Mikkelsen var framúr á Niedersachsen stadion mikukvøldið. Avrikið hjá honum á landsliðnum kann sammetast við fyri fýra árum síðani, tá hann helt málið reint í Litava. Hesa ferð var tað á útivølli ímóti týska [...] sum ikki hevur verið á skránni, so bendir alt á, at Jákup Mikkelsen í Hannover setti punktum fyri hetta kappingarárið. ? 2. lið hjá Molde skal spæla leygardagin. 1. lið skal spæla á útivølli sunnudagin [...] eisini vita at siga sínum lesarum, at føroyski málverjin situr á beinkinum í Molde. Størsta týska dagblaðið, Bild, gav øllum, sum vóru á vøllinum mikukvøldið skoðsmál. Eitt talið, sum stendur fyri avrik
hevur roynst nakað serligt hjá tykkum á útivølli í ár? ? Um vit síggja burtur frá útisigrinum á B36, sum jú var vunnin á heimavøllinum hjá okkum, so hava vit bara vunnið á Skála og so í Gøtu. Tað var málleyst [...] so nú er tað upp á tíðina, at vit aftur enda ovast. Minnist tú nakrar serligar ferðir, tá tað hevur kiksað? ? Í 1999 taptu vit mjørkadystin í Gundadali ímóti KÍ. Kurt Mørkøre var á veg til Noregs, tá hann [...] eg, at vit vóru í minsta lagi á hædd við teir. So fingu teir brotsspark og skoraðu, og so gekk tað, sum tað gjørdi. Men nú snýr tað seg um dystin hesa ferð. Vit kenna okkum á toppinum, og vit hugsa ikki
finnast aðrir møguleikar í Suðuroy. Á almenna fundinum í Øravík um samferðsluhavnina upplýsti skiparin eisini, at av neyð kundi Smyril leggja at á bryggjuni norðaru síðu á Tvøroyri. Spurningurin hevur eisini [...] sparir 45 milliónir og tað er ørt ikki at taka av tí tilboðnum. Hann sigur, at Bjarni Djurholm var á veg í Løgtingið við eini ætlan um at gera tunnil ímillum Øravík og Hov uppi í fjøllunum, har tað ikki [...] koyring sum skal til, einir 12-14 lastbilar hvønn einasta dag í meiri enn eitt ár og nógv hava víst á, at hetta fer at føra stóran ampa við sær fyri ferðsluna annars, tí vegirnir eru so smalir. Eitt nú
fríggjadagin. Hans Petur vísir á, at konstruktiónin, sum ber tjaldinum uppi, er sterk og fer ongan veg, men hann ivast í, um tjaldið hevði verið so væl egnað, um nógvur vindur stóð á. - Men hetta er avgjørt ein [...] vera tann ella tey, sum skulu sýna fram sítt útboð. Nógv koyring og langir dagar á básinum, og tá ið so seinasti tímin á sølustevnuni er komin, er tíð at hugsa um at rigga av og fáa vøruna í hús aftur. [...] hví fyrireikararnir ikki høvdu eitt hvørt skipað undirhald á bústevnuni, sigur hann, at ymiskar meiningar eru um, hvønn týdning hetta hevur á eini slíkari stevnu. - Men tað var nú ikki sørt av undirhaldi
Smyril skal sigla einaferð um vikuna á Vág, og at tað er lógarfest, vísir aftur á sundurlyndið í okkum. Tad er eingin ivi um, at høvdu løgtingsmenn og bý- og bygdaráð gingið á odda og víst ein sterkan Suðuroyar [...] bara verða samt um at sigla á Tvøroyri, og so kundu tit brúkt hasar 20 mill.( ella hvat tað fer at kosta at útbyggja havnina í Vági), til at gera tunnil og tveysporaðan veg heilt av Tvøroyri suður til [...] skúlaprojektið nú er endað vesturi á Vágseiði. Hví varð ikki hildið fast um upprunaætlanina? Tað kann hugast, at við einum skúladepil í Hovi, var eitt lítið fræ sátt har víst var á, at aðrir møguleikar eru í oynni
