VIDEO: Fótbóltslívið og skúlalívið passa væl saman

(VIDEO) Í summar bleiv málverjin hjá Víkingi, Bárður á Reynatrøð útbúgvin lærari. Síggj samrøðu frá FSF-varpinum

Mynd: FSF

FSF skrivar: 

 

- Hann er nýútbúgvin lærari og starvast nú í Tofta skúla. Men í næstum fer Bárður á Reynatrøð at fyrireika seg til HM undankappingardystin móti Kroatia, sum verður á Tórsvølli fríggjadagin 5. septembur

 


Í summar bleiv málverjin hjá Víkingi, Bárður á Reynatrøð útbúgvin lærari. Men hvussu er at fáa starvið sum lærari og fótbóltsspælari á hægsta stigi at passa saman?

 

Hesum og øðrum spurningum setti FSF varpið landsliðsmálverjanum fyrr í vikuni, tá vit vóru á vitjan í 7. flokki í Tofta skúla.

 

Bárður sigur millum annað, at børnini í skúlanum kunnu finna upp á at arga eitt sindur, um Víkingur hevur tapt, og B68 hevur vunnið. Men meir enn arging liggur kortini ikki í tí, og stevið millum læraran úr Leirvík og børnini á Toftum er gott.

 

HER ber til at síggja og hoyra innslagið frá FSF-varpinum:

 

##med2##

 

Mynd: FSF