Foreldrini eru sjálvandi fegin um, at barn teirra fær eitt stovnspláss, tá tað stendur nr. 1 á listanum, og at ikki eitt barn, sum kanska stendur nr. 5 á listanum sleppur fram um, men vit sum starvsfólk á einum stovni síggja nakrar aðrar trupulleikar, sum ikki vísa seg fyrr enn barnið hevur fingið eitt pláss.
Tað kann t.d. vera, at barnið hevur fingið eitt pláss á einum øðrum stovni enn systkin síni, at ongir javnaldrar eru, ella at barnið noyðist at ganga í vøggustovu inntil tað er 4 ella 5 ár. Um vit skulu sleppa undan hesum, halda vit at tað er neyðugt at hyggja at tørvinum hjá tí einstøku familjuni í samstarvi við stovnunum, og tá kann tað gerast neyðugt at taka okkurt barn fram um tí, sum stendur nr. 1 á listanum.
Nú vil onkur kanska siga, at tað er órættvíst, at nøkur børn skulu sleppa fram um onnur, bara tí at teirra barn ikki hevur rætta kyni ella aldur, men tað sum vit síggja er, at tá ið nú børnini hava fingið eitt pláss, byrja foreldrini at seta spurningar og krøv til stovnin og starvsfólkini (tað skulu tey eisini). Tað, sum hendir er, at hugburðurin hjá foreldrunum broytist, tá tey hava fingið eitt pláss. Nú fara tey at hugsa um kvalitetin á stovninum - hevur barnið tað gott, fær tað nóg nógvar avbjóðingar, eru nakrir javnaldrar o.s.fr.
Í Dagstovninum í Hoyvík eru 3 vøggustovur og 3 barnagarðar við íalt 72 børnum. Longu nú síggja vit, at børnini í vøggustovunum um fá ár verða bæði 4 og 5 ár, áðrenn tey sleppa yvirum í barnagarð. Sum eitt konkret dømi kann sigast, at í einari vøggustovu, har tað ganga 10 børn í aldrinum 0-3 ár, verða í 2004 tvey 5 ára gomul børn og fýra 4 ára gomul børn. Hesi 6 børnini áttu at verið farin í barnagarð í ávíkavist 2002 og 2003, men sleppa ikki, av tí at onki pláss er í barnagarðinum fyrr enn ár 2004. Tað ber við sær, at vøggustovurnar í ár 2004 fáa alt ov nógv nýggj børn ísenn, sum skulu integrerast, og tað er sera ónøktandi, bæði fyri børn, foreldur og starvsfólk. Børnini í barnagørðunum verða tískil eisini eldri og eldri, og kann tað eisini enda við, at bert 5-6 ára gomul børn ganga í barnagarðinum.
Familjupolitikkur
Vanligt hevur verið, at systkin sleppa á sama stovn, men um bert verður gingið eftir nummarinum á listanum, verður ikki tikið hædd fyri hesum. Hetta halda vit er stórt spell, av tí at systkini kunnu njóta nógv gott av hvørjum øðrum, umframt at hetta er ein tryggleiki hjá børnunum, tí tey síggja ikki foreldrini aftur fyrr enn 7, 8 ella 9 tímar seinni.
Familjan í okkara samfelagi í dag er so spjadd frammanundan, og hetta ger tað bara verri, so vit seta tí spurning við, hvønn familjupolitik, býráðið rekur - ella hava teir yvirhøvur nakran familjupolitik? Hvussu vil býráðið, at børn okkara, sum jú er okkara framtíð, skulu mennast til at gerast ábyrgdarfullir borgarar her í høvuðsstaðnum?
5 ára gomul í vøggustovu
Ein onnur avleiðing er sum sagt, at børnini, sum ganga í vøggustovu, ikki sleppa í barnagarð, tá tey verða 3 ár, men koma at bíða eitt ella tvey ár. Tí seta vit nakrar spurningar til býráðið. Hvat hendir við hesum børnunum? Skulu tey ganga í vøggustovu til tey eru 5 ár? Og hvør skal gjalda fyri tann eyka kostnaðin, sum tað kostar fyri eitt vøggustovupláss? Ella ynskir býráðið at niðurleggja vøggustovurnar?
