Er ríkisfelagsskapurin ikki til?

Ein av fremstu og ídnastu ryggklapparum hjá fullveldisfólkunum í Tinganesi sigur í drúgvari grein, at ríkisfelagsskapurin við Danmark í veruleikanum ikki er til? Strudsurin stingur høvdið í sandin og heldur, at so sær eingin hann?

 


Slíkur pástandur er at venda upp og niður á veruleikanum anno 2001. Ríkisfelagsskapurin hevur verið í meira enn 600 ár, og tað átti ein framstandandi politikari frá sjeyti- áttati- og nítiárunum at vita alt um.

Hettar er annars sami ryggklappari, sum gav landsstýrinum ráðini, at tað var genialt at fara til Danmarkar at krevja loysing her og nú, meðan danir skuldu gjalda nógv ár framyvir.

Úrslitið av slíkari tápuligari politiskari herferð og ráðgeving, ja, tað kenna vit í dag. Kunna vit tí eisini fullvæl meta um nýggjastu ráðini frá harra Sundstein, fyrrverandi løgmanni, fíggjarmálaráðharra, løgtingsmanni og statsgóðkendum grannskoðara. Tey eru lítið verd, men kanska skaðilig.

Nei, samgonguflokkarnir gjørdu ein stóran politiskan brølara, tá tey vóru á Christiansborg fýra ferðir og gjørdu okkum føroyingar fyri skommum og til láturs. Tað er veruleikin í dag. Tey vistu, áðrenn tey fóru, at svarið var: ja til fullveldið har og nú við 4 ára skiftistíð. Samgongan tordi ikki at taka av hesum tilboði ? tað hevði eg og fleiri onnur heldur ikki tora.

Heimafturkomin av 4. fundinum mátti løgmaður ásanna, at teir báðir stóru andstøðuflokkarnir høvdu haft rætt alla tíðina, tá teir ávaraðu um, at politikkurin hjá varaløgmanni á hesum øki bar ikki til.

So var nýggj framferð proklamerað longu úr Keypmannahavn. Vit skuldu hava fólkaatkvøðu 26. mai 2001 kom seinni fram. Vit sukkaðu troytt, men nú fingu vit so at kenna fólksins vilja. Men gakk, tey tordu ikki so frægt sum at spyrja. Nýggj kreppa í samgonguni, nýggj framferð. Fóru undir at yvirtaka málsøkir upp á samliband og senda pening aftur til Danmark í nógvum hundrað millióna upphæddum. Hetta gera nú somu flokkar, sum í áravís hava pástaðið, at vit áttu hendan pening fyri herverandi NATO-støðir o.m.a. Óskiljandi framferð. Hettar var so eisini ein sápubløðru-pástandur hjá loysingarmonnum, sum nú er sleptur.

Hettar maratonløpið av yvirtøkum, (fólkakirkjan er eitt dømi herum), er nú við at vera framt, uttan at fólkið er spurt herum. Eingin flokkur talaði um at minka blokkin til seinasta val ? øll talaðu um, at vit áttu at fáa meira pening úr Danmark (millum annað í samband við Føroya Banka málið), og tað var eisini tað fyrsta landsstýrið gjørdi í Danmark, at hækka blokkin og biðja um meira pening? Tað var í 1998. Men nú?

Tað er longu sjón fyri søgn, at nýggi politikkurin kemur okkum aftur um brekkur, men nú er ár 2001 ? soleiðis roynast álitisfólk! Hvat er broytt so nógv síðan 1998?

Jú harra Sundstein, ríkisfelagsskapurin er til og hevur verið okkum til fyrimuns einamest síðan heimastýrislógin kom í 1948. Og tað ber veruliga til at gera eina avtalu um sjálvstýri við Danmark, sum røkkur frameftir og steðgar hesum ógvusliga og orkukrevjandi klandrinum um loysing contra samband.

Tá heimastýrislógin varð gjørd í 1948 kendi eingin í verðini til slíka lóg ? slíka skipan. Men væl bