- Grindadrápið var ræðulig djórapínsla

- Grindadrápið í Hvannasundi í gjárkvøldið var ræðulig djórapínsla. Seks hvalir vóru á lívi og svumu runt í firðinum leingi, meðan familja teirra lá deyð á strondina, og havið var reytt við blóð teirra. 


Tað skrivar Marna Fríða Olsen, samskiftisráðgevi og djóra- og umhvørvisverndarfólk, í lesarabrævi sent fjølmiðlunum í morgun.


Hóast fleiri fólk, ið tóku lut í grindadrápinum í gjár, mettu at drápið gekk væl, metir Marna Fríða Olsen, at tað samsvarar ikki við veruleikan. Tvørturímóti finst hon at fleiri viðurskiftum.


- Her kann ikki sigast, at drápið gekk "skjótt og gott". Eitt grindadráp voldir altíð hvalirnir ótta og stress. Tað er eisini partur av grindadrápinum, at hvalir síggja og hoyra teirra familju verða dripin, áðrenn teir sjálvir verða dripnir. Hetta er djórapínsla, ið ikki átti at verið góðtikið, skrivar Marna Fríða Olsen og heldur fram.


- Tá ið teir fyrstu 100 og nakað hval vóru dripnir, fóru bátar út eftir tí lítla bólkinum av hvali, ið sluppu undan tí fyrstu jagstranina. Hesir vórðu dripnir á somu hvalvág og máttu altso uppliva ræðuleikan at svimja ígjøgnum ta blóðuga vatnið. Hetta átti heldur ikki at vera góðtikið.


- Hesaferð hendi eisini tað, at nakrir hvalir vóru á lívi og svumu runt í firðinum í langa tíð, tí tað ikki eydnaðist grindamonnunum at reka teir inn. Ikki royndi teir heldur at reka teir inn fyrr enn eini tveir tímar eftir, at drápið var liðugt, og teir vóru í fer við at flyta teir deyði hvalirnir hinumegin molan. Ein kann ikki hugsa sær, hvønn ræðuleika hesir hvalirnir hava verið ígjøgnum.


Tí heitir hon á føroyingar, um at taka støðu til, um grindadráp ikki er ein farin tíð.


- Hetta er eitt av mongum dømum um, hvussu nógv kann ganga galið - og gongur galið - í grindadrápi. Hetta er eisini enn ein áheitan um at umhugsa etikkin í hesum siðinum og spurningin, um tíðin ikki er komin til at velja at verja og virða hesi djórini, ið vit skylda takksemi fyri tað, tey hava givið okkum gjøgnum tíðina.


Til ber at síggja upptøkur frá grindadrápinum og lesa alt lesarabrævið við at trýsta á her.