Búskaparliga framgongdin er øll brúkt til at økja raksturin. Høgni kundi eisini nevnt, at játtanin til almannamál er relativt lækka 2,1%!! Og hetta kalla teir framstig!
Høgni sigur, at eingin tosaði fyri 4 árum síðan um eldraøkið. Hetta er heldur ikki rætt. Edmund Joensen segði í Sjónvarpinum uppundir valið í 1994, at nú samfelagið var komið aftur á føtur áttu tey gomlu tørn.
Um sambandsflokkurin hevði verið í samgongu seinastu 4 árini, ivist eg onga løtu í, at avlamis og fólkapensjónin hevði verið 1000-2000 kr. hægri pr. mána enn í dag. (90-170 mió árliga) Minst 2 Røktar & ellisheim høvdu verið bygd (100mió eingangs) Hetta tí at sambandsflokkurin meinar at tey veiku eiga at fáa sín part.
Hetta hevði ikki hita búskapin upp. Sambandsflokkurin hevði nevniliga verið førur fyri at stýrt øðrum útreiðslum betur enn sitandi samgonga. Tað høvdu verið færri stressmappur í havnargøtum um Sambandsflokkurin sat á kassanum, men hvat ger tað?
Sjálvstýrarin
Karstin tosar um at stýra búskapinum. Meðan Karstin tosar og einki ger, eru rakstrarútreiðslurnar øktar 664 mió og íløgurnar 100 mió í 4 ár. Tá er ikki írokna eykajáttanir fyri komandi ár. Helst 100-200 mió. Ásannast má, at samgongan dugir munandi betur at brúka enn at spara.
Einasta orsøk til at sitandi samgonga einki hevur gjørt við tørvin á eldraøkinum er, at teir raðfesta fullveldi fram um vælferð. Høvdu teir havt skil fyri búskapi og annars havt vilja at stýrt, høvdu teir kunna spart á rakstrinum. Tað kundu teir so brúkt til vælferð, uttan at hita búskapin upp. Avlopið hevði tá eisini verið 600 mió. Í staðin brúka teir alla orku at tosa um fullveldi, meðan samfelagið syndrast.
Høgni sigur eisini, at komandi 4 árini fara teir at loysa teir trupulleikar sum eru á eldraøkinum. Hvussu megna teir tað. Í dag eru 18 mió í avlopi og teir duga ikki at spara. Harumframt ætlar Høgni at minka ríkisveitingina 621 mió. Tí manglar hann 603 mió. Tær skulu finnast fyrst. Síðan skal hann finna 100-200 mió til tey gomlu. Gott hevði verið, um Høgni hevði eitt boð uppá, hvør skal gjalda. Samgongan dugur ikki at stýra í góðum tíðum. Tað verður ikki lættari í ringum tíðum.
Annars kann eg fortelja Høgna, at tað er munandi tryggari at spæla Rangt og Rætt enn Russiska roulette.