Eygleiðarar: -Einki ræðandi í Sýrialandi

Teir arabisku eygleiðararnir, sum eru komnir til Sýrialands at kanna viðurskiftini, eru sambært Reuters komnir til ta fyribilsniðurstøðu, at teir hava ikki sæð nakað ræðandi, síðani teir komu hagar. Tað skal leiðari teirra, Mustafa al-Dabis úr Sudan, hava sagt.

Í gjár vóru eygleiðararnir í býnum Homs, har harðir samanbrestir hava verið millum mótmælisfólk og herin, og sambært Reuters skal Mustafa al-Dabis hava sagt, at støðan er ikki so góð allastaðni.

Keldur innan mótstøðufólkini vænta ikki, at vitjanin hjá teimum arabisku eygleiðarunum fer at hava nakað gott við sær.

-Tað er ikki líkt til, at eygleiðararnir skilja, hvussu stýrið her virkar, og teir hava heldur ikki víst seg at hava nakran áhuga í líðingunum hjá fólkinum, sigur eitt mótmælisfólk við Reuters.

Sýrisku myndugleikarnir siga, at teir hava latið 755 fangar leysar, men mannarættindafelagsskapurin Human Rights Watch sigur, at fangarnir eru fluttir úr fongslunum til nakrar hernaðarlegur, sum eygleiðararnir ikki sleppa at vitja.