Víkingur skrivar soleiðis í kvøld:
Fyri triðju ferð í ár, kunnu vit aftur kunngera, at ein av okkara leikrarum tekur feti víðari út í heim at spæla fótbólt.
Víkingur hevur gjørt avtalu við Egersund í næstbestu deildini í Norra um at leiga Árna Nóa Atlason restina av árinum, við ætlan um at keypa hann.
Vit hava í sera nógv ár lagt nógv fyri, fyri at menna okkara ungdóm til góðar fótbóltsspælarar, so at okkara Betri lið í stóran mun kann vera mannað av okkara egnu. At vit eru við til at klekja leikarar víðari út í heim, er tí sjálvandi ein stoltleiki, hóast hetta kann merkja at leikarar fara úr hópinum í úrtíð.
Hóast Árni Nóa bert er 19 ára gamal, so hava hansara fótbóltsevni verið eyðsædd í fleiri ár. Longu sum 16 ára gamal fekk hann sínar fyrstu minuttir á besta liðnum, og síðani tá eru tað blivnir til 78 dystir fyri okkara besta lið. (Kelda: Faroesoccer).
Eisini er Árni sloppin at uppliva tað serstaka, at sleppa at spæla saman við pápa sínum, Atla Gregersen.
Víkingur ynskir Árna Nóa tillukku við skiftinum, og allar bestu eydnu í Norra.
Ein fittur og fryntligur ungur maður, sum verður saknaður og sum vónandi veit, at tað í Sarpugerði altíð standa einar dyr opnar fyri honum.