Í dag er prísurin fyri eitt vøggustovupláss uml. 2.100 kr. og eitt barnagarðspláss uml. 1.400 kr., so um eini foreldur hava eitt 4 ára gamalt "vøggustovubarn", sum ikki sleppur í barnagarð, fáa tey eina meirútreiðslu uppá 700 kr. um mánaðin, tvs. 7.700 kr um árið fyri eitt barn!
Foreldrini royna kanska at finna aðrar loysnir, men spurningurin er bara, hvussu nógv skift skal man bjóða einum menniskja, tá man veit, at børn allarmest hava brúk fyri tryggleika í teirra uppvøkstri?
Ein triðja avleiðingin er tann, at kynsbýtið kann blíva óregluligt, og tað er sera óheppið fyri trivnaðin á einari stovu, sum kann risikera, at tað út av 14 børnum kanska verða 10 dreingir og 4 gentur ella øvugt. Í øllum førum kann tað gera tað, at tað dominerandi kynið fer at kúga hitt, soleiðis at tað ikki fær sín tørv nøktaðan, tí gentur og dreingir hava ikki sama tørv og mennast heldur ikki á sama hátt.
Børnini sum agn hjá politikarunum
Pedagogar sum heild eru sera lítillátnir og siga alt ov sjáldan sína meining alment (eisini undirritaðu), men vit halda, at tað, sum býráðið hevur valt at gera, ikki er nøktandi, og vilja vit tí siga okkara hugsan. Tað versta er kanska, at býráðspolitikarnir hava spurt okkum um ráð, men hvat teir hava brúkt tað til, vita vit ikki! Eru spurningarnir bert eitt eiti?
Fyri okkum sær tað út sum um, at nakrir politikarar bert hugsa um at fáa atkvøður frá okkum foreldrum (vit eru jú eisini foreldur!), og so kunnu avleiðingarnar bara koma seinni.
Vit vilja tí fegin hava at vita, hvørjar stutttíðar- og langtíðarætlanir býráðið hevur viðvíkjandi umsitingini av ansingarplássunum. Eisini vilja vit hava grundgeving fyri hví.
Harumframt vilja vit eisini vita, hvussu býráðið raðfestir kvalitet á stovnunum, ella um tað bert er umráðandi, at foreldrini (stuttsikta) gerast nøgd, við tað at tey fáa eitt stovnspláss?
Neyðugt at gera undantøk
Fyri at venda aftur til bíðilistan, eru vit klár yvir, at hetta er ein trupul uppgáva at umsita, men samstundis halda vit, at tað er neyðugt at gera undantøk, soleiðis at stovnarnir alla tíðina hava børn býtt sundur í ymiskum aldursbólkum, og at familjan er samlað. Tað kann sjálvandi vera sera trupult at skilja, at onkur annar fær eitt stovnspláss, sjálvt um tú stendur nr. 1 á listanum, men tað er neyðugt, um tú skalt taka hædd fyri tíni medmenniskju, og hetta er nakað, vit læra líka frá barnsbeini av. Verðin er sera komplisera - nær er hon rættvís fyri okkum øll?
Ein spurningur ein kann seta sær sjálvum er tí: "Fái eg bestu loysnina, tá eg standi nr. 1, ella kann tað løna seg at bíða?"
Tí er ein sera góður eginleiki at gleðast vegna onnur, sjálvt um tú ynskir tær tað sama!
Vit halda tó, at tað er positivt, at fleiri nýggir stovnar eru í gerð, sjálvt um byggiavtalan kann vera diskutabul, men tað koma vit ikki nærri inn á her. Vit vóna sjálvandi, at hetta fer at gera tað, at bíðilistin minkar, men tað fer óivað at taka nógv ár, tí enn er tilflytingin stór til høvuðsstaðarøkið. Tað kann tó eisini vera ein vansi við at byggja ov nógvar stovnar, um nú barnatali lækkar einaferð í framtíðini. Tí vilja vit ráða til at byggja stovnar, sum eisini kunnu brúkast til onnur endamál - t.d. ungdómsíbúðir, vardar íbúðir, eldrasambýli o.s.fr. Við hesum vísa tit á býráðnum ábyrgd, við tað, at tit hava eina langtíðarætlan, og vit vóna eisini, at tit taka ábyrgd við at endurskoða upptøkureglurnar, soleiðis at tær gerast nøktandi fyri allar partar við framtíðini í huga.