hevur tað øgeliga nógv at týða, hvørjar avleiðingar verða av bankamálinum. Tað fær ávirkan, hvussu vit frameftir fara at samskifta við danir, sigur Jóannes Eidesgaard. Men greitt er, at nógv sár standa eftir [...] fyri seg, tí úrslitið av hesum hevur ávirkan á skuldarspurningin, sum eigur at verða framhald av bankamálinum. Tað er av stórumtýdningi fyri Føroya fólk, at vit fáa virðiligt úrslit í bankamálinum. Fyri [...] honum. Danski fíggjarmálaráðharrin átti ikki at sloppið á fund við Landsstýrið, eins og fyri at fáa teir í góðhýri og hervið seta góðan dám á komandi samráðingarnar. Hetta er avgjørt ein liður í eini
hava sum sagt rikið timburhandilin í nógv ár, og teimum hevur dámað væl. Nógv fólk hevur millum ár og dag verið á gátt hjá teimum báðum, og tað hevur verið nógv at gjørt. Sum so mong onnur fyritøka merkti [...] við arbeiðið. Tað, at ikki hava samband við eins nógv fólk, verður nakað teir báðir fara at sakna, men teir himprast tó ikki við at lata handilin fara á nýggjar hendur. -Vit fara nokk ikki at keða okkum [...] Viðtal Á nýggjárinum skifti Vestmanna Timburhandil eigarar. Síðani 1958 hevur handilin verið á hondunum hjá brøðrunum Jákupi og Símuni Hansen. Teir báðir, Òli Hansen og Regin Joensen, hava tikið yvir.
Føroyar hava tørv á. Jobmatch er m.a eitt úrslit av, at fleiri fyritøkur áhaldandi vísa á at tær hava trupulleikar við at fáa nóg nógv fólk og oftani er eisini trupult at finna fólk við røttu førleikunum [...] eru í eini tilgongd ímóti einum vitanarbúskapi. Fyritøkurnar á hesum øki eru í harðari kapping um at fáa fatur á bestu arbeiðsorkuni, og nógv lond brúka nógva orku til at fáa útlendingar við røttu førleikunum [...] fyritøkur vísa á, at tær hava trupult við at fáa fólkið sum tørvur er á. Skal Føroyar menna seg til at verða millum fremstu lond, er avgerðandi neyðugt, at Føroyar eisini megnar at draga til sín fólk við útbúgving
Tryggingarfelagnum Føroyar. - Síðan er tað hvussu starvsfólkini hava tað fysiskt, um tey eru væl fyri og frísk. Tað triðja er tann psykiska vælferðin, hvussu tey trívast í arbeiðinum, og um tey hava somu [...] unum svaraðu uppá. Kanningin vísti hvussu heilsustøðan og trivnaðurin vóru. Úrslitið vísti nakrar tendensir, sum leiðslan í felagnum valdi at gera nakað við, bæði á fysisku og psykisku síðuni. - Kanningin [...] Gunnar í Liða. Alt hetta hevur ávirkan á fysisku vælveruna, men fyri eisini at fokusera uppá tað psykiska fara tey at gera starvsfólkasamrøður, sum skulu vera á hvørjum ári. Har fáa øll starvsfólk eina
Løgmaður hevur kortini vónina. Hann vísir á í røðu síni, hvussu neyðugt tað er at gera nýskipanir, serliga nú tað gongur so væl í samfelagnum. Hann vísir á, hvussu illa vit hava dugað gjøgnum árini at gera [...] tær tríggjar nýskipanirnar, sum hava verið á breddanum eina drúgva tíð nú. Vit hava hoyrt mest um fiskivinnunýskipanina. Hon er helst tann, sum rakar flest fólk og okkara fiskivinnu mest. Í røðu síni staðfestir [...] verið lætt at fáa semju um hetta stórmál. Andstøðan er ikki við í nýskipanini og hóast semjuna á Seglhúsloftinum á Tvøroyri, so er eisini torført at fáa øll samgongufólk at hava áralag. Nú er tíðin til gildiskomuna
