Avreiðingar uttanlands
Nú skal ein nevnd skal setast at kanna, hvussu tað ber til at so nógvur fiskur fer óvirkaður av landinum.
Nú fíggjarlógin fyri næsta ár hevur verið til viðgerðar, heitti Henrik Old, løgtingsmaður, á landsstýrismannin í fiskivinnumálum um at taka stig til at seta eina slíka nevnd.
Men hann metir, at tað hevur so mikið stóran týdning at ein slík nevnd verður sett, at hann sigur samstundis, at tekur landsstýrið ikki stig til at seta hana, fer javnaðarflokkurin sjálvur at gera tað.
Øll orsøk at rópa varskó
Henrik Old sigur, at tað er øll orsøk til at rópa varskó um allan fiskin, sum fer óvirkaður av landinum.
Hann leggur eisini afturat, at hetta er ein trupulleiki, sum hevur vundið nógv uppá seg seinastu tíðina.
Og soleiðis, sum útlitini eru, bendir alt á, at tað verður uppaftur nógv verri framyvir, tí allar metingar siga, at fiskiskapurin hjá ES londunum fer at minka og sostatt fer tørvurin á fiski hjá fiskavirkjum í ES londunum alsamt at veksa. Avleiðingin er, at tað fer at vera enn størri gravgangur eftir fiski frá føroyskum skipum.
Hann hevur ongi tøl at halda seg til, men hann hevur tosað við nógv virkið runt um í landinum og hann hevur týðiliga fingið at vita, at tey verða minni og minni før fyri at keypa fisk og at trupulleikin nú er ovurhonds stórur.
Og í Degi og Viku hóskvøldið, greiddi fíggjarstjórin í Føroya Fiskavirking frá, at sjálvt landsins nógv størsta fyritøka í fiskivinnuni, hevur alstórar trupulleikar av at kappingarførið er nógv versnað seinastu tíðina og at tað eisini er ógvuliga trupult hjá Fiskavirking at keypa fisk.
Lýsa trupulleikan og finna loysnir
Henrik Old sigur, at hann er ikki úti eftir at seta reglar í gildi sum skulu avmarka møguleikarnar hjá føroyskum skipum at avreiða uttanlands.
Hann ætlar heldur ikki á annan hátt at avmarka møguleikarnar at flyta óvirkaðan fisk av landinum.
Men hann heldur, at tað er staðiliga brúk fyri at kanna nágreiniliga, hvussu tað ber til, at føroysk virki ikki eru kappingarfør.
?Vit eiga at gera eina nágreiniliga lýsing av, hvussu tað ber til, at føroysk virki ikki klára at kappast um fiskin við tey útlendsku virkini.
Hann sigur, at ikki, fyrrenn trupulleikin er væl og virðiliga lýstur, ber tað til av álvara at viðgerða, hvussu loysnir kunnu finnast og hann heldur, at tað eigur at fáa meginpartin av Løgtinginum at semjast um eina loysn á trupulleikunum.
? Endamálið má vera at skipa so fyri, at tað heilt einfalt skal loysa seg hjá skipum at avreiða í Føroyum og tað skal loysa seg hjá føroyskum virkjum at keypa og virka fisk.
Hann sigur, at nú hann hevur tosað við ymisk virki runt um í landinumm hevur hann greitt fingið at vita, at ein stórur trupulleiki hjá virkjum í útjaðaranum er, at tey hava nógv størri flutningskostnaðir enn virkini inni á meginlandinum.
Ikki politikarar
Løgtingsmaðurin úr Suðuroy heldur eisini, at nevndin, sum skal viðgera trupulleikan, skal ikki vera mannað við politikarum.
Hon skal heldur ikki verða mannað við embætisfólki í miðfyrisitingini.
?Eg haldi, at tað hevur stóran týdning, at nevndin verður mannað við fólki, sum dagliga merkja trupulleikan á egnum kroppi, eitt nú vinnulívsfólki og øðrum serfrøðingum kring landið.
Henrik Old heldur, at tað er av størsta týdningi at gera hesar kanningarnar.
-?Bíða vit ov leingi, er vandi fyri, at alt ov nógv fiskavirki kring landið ikki hóra undan. Og nú man tað vera meiri enn ivingarsamt, hvat er eftir av vágafúsum pengum úti um landið at endurreisa virkini fyri einaferð afturat, tí fleiri virki eru farin á húsagang eina og tvær ferðir seinastu árini og spurningurin er um tey tola at fara einaferð afturat.
Hann heldur, at feiri virki úti um landið eru longu væl á veg at fara á húsagang.
?Onki virki og ongi arbeiðsfólk kunnu liva av at arbeiða ein dag um vikuna, ella hálvanannan. Tá ið virksemið er á so lágum støði, er tað onki annað enn ein bíðistøða, til lykilin verður snaraður ordiliga og tá er skaðin fullkomin og endaligur.
Hann heldur, at hetta málið hevur sera stóran týdning, tí dettur fiskivinnan úti um landið niðurfyri, dugir hann ikki at síggja, hvat slag av vinnulívið skal vera í útjaðaranum.
Nú fíggjarlógin var til viðgerðar, tóku fleiri aðrir løgtingsmenn undir við Henrik Old um, at hetta var ein trupulleiki, sum eigur at verða tikin upp.