seinastu dagarnar hava teir av álvara fingið beinini niður aftur á jørðina. Hóskvøldið spældu teir í triðja umfarinum í steypakappingini. Tað var á útivølli ímóti Hødd, sum er í næstbestu deildini. Hødd sigur [...] teir høvdu vunnið seks landskappingardystir á rað, tapti Molde stórt sunnudagin, tá teir vóru í Bergen og spældu ímóti Brann. Jákup Mikkelsen er framvegis á beinkinum hjá Molde. Hesa ferð sá hann kapp [...] í 2. hálvleiki fara í meskarnar eftir bóltinum. Tá tað var hálvleikt, var Molde á odda 1?0. Teir skoraðu beinanvegin upp á brotsspark, og tað sá ljóst út, tá Brann í 1. hálvleiki hevði misnýtt brotsspark
virki eru farin á húsagang eina og tvær ferðir seinastu árini og spurningurin er um tey tola at fara einaferð afturat. Hann heldur, at feiri virki úti um landið eru longu væl á veg at fara á húsagang. ?Onki [...] sum útlitini eru, bendir alt á, at tað verður uppaftur nógv verri framyvir, tí allar metingar siga, at fiskiskapurin hjá ES londunum fer at minka og sostatt fer tørvurin á fiski hjá fiskavirkjum í ES londunum [...] landinum. Nú fíggjarlógin fyri næsta ár hevur verið til viðgerðar, heitti Henrik Old, løgtingsmaður, á landsstýrismannin í fiskivinnumálum um at taka stig til at seta eina slíka nevnd. Men hann metir, at
sunnudagin. Gera teir tað, so er VÍF trý stig á odda, og so kann Neistin bara vóna, at vestmenningar annars halda á fram við tungu gongdini, soleiðis at stig verða mist á vegnum, meðan havnarliðið samstundis skal [...] nógv stendur á, og neyvan hevur hetta verið so neyðugt hjá teimum í langa tíð, sum tað verður sunnudagin. Verjan er lykilin Neistin líkist hinvegin einari væl smurdari maskinu í løtuni. Á álopssíðuni er [...] hoyvíkingar á pappírinum eru sterkari, so er spenningurin um dystin stórur. Júst móti H71 vann Kyndil ein hampuliga óvæntaðan sigur í grundspælinum, og tað er so avgjørt einki, sum bendir á, at liðið er
Darryl John Keenan, sum eftirhondini er vorðin kendur á klettum okkara, hevur aftur verið í Føroyum og roytt seyð. Hann steðgaði her nakrar dagar á veg úr Svøríki til Íslands, har hann skal royta einar 10 [...] bóndahjúnini, Katrina og Jógvan Svarthamar á Skælingi, sum ynsktu, at Darryl kom fram við, nú hann steðgaði í Føroyum. Tey gera nógv burtur úr seyðinum og hava alt fest á blað, sum hevur við seyðin at gera. Seyðurin [...] vitjað higar á hvørjum sumri í eini 4-5 ár , og eg havi so hjálpt honum og øðrum, sum hava verið her, við ymiskum viðurskiftum, eitt nú við at fáa arbeiðsloyvi. Jóannes sigur, at roytingin á Skælingi er
settu strandingar av álvara ferð á, og eftir einans 8 minuttum høvdu teir tikið seg upp á 9-4. Hesa løtuna sýndu StÍF sera skjótt og einfalt spæl, og grønu menninir á mótstøðuliðnum vistu ikki síni livandi [...] sítt time-out til at fáa skil upp á leikararnar, byrjaði Kyndil at ota seg upp móti strandingunum. Teir megnaðu eisini at koma upp á javnleik, fyrst 12-12 og síðani upp á 15-15. Hetta seinasta korterið av [...] meðan Lars var á veg niður. Long tíð gekk, áðrenn Sophus gjørdi av at skifta málverja, men Gunnvald Lützen, sum loysti Lars av, megnaði heldur ikki at órógva mótleikararnar nakað serligt. Frøin á strandingum