Eitt nýtt ættarlið tikið við í Vestmanna Timburhandli

Eitt nýtt ættarlið hevur tikið við leiðsluni í Vestmanna Timburhandli. Teir báðir, Òli Hansen og Regin Joensen, hava tikið yvir eftir brøðurnar Jákup og Sínum Hansen. Dreymurin um at hava teirra egna telist millum fremstu orsøkirnar til, at teir valdu at keypa timburhandilin. Fyrsta avgerðin hjá nýggju ánarunum var at fara undir at selja tey kendu Fjarðahúsini aftur


Viðtal

Á nýggjárinum skifti Vestmanna Timburhandil eigarar. Síðani 1958 hevur handilin verið á hondunum hjá brøðrunum Jákupi og Símuni Hansen. Teir báðir, Òli Hansen og Regin Joensen, hava tikið yvir. Tveir menn, sum einki tilknýti hava til Vestmanna, hava keypt handilin og eru farnir til verka.
Timburhandilin húsast í dag inni á Fjørð í Vestmanna. Tann stóri, reyði, avlangi bygningurin hevur seinastu árini verið karmur um virksemið hjá timburhandlinum. Hóast handilin við sínum nú fimm starvsfólkum starvsfólkum ikki telist millum størstu arbeiðsplássini í bygdini, hevur hann ein serligan týdning fyri bygdina, og tað eru eisini tey lokalu, sum eru tey raskastu at vitja handilin. Í longri tíð hava teir báðir verið einsamallir í handlinum.
Henda dagin vit steðga millum bygningarnar í tí reyða ídnaðarøkinum í Vestmanna, er tað eisini við einum tanka um at gera eina mynd av einum ættlarliðsskifti. Ein uppgerð millum tað nýggja og tað.... eldri. Sjónin, ið møtir tær í sølubúðini í timburhandlinum, er sum var hon bíløgd frammanundan. Meðan hondskrivaðar kvittanir liggja á diskinum, stendur eisini ein fartelda mitt fyri á gólvinum. Ein talgildur avlesari er settur til telduna. Eyðsæð er, at hondskrivaðu kvittaninar og gomlu handilsmynstrini so smátt hoyra til eina farna tíð.

Dreymurin
Nýggju ánararnir kenna hvønn annan væl. Teir hava báðir starvast hjá formula.fo og kennast hiðaniífrá. Regin Joensen er argjamaður, og hann ferðast nú hvønn morgun av Argjum til Vestmannar, greiðir hann frá, tá vit sita í teirri heldur sermerktu kantinuni hjá timburhandlinum. Regin er handilslærdur. Seinastu trettan árini hevur hansara arbeiðspláss verið formula.fo (skift navn sama tíðarskeið). Hin nýggi eigarin er Óli Hansen. Hann er klaksvíkingur, løgfrøðingur, búsitandi í Hoyvík og nú er hann eisini formaður fyri nakrar av størru fyritøkunum í landinum. Hann hevur eisini verið knýttur at formula í longri tíð. Hann fer úr einum stjórastarvi hjá formula, men heldur seg tó ikki aftur av hesari orsøk.
Saman hava teir lagt leiðina úr teld í timbur. Óli heldur fyri, at lopið kanska ikki er longri enn so, at teir hjá formula seldu vitan og loysnir, har teir nú eisini fara at bjóða heildarloysnir, hóast ráðvøran kanska brýtur eitt sindur frá.
Um orsøkina til, at teir eru endaðir inni á Fjørð í Vestmanna, er partur av frákláringini tilvild og ein annar partur ein dreymur.
Báðir høvdu teir hug til at royna okkurt nýtt. Tankin um at hava sítt egna virki var ikki fremmandur fyri teimum, og teir høvdu eisini eina vón um, at dreymurin kundi gerast veruleiki. At tað júst gjørdist Vestmanna Timburhandil er meira tilvildarligt enn nakað annað. Sjálvur eigur Regin eitt Fjarðahús, sum Vestmanna Timburhandil hevur framleitt í nógv ár og er kendur fyri. Sostatt kendi hann til fyritøkuna. Teir róðu seg fram á, at fyritøkan kundi verið eitt gott keyp. Eftir eitt sindur av tingingum seldu gomlu eigararnir, ið høvdu hugsað sær at gevast, timburhandilin til teldumenninar.

