiga akfari. Hon arbeiddi/ arbeiðir hjá Almannaverkinum og ”Gloym meg ei” í Klaksvík, útbúgvin bachelorur í námsfrøði, og nú var hjartað fyrigingið. Steðgað. Hon brast í gólvið norðuri í Klaksvík, lívið hvarv, og var hjálpin ikki so óvanliga skjót á staðnum, hevði eg mist mína elstu dóttir, sum bara var komin í hálvan aldur.

Tórbjørn Jacobsen ásannar, at einki kann vera keðiligari enn hetta, men nú er dóttirin tíbetur farin at ernast aftur.

- Heilsuverkið bjargaði henni, og tað var hon, sum fekk meg norður til Klaksvíkar hetta kvøldið at hugna um til jólaborðahaldið hjá henni og teimum sum starvast og halda til í tilhaldinum. Sjálvur fekk eg á henda hátt bundið eina sloyfu á - uttan sambering - ta ringastu og keðiligastu hendingina í 2019, sigur hann.

Hvat er tað besta, sum er hent í 2019?

- At Kongshavnar Kvinnufelag gav Gulu Smiðju stórfingnu gávuna á 2,5 miljónir krónur fyri at fáa ungdóminum í býnum eitt savningarstað. Hitt er, at eg fekk høvi at skriva undir sáttmála um at svimjihøllin í Runavík umsíðir verður neyvætlað, soleiðis, at vit fáa boðið út arbeiðið at byggja høllina á vári 2021.

##med2##

Hvar og hvussu fer borgarstjórin at halda jól í ár?

- Tað verður ein skáksigling millum heimbygdina Glyvrar og Havnina. Skift verður millum mína egnu slekt og slektina hjá konuni. Seinnapartin jólaaftan siti eg saman við børnunum á mínum fasta beinki í Glyvra kirkju. Tað mesta av kvøldinum verður hildið saman við slektini hjá konuni, og á midnátt fari eg aftur í kirkju, hesaferð hjá katolikkunum.

Tórbjørn Jacobsen sigur, at jóladag vera tey hjá einari systir hansara, og síðan fara restin av jólunum í stóran mun til at avstreingja seg sjálvan til eitt nýtt arbeiðsár. 

- Annars havi eg verið til skips eini 25 jól, og tey vóru ikki tey ringastu, hóast hóvastákið var væl minni enn skundanin inn og út úr krambúðum, har tað ræður um at gelda peningapungin einaferð fyri allar, sigur borgarstjórin í Runavíkar kommunu.