Men samstundis vita vit, at vit ikki fáa tað burturúr, sum vit áttu at fingið. Túsundavís av føroyingum hava verið noyddir at fara heimanífrá og liva í útisetu millum fremmand fólk og síggja børn síni [...] sum hevði verið so útbygt, at tað hevði borið til at komið frá Sumba til Viðareiðis eftir góðum tveimum tímum uttan at bummpengar vórðu kravdir upp. Tá hevði eisini borið til at fingið eitt sjúkrahúsverk [...] ikki halda, at klaverið spælir soleiðis, at teir í meir enn hálva øld kunnu hóreiggja sær sum harratjóðin yvir okkum við at tveita nøkrum av landsmonnum okkara nakrar válgarabitar og so halda, at teir sjálvir
frá tí grøna borðinum, hugdi hann upp á læraran og segði, at Kafka ynskti at skapa loynidómar við tí í huganum, at "tað, sum er álagt okkum at fullføra, er tað ónda, - tað góða er longu givið". Jógvan [...] tilskilað á síðu 5, at "tann politiska viðgerðin í Føroyum er tískil liðug?", og "tí er neyðugt, at fólk nágreiniliga vita, hvat hetta snýr seg um." Eisini verður sagt á síðu 25, "at um ríkisveitingarnar [...] Tá ið bankarnir og so at siga alt tað føroyska samfelagið fór á heysin í l992/93, veðhelt statskassin fyri tey mongu og stóru lán, sum landskassin hevði tikið í ymiskum londum. At landskassin - tann føroyski
kirkjuráðsvalið í Klaksvík, og tað gjørdist listi 1, sum fekk fimm av teimum áttu limunum í ráðnum. Av hesum lista, sum tey plaga at rópa loftslistin, vóru Karl Gudmund Henriksen, Jákup Dion Frederiksen, Jaspur
er eitt dømi herum), er nú við at vera framt, uttan at fólkið er spurt herum. Eingin flokkur talaði um at minka blokkin til seinasta val ? øll talaðu um, at vit áttu at fáa meira pening úr Danmark (millum [...] skommum og til láturs. Tað er veruleikin í dag. Tey vistu, áðrenn tey fóru, at svarið var: ja til fullveldið har og nú við 4 ára skiftistíð. Samgongan tordi ikki at taka av hesum tilboði ? tað hevði eg og fleiri [...] sukkaðu troytt, men nú fingu vit so at kenna fólksins vilja. Men gakk, tey tordu ikki so frægt sum at spyrja. Nýggj kreppa í samgonguni, nýggj framferð. Fóru undir at yvirtaka málsøkir upp á samliband og
(100mió eingangs) Hetta tí at sambandsflokkurin meinar at tey veiku eiga at fáa sín part. Hetta hevði ikki hita búskapin upp. Sambandsflokkurin hevði nevniliga verið førur fyri at stýrt øðrum útreiðslum betur [...] Helst 100-200 mió. Ásannast má, at samgongan dugir munandi betur at brúka enn at spara. Einasta orsøk til at sitandi samgonga einki hevur gjørt við tørvin á eldraøkinum er, at teir raðfesta fullveldi fram [...] um uppundir valið í 1994, at nú samfelagið var komið aftur á føtur áttu tey gomlu tørn. Um sambandsflokkurin hevði verið í samgongu seinastu 4 árini, ivist eg onga løtu í, at avlamis og fólkapensjónin
mannagongdina í Chile. So varð gjørt av at eggja til, at Schneider varð rændur og at lata yvirgangskroppum vápn og pengar til at fremja hesa ætlan. Tað lukkaðist at fáa samstarv í lag við ein bólk av chilenskum [...] skipaðum próvgrundum ? er, at fyrrverandi amerikanski uttanríkisráðharrin eigur at koma fyri rættin, skuldsettur fyri yvirgang ella terrorismu. Millum tær brotsgerðir, ið áttu at staðið í einum møguligum [...] drúgført á hesum stað at greiða í staklutum frá hesum seks punktunum. Nóg mikið er at minna á, at amerikanski forsetin Richard Nixon og trygdarráðgevi hansara Henry Kissinger í 1969 gjørdu av at bumda tvey uttanveltað
komu dómararnir til tað úrslit, at av teimum 83 lombunum fingu 26 1. virðisløn, tvs, at tey høvdu ongi brek. Tilsamans vóru bara fýra lomb, sum høvdu so nógv brek, at tey onga virðisløn fingu, annars fingu [...] fyrstu ferð, at teir royndu hetta sundurbýtið. Umstøðurnar at sýna seyð í vóru av teimum bestu, tí lombini vórðu skoðað inni í sjálvari Roynhøllini, har steypini eisini vórðu handað. Eftir at hava mett um [...] Leygardagin var seyðasýning í Hvalba, har veðurlomb vórðu sýnað. Tað eru nú átta ár síðani, at Hvalbingar fóru undir at sýna seyð og undirtøkan var aftur góð hesuferð. Lombini vórðu býtt sundur í tveir bólkar
tað áhugavert at síggja úrslitið, tí tað fer at geva eina ábending um, hvussu eitt møguligt løgtingsval fer at laga seg. Tað er rætt sum samfelagsfrøðingurin sigur við blaðið í gjár, at val til fólkatingið [...] Sambandsflokkurin lagt út við at tosa um tey eldru. Hesir báðir andstøðuflokkarnir vilja við hesum vísa á, at verandi samgonga hevur fokuserað so nógv uppá fullveldistilgongdina, at onnur gerandismál eru bu [...] kunnu vit eisini rokna við, at ein útmelding frá veljarunum um nettup tjóðskapar- ella sjálvstýrisspurningin fer at geva eina týðuliga mynd av, hvussu eitt komandi løgting fer at síggja út. Vit mugu so heldur
umráðandi, at foreldrini (stuttsikta) gerast nøgd, við tað at tey fáa eitt stovnspláss? Neyðugt at gera undantøk Fyri at venda aftur til bíðilistan, eru vit klár yvir, at hetta er ein trupul uppgáva at umsita [...] foreldrini at seta spurningar og krøv til stovnin og starvsfólkini (tað skulu tey eisini). Tað, sum hendir er, at hugburðurin hjá foreldrunum broytist, tá tey hava fingið eitt pláss. Nú fara tey at hugsa um [...] vit, at tað er neyðugt at gera undantøk, soleiðis at stovnarnir alla tíðina hava børn býtt sundur í ymiskum aldursbólkum, og at familjan er samlað. Tað kann sjálvandi vera sera trupult at skilja, at onkur
vera keðilig og áttu ikki at sluppu so tætt at tí amerikonsku krígsmaskinuni. Tað skaðar jú krígsførsluna. Frá innrásini á Grenada høvdu óheft tíðindafólk tikið seg upp á oynna. Tey vóru tikin, bundin [...] fríu "pressuna" upp í ein krók, og fingu tíðindafólk at bera tey tíðindi, sum teir vildu hava. Pentagon fekk tíðindafólk at skriva og tala soleiðis, at tað var Pentagon eftir munninum. Blaðið, Washington [...] fyri eyga, at sannleikin skuldi dyljast og herferð amerikumanna skuldi vera rættvís, so fólk fingu ta fatan, at herurin vísti rættan og sømuligan atburð. Eftir henda leik, siga tíðindafólk, at tey rodna við