Enn er ikki greitt, hvussu stóran skaða arbeiðið við at gera nýggju ferjuleguna til Norrønu á Bursatanga í Havn fekk í illveðrinum um vikuskiftið. Menn frá Pihl&Søn, ið stendur fyri arbeiðinum, hava verið [...] Leiðslan í Pihl&Søn skuldi á fund um málið seinnapartin týsdagin, eftir at blaðið var farið til prentingar. Og tá væntaði Jan Hoffman eisini at fáa eina frágreiðing um, hvussu umfatandi skaðin er. Kann [...] tor, fyri øllum arbeiðum hjá Pihl&Søn í Føroyum, sigur, at enn er ov tíðliga at meta um skaðan. - Fólk hjá okkum hava hugt at skaðanum, men enn hava vit ikki gjørt nakrar meting av, hvørjar avleiðingar
bygningar skulu byggjast. Hann vísir á, at teir enn ikki hava læst seg endaliga fastar í, hvussu nógvar íbúðirnar verða tilsamans, tí hetta veldst eitt nú um, hvussu stórar einstøku íbúðirnar verða. - Men [...] sum er stjóri í Sp/F Skákinum. Sjálvur er hann útbúgvin maskinsmiðjur og sigur, at hann hevur nógv gott fólk aftrat sær, og her eru eisini dugnaligir timburmenn. - Íbúðarverkætlanin, sum verður framd í [...] Seinasta summar bjóðaði Nes kommuna út alment eitt lendi við Regnavegin á Toftum, beint sunnanfyri Svangaskarð. Økið, sum er einar 8.000 fermetrar, er ætlað til fjølbroytta íbúðarbygging, og nú vildi kommunan
av ferðafólki, er á veg til Vágarnar. Brádliga punkterar eitt av hjólunum og førarin missir tamarhaldið á bussinum. Hann koyrir frontalt inn í ein mótkoyrandi bil og báðir bilar steðga á staðnum. Ein lastbilur [...] løgd á eina børu og førd yvir í ambulansuna. Løtu seinni kemur eisini næsta offrið út úr bussinum. Boð koma nú um, at tyrla er boðsend at hjálpa við sjúkraflutninginum. Tvey illa skadd fólk liggja á børum [...] lastbilur, ið eisini er á veg til Vágar, og sum koyrir aftanfyri bussin, nær ikki at steðga, men renir upp í reyvina á bussinum, og eldur kemur í. Kl. 19.53 nýtir bussførarin eina av neyðtelefonunum. Hann
unum, at fáa lønina á eitt niveau, har tað gerst freistandi, at søkja sær arbeiði. Ásannast má, at enn er langt á mál. Hvar er leikluturin hjá kommununum kring landið? Hvussu nógv verður gjørt, fyri at [...] óløntari arbeiðsmegi, ístaðin fyri at starvsfólkanormeringin á eldraøkinum verður økt. Farið heldur til verka og loysið ótolandi støðuna á eldraøkinum á ein professionellan hátt. Tá tað arbeiðið er gjørt, kunnu [...] arbeiði gagnar sálarheilsuni, er ein yvirskrift hjá Tórshavnar kommunu. Talan er um sjálvboði arbeiði á eldraøkinum. Tað kann tykjast sum eitt gott íkast til dagligdagin hjá eldru borgarunum. Men er hetta
hvalirnir hava verið ígjøgnum. Tí heitir hon á føroyingar, um at taka støðu til, um grindadráp ikki er ein farin tíð. - Hetta er eitt av mongum dømum um, hvussu nógv kann ganga galið - og gongur galið - í [...] Hvannasundi í gjárkvøldið var ræðulig djórapínsla. Seks hvalir vóru á lívi og svumu runt í firðinum leingi, meðan familja teirra lá deyð á strondina, og havið var reytt við blóð teirra. Tað skrivar Marna [...] vórðu dripnir á somu hvalvág og máttu altso uppliva ræðuleikan at svimja ígjøgnum ta blóðuga vatnið. Hetta átti heldur ikki at vera góðtikið. - Hesaferð hendi eisini tað, at nakrir hvalir vóru á lívi og svumu