Lívsverk
Nýggja leiðslan fyri Vestmanna Timburhandil er ikki í iva um, at teir hava yvirtikið eina góða og væl rikna fyritøku. Umdømi er í lagi og í allar mátar stendur væl til.
Brøðurnir Jákup og Símun (Símun hjá Axel) hava rikið Vestmanna Timburhandil síðani 1958. Eftir at hava húsast ymsastaðni í bygdini, staðfestu teir teirra støðu sum bygdamyndir við at byggja stóra bygningin inni á Fjørð.
Marknaðurin hevur altíð fyri tað nógva verið nærumhvørvið. Virksemið hevur verið ein góður blandingur av smáhandli og sølu av tilfari til størri byggiarbeiði.
Marknaðurin fyri einum Timburhandli í Vestmanna byrjaði tó skjótt at gerast rímiliga trongur. Teir funnu tó upp á ráð. Í 1977 komu teir við sínum Fjarðahúsum. Í samstarvi við Verkfrøðingastovuna bjóðaðu teir ?lidnar? loysnir til sethúsamarknaðin. Hesi gjørdust skjótt væl umtikin, og í dag standa eini 350 Fjarðahús kring oyggjarnar.
Teir báðir, Jákup og Símun, hava sum sagt rikið timburhandilin í nógv ár, og teimum hevur dámað væl. Nógv fólk hevur millum ár og dag verið á gátt hjá teimum báðum, og tað hevur verið nógv at gjørt. Sum so mong onnur fyritøka merkti Vestmanna Timburhandil eisini kreppuárini, og hetta gjørdi m.a., at teir góvust við at framleiða tey kendu Fjarðahúsini.
-Vit hildu, at tíðin var komin til at gevast. Vit hava gjørt arbeiði so væl vit nú einaferð hava kunnað, og tað hevur verið stuttligt at rikið handil, men tað er samstundis ein spurningur um, hvussu leingi vit báðir orka at halda á, sigur Jákup, og bróðurin er ikki ósamdur við honum.
Teir báðir fingu tilboðið frá Òla og Regini uttan at hava lýst handilin til sølu.
-Vit kundu tað sama hava latið handilin aftur við alla, men vit vildu heldur lata yngri kreftum sleppa framat, tá ið tað eisini virkaði sum um, at teimum báðum hóvaði hetta slag av virksemi. Vit valdu at lata teir báðar føra handilin víðari, og nú verður tað so upp til teir báðar at føra handilin víðari, siga brøðurnir á einum máli.
Brøðurnir fara ikki heilt at ganga arbeiðsleysir, nú teir hava sagt timburhandlinum farvæl. Báðir hava teir ymiskt, ið teir dáma at fáast, og teir hava eisini hjálpt nýggju eigarunum til rættis á timburhandlinum, men ætlanin er kortini ikki, at teir skulu vera verandi har.
Brøðurnir siga, at nógv er hent øll tey árini, ið teir hava havt handil, og tað er kanska heldur ikki so lætt at fylgja við øllum. Teir hava tó verið glaðir fyri tíðini, og mong hava fólkini verið, ið teir báðir hava hitt í sambandi við arbeiðið. Tað, at ikki hava samband við eins nógv fólk, verður nakað teir báðir fara at sakna, men teir himprast tó ikki við at lata handilin fara á nýggjar hendur.
-Vit fara nokk ikki at keða okkum kortini, siga brøðurnir Jákup og Símun, sum eftir mong fet takka fyri seg inni á Fjørð.

Til verka
Nú nakrir mánaðir eru farnir síðani Óli og Regin tóku við leiðsluni á Vestmanna Timburhandli, so hevur hetta eisini merkt timburhandilin. Nýggju eigararnir hava avgjørt at leita aftur á kendar leiðir hjá timburhandlinum. Teir eru nevniliga farnir í holt við at selja og marknaðarføra Fjarðahúsini aftur.
-Fólk kenna Fjarðahúsini, og í Føroyum skuldi verið ein marknaður fyri hesum, nú eftirspurningurin eftir húsum er so mikið stórur, sigur Regin Joensen.
Teir báðir hava nú funnið seg til rættis í nýggju leiklutum teirra, og teir lata væl at gongdini higartil, har teir m.a. hava fingið glið á húsasøluna. Treyðugt so er hetta nýggj vinna hjá teimum báðum ? úr teld í timbur.
-Vit eru farnir at selja eitt øðrvísi slag av loysnum, og hetta er ikki minni spennandi, siga teir báðir, Òli og Regin, á einum máli, áðrenn næsta timburið skal avgreiðast.