Jobmatch – at fáa útisetan heimaftur

Vitanarsamfelag krevur at hava førleikasterk starvsfólk. Føroyska vinnulívið hevur í dag trupulleikar við at fáa fatur á starvsfólki við røttu førleikunum til røttu størvini, vit vita at nógvir útbúnir útisetar ikki koma heimaftur, og at fólkavøksturin er ov lítil. Hetta er ein álvarsom hóttan ímóti vøkstri og menning í Føroyum.

Bogi Eliasen cand.scient.pol


Altjóða kapping um borgarar


Heimurin er í støðugari broyting og menningin av tøkni ger, at broytingar ganga skjótt fyri seg í dag. Kunningar- og samskiftistøknin ger at fjarstøða fær minni týdning, og økt altjóða samstarv ger tað lættari hjá fólki at leita sær í onnur lond at búgva og arbeiða. Alheimsgerðin letur upp møguleikar, men elvir eisini til harða kapping ímillum heimsins lond. Øll lond ynskja menning, og í okkara parti av heiminum er tað ikki óvanligt at seta sær fyri at verða fremst í heiminum á ávísum økjum.


At verða millum fremstu lond krevur bæði væleydnaðar politiskt settar karmar, men eisini at landið megnar at draga til sín arbeiðstakarar við røttu førleikunum. Flestu lond í vesturheiminum, eisini Føroyar eru í eini tilgongd ímóti einum vitanarbúskapi. Fyritøkurnar á hesum øki eru í harðari kapping um at fáa fatur á bestu arbeiðsorkuni, og nógv lond brúka nógva orku til at fáa útlendingar við røttu førleikunum til arbeiðsmarknaðin.


Horvnir útisetar

Seinasta árið hevur nógv uppmerksemi verið kring trupulleikan við, at ov fáir føroyingar, sum nema sær útbúgving uttanfyri Føroyar koma heimaftur. Ein kanning hjá Norðuratlantsbólkinum vísti, at nógvir føroyingar við útbúgving, sum Føroyar hava tørv á, búgva í Danmark.


Ein onnur kanning sum Jacob Mouritz Olsen hevur gjørt fyri Stuðulsstovnin og sum er partur av einari felags norðurlendskari kanningarætlan staðfesti, at ein sera stórur partur av útbúnum útisetum ikki koma aftur til Føroya tey fyrstu árini. Kanningin staðfesti somuleiðis, at ein stórur partur av hesum als ikki hava ætlanir um at koma aftur til Føroya. Undan hesari kanning vóru gitingar um hvussu nógv av hesum komu heimaftur, men eingin nágreinilig vitan var. Nú vita vit, at Føroyar hava stórar trupulleikar við at fáa sínar egnu útbúnu borgarar heimaftur. Tórshavnar Kommuna og Norðuratlantsbólkurin arbeiða í dag við einari kanning, sum skal royna at finna orsøkirnar til hví so nógv ikki koma aftur.


Nógv koma ikki aftur

Kanningin hjá Stuðulsstovninum hyggur at teimum sum vórðu liðug at lesa í 2004 – 2006. Hon vísir at góð 44% vóru komin aftur til Føroya mitt í 2007. Av teimum 56%, sum enn búleikaðust uttanlanda, søgdu næstan helvtin ella 42,5%, at tey ikki fluttu aftur til Føroya tey komandi fimm árini. Hesi tøl vísa greitt, at vit hava trupulleikar við at fáa útbúnar útisetar heimaftur, tí støðan er tann at yvir 62% av teimum sum taka útbúgving gera tað uttanfyri Føroyar, fyri Ísland er talan um 25%. Tað sum áður var gitingar, eru nú konkret tøl.  Stórur partur av fólkunum Føroyar uppalir og førleikamennir  fara av landinum og koma ikki aftur.


Brain Drain

Føroyar eru ídag í eini brain drain støðu. Tøl frá Hagstovuni vísa, at vit ikki kunnu vísa á fólkavøkstur av týdningi. Vit vita, at ein ov stórur partur av teimum við útbúgving ikki koma aftur.

Tað merkir, at við ikki fáa allar teir førleikar inn á okkara arbeiðsmarkna, sum Føroyar hava tørv á. Jobmatch er m.a eitt úrslit av, at fleiri fyritøkur áhaldandi vísa á at tær hava trupulleikar við at fáa nóg nógv fólk og oftani er eisini trupult at finna fólk við røttu førleikunum.


Serliga tá talan er um longri hæggri útbúgvingar senda vit ein stóran part av okkara ungdómi av landinum at nema sær kunnleika. Vandin er sjálvsagt, at hesi fólk ikki koma heimaftur. Hetta er eitt fyribrygdi, sum sæst í flestu útjaðaraøkjum. Munurin viðvíkjandi Føroyum er, at Føroyar sær seg sum eina eind og ynskir at menna seg til at verða frammi millum heimsins fremstu lond. Er tað ætlanin, er avgerðandi neyðugt at vit fáa fleiri av okkara útisetum heimaftur. Talan er ikki bert um at fáa tey sum gera seg lidnan við útbúgving, men eisini útisetar, sum eru á arbeiðsmarknaðinum í øðrum londum.

