Seyðahald
Jens Pauli Berg og brøðurnir Hilmar og Allan Sveinbjørnsson eiga vakrastu veðurlombini í Hvalba.
Tað fingu teir prógv uppá leygardagin.
Leygardagin var seyðasýning í Hvalba, har veðurlomb vórðu sýnað.
Tað eru nú átta ár síðani, at Hvalbingar fóru undir at sýna seyð og undirtøkan var aftur góð hesuferð.
Lombini vórðu býtt sundur í tveir bólkar, hagalomb fyri seg og traðarlomb fyri seg. Tilsamans vóru 83 lomb við á sýningini, 68 hagalomb og 15 traðarlomb. Hetta var fyrstu ferð, at teir royndu hetta sundurbýtið.
Umstøðurnar at sýna seyð í vóru av teimum bestu, tí lombini vórðu skoðað inni í sjálvari Roynhøllini, har steypini eisini vórðu handað.
Eftir at hava mett um øll lombini, komu dómararnir til tað úrslit, at av teimum 83 lombunum fingu 26 1. virðisløn, tvs, at tey høvdu ongi brek.
Tilsamans vóru bara fýra lomb, sum høvdu so nógv brek, at tey onga virðisløn fingu, annars fingu øll hini 53 lombini 2.ella 3. virðisløn, tvs, at tey vóru góð, men høvdu kortini onkur brek.
Dómarnir á sýningini vóru, aftur hesuferð Petur Karl av Rana, Óli í Hjøllum, Frits Poulsen og Ásmund Bærendsen.
Annars fullu virðislønirnar fyri hagalombini soleiðis, at tað vakrasta av teimum átti Jens Pauli Berg, tað næstvakrasta átti Dánjal Olsen og tað triðvakrasta átti Hanna Willumsen.
Vakrasta traðarlambið áttu brøðurnir Allan og Hilmar Sveinbjørnsson, næstvakrasta átti Hartvig Hammer og triðvakrasta, Eliesar Poulsen.
Allir hesir seks eigararnir fingu steyp til ognar.
Men harumframt varð eitt ferðasteyp latið til tað lambið, sum var vakrast av øllum og har mettu dómarnir, at Allan og Hilmar Sveinbjørnsson skuldi hava, tí teir meintu, at tað hevði munin á tí hjá Jens Paula Berg.
Sýningin í Hvalba leygardagin var tann seinasta bygdarsýningin í Suðuroynni heyst. Men seinni, helst leygardagin 24. november, er ætlanin at hava eina oyggjarfinalu, har tey, sum hava vunnið á sýningunum í teimum ymsu bygdunum, verða við. Tann sýningin verður eisini í Hvalba