Vanlukkan:
Ein bussur, fullur av ferðafólki, er á veg til Vágarnar. Brádliga punkterar eitt av hjólunum og førarin missir tamarhaldið á bussinum. Hann koyrir frontalt inn í ein mótkoyrandi bil og báðir bilar steðga á staðnum. Ein lastbilur, ið eisini er á veg til Vágar, og sum koyrir aftanfyri bussin, nær ikki at steðga, men renir upp í reyvina á bussinum, og eldur kemur í.
Kl. 19.53 nýtir bussførarin eina av neyðtelefonunum. Hann fær beinleiðis samband við alarmcentralin í Havn og boðar frá, at 18 fólk eru í bussinum, 2 eru fastkloynd í mótkoyrandi bilinum, og ein førari er somuleiðis fastur í lastbilinum. Tað er eldur í, og nógvur roykur. 1,9 km eru til munnan Vágamegin, 3,0 km eru til munnan Leynamegin.
Uml Kl. 19.58 fær alarmsentralurin eina fráboðan afturat. Ein bilur er farin inn í tunnilin Leynamegin, men orsakað av nógva roykinum frá fyrstu vanlukkuni, hevur hann mist tamarhaldið, og hevur rent inn í tunnilsveggin. Fýra fólk eru inni í bilinum, meðan ein er uttanfyri. Tey eru stødd 50 metrar frá munnanum Leynamegin.
Hvat víðari hendi her, veit Sosialurin ikki, eftirsum vit vóru stødd har stóra vanlukkan hendi.
Kl. 20.13 koma boð umvegis samskiftistólið, at sløkkiliðsmenn frá Vágoynni eru uttanfyri tunnilin. Teir koyra inn í tunnilin, og siga allatíðina frá, hvussu langt inn teir eru komnir, og um teir síggja nakað. ...»1,2 km, vit síggja framvegis einki«... »1,4 km, nú síggja vit okkurt«... »1,6 km, vit síggja ein buss, og tað rýkur úr honum. Her er nógvur roykur«
Kl. 20.18 eru fyrstu brandmenninir komnir á staðið. Eini fýra ella fimm av offrunum, sum hava gingið og malið síðan vanlukkan hendi, leypa á sløkkiliðsmenninar og rópa og skríggja um hjálp. Tey vera skúgvað til viks, meðan brandmenninir bera skjótt at, og byrja at sløkkja eldin. Í bussinum banka fólk á rútarnar, og rópa um hjálp. Offrini uttanfyri bussin ganga og mala, púra hjálparsleys. Umvegis samskiftistólið koma fyrispurningar frá báðum tunnilsmunnum, um hjálp skal koma inn. Sagt verður, at ambulansurnar skulu bíða, tí fyrst fara teir at sproyta við skúmi. Ein brandbilur afturat kemur frá Vágoynni.
Kl. 20.25 fer fyrsti brandmaðurin inn í bussin. Hann boðar frá, at tað eru 12 fólk inni í bussinum og eini 4 ella 5 ganga og mala uttanfyri bussin. Nøkur eru illa skadd, meðan onnur eru betri fyri. Innsatsleiðarin Leynamegin boðar frá, at tvær ambulansur eru tøkar teirru megin, og spyr um tær skulu sendast inn. Leiðarin inni í tunnlinum heldur tað vera frægast at fáa ambulansuna at koma frá Vágunum, av tí, at nógvur roykur framvegis er, og vindurin blæsir hann ímóti Leynum. Løtu seinni staðfesta teir Leynamegin, at roykurin er nógv minkaður, og tað er trygt at koyra.
Kl. 20.34 kemur fyrsta hjálpin frá Leynamunnanum. Tað er ein brandbilur úr Kvívík. Eingin roykur er longur. Ein fyrispurningur kemur, um ambulansir eisini skulu sendast inn Leynamegin, men svarið er, at fyrsti læknin Vágamegin er á veg inn í tunnilin, og at bíðast skal við ambulansunum, til hann hevur mett um støðuna.
Kl. 20.35 kemur fyrsta ambulansan á staðið. Hon kemur úr Vágunum, og brátt kemur ein afturat hagani. Portørarnir fara inn í bussin, har nógvir brandmenn eisini eru. Uttanfyri bussin verða børur settar upp, og nú kemur eisini fyrsti læknin á staðið. Hann rennur yvir til bussin, men av tí, at bussurin er fullur av brandfólki og portørum, má hann bíða eina løtu, áðrenn hann sleppur inn í bussin. At síggja til er alt kaos í løtuni. Nógvar hendur at hjálpa, sum tó ikki heilt vita hvat tær skulu gera... Løgreglan er komin, og nú verða offrini, sum hava gingið og malið, síðan vanlukkan hendi, endiliga savnað og sett inn í ein bil.
Kl. 20.42 verður fyrsta offrið hjálpt úr bussinum. Unga kvinnan verður løgd á eina børu og førd yvir í ambulansuna. Løtu seinni kemur eisini næsta offrið út úr bussinum. Boð koma nú um, at tyrla er boðsend at hjálpa við sjúkraflutninginum. Tvey illa skadd fólk liggja á børum uttanfyri tunnilsmunnan, har tyrlan fer at lenda, og allatíðina koyra sjúkrabilar til og frá við fleiri sjúklingum. Fleiri læknar eru komin a staðið, og taka hond um tey skaddu.
Kl. 20.52 lendir tyrlan. Tvey offur verða flutt inn í tyrluna.
Kl. 20.59 lættir tyrlan aftur. Boð koma um, at sjúkrabilar skulu standa klárir hinumegin sundið, tí tyrlan fer ikki at flúgva heilt til Havnar, men bert flyta tey skaddu tvørtur um Vestmannasund, og tey mugu so flytast á Landssjúkrahúsið við sjúkrabilum.
Kl. 21.00 koma boð um, at sjey fólk eru eftir inni í bussinum, og harafturat eru nøkur uttanfyri bussin.
Kl. 21.20 koma so endaligu boðini um, at øll nú eru flutt av staðnum. Talan var um 20 fólk. Harímillum teljast eisini tey, sum ikki yvirlivdu.