Tað er eisini neyðugt at Føroyar í størri mun lata dyrnar upp fyri at fáa útlendska arbeiðsmegi til landi á øllum økjum. Tey londini vit samanbera okkum vid brúka orku til at draga til sín førleikasterkar útlendingar og hetta er ein týðandi partur av kappingini, sum er millum lond ídag fyri at tryggja sær framburð


Hví Jobmatch?

Hugsanirnar við at gera eitt tiltak sum Jobmatch eru fleiri. Men tær týdningarmestu eru, at útbúnir útisetar ikki koma aftur í nóg stóran mun og at fleiri fyritøkur vísa á, at tær hava trupult við at fáa  fólkið sum tørvur er á. Skal Føroyar menna seg til at verða millum fremstu lond, er avgerðandi neyðugt, at Føroyar eisini megnar at draga til sín fólk við útbúgving.


Gjógvin

Tað tykist sum um fjarstøðan millum tey lesandi og føroyskar arbeiðsgevarar er stór. Føroyska lestrarumhvørvið er í stóran mun í Danmark og tað elvir til ymsar trupulleikar, m.a. at tey lesandi ikki eru partur av føroyska samfelagnum meðan tey lesa, og hetta er við til at skapa eina fjarstøðu millum føroyskar arbeiðsgevarar og lesandi.


Sameina

Høvuðsmálið við Jobmatch er at sameina arbeiðstakarar og arbeiðsgevarar. Sostatt er málið, at føroyskar fyritøkur bjóða seg fram sum arbeiðspláss. Málbólkurin er í fyrsta lagi føroyingar í Danmark, men eisini útlendingar, sum kundu hugsað sær at arbeitt í Føroyum. Men vit vóna eisini, at fyritøkurnar á henda hátt lýsa føroyska arbeiðsmarknaðin fyri føroyska útisetanum, soleiðis at tey beinanvegin umhugsa at koma aftur til Føroya.

Jobmatch vendir sær ikki bert til føroyingar, sum nema sær útbúgving í Danmark, men til allar føroyingar í Danmark og útlendingar, sum hava áhuga at arbeiða í Føroyum.



Skulu Føroyar hava vøkstur og menning, er avgerðandi neyðugt, at Føroyar megna at draga til sín fleiri fólk. Í fyrsta umfari er talan um at royna at fáa fleiri útisetar heimaftur, men ein partur av langtíðarætlanini má eisini verða at fáa førleikarsterkar útlendingar, sum vit t.d síggja USA og Kanada gera.



Meira kann lesast um jobmatch á www.jobmatch.fo





Til greinina

(tit kunnu eisini taka onnur tøl)



Talva Hagstovan  


www.hagstova.fo/portal/page/portal/HAGSTOVAN/Hagstova_Foroya/Hagtalsgrunnur/ibugvav_val/VITAL

Broytingarnar í fólkatalinum skift á til- og frágongd og tíðarskeið

     1985    1990    1995    2000    2001    2002    2003    2004    2005    2006    2007

Fødd    739    943    644    692    632    709    705    713    712    662    672

Deyð    340    359    364    352    358    392    404    379    419    416    380

Burðaravlop    399    584    280    340    274    317    301    334    293    246    292

Tilflyting    1.392    1.101    1.689    1.830    1.772    1.754    1.560    1.419    1.223    1.488    1.472

Fráflyting    1.436    2.107    2.285    1.379    1.229    1.364    1.351    1.585    1.670    1.577    1.658

Nettoflyting    -44    -1.006    -596    451    543    390    209    -166    -447    -89    -186

Rættingar    0    0    0    0    0    0    0    -9    0    0    0

Fólkavøkstur    355    -422    -316    791    817    707    510    159    -167    157    106

Fólkatal 31. des.    45.673    47.348    43.328    46.144    46.961    47.668    48.178    48.337    48.170    48.327    48.433

Miðalfólkatal    45.496    47.559    43.486    45.749    46.553    47.315    47.923    48.258    48.254    48.249    48.380

Fødd pr. 1.000    16,2    19,8    14,8    15,1    13,6    15,0    14,7    14,8    14,8    13,7    13,9

Deyð pr. 1.000    7,5    7,5    8,4    7,7    7,7    8,3    8,4    7,9    8,7    8,6    7,9

Burðaravlop pr. 1.000    8,8    12,3    6,4    7,4    5,9    6,7    6,3    6,9    6,1    5,1    6,0

Tilflyting pr. 1.000    30,6    23,2    38,8    40,0    38,1    37,1    32,6    29,4    25,3    30,8    30,4

Fráflyting pr. 1000    31,6    44,3    52,5    30,1    26,4    28,8    28,2    32,8    34,6    32,7    34,3

Nettoflyting pr. 1000    -1,0    -21,2    -13,7    9,9    11,7    8,2    4,4    -3,4    -9,3    -1,8    -3,8

Fólkavøkstur pr. 1000    7,8    -8,9    -7,3    17,3    17,6    14,9    10,6    3,3    -3,5    3,3    2,2





Slide við útbúgvingarbýti, Føroyar – Danmark

Frá www.studulsstovnurin.fo/dokumentir/Framløga.ppt nummer 9


 






Kassi: Føroyskar fyritøkur og stovnar fara í heyst at bjóða seg fram mótvegis føroyskum útisetum. Hetta verður á eini starvstevnu í Keypmannahavn, sum verður marknaðarførd undir heitinum JobMatch. Tiltakið verður á Norðurbryggjuni 26. og 27. september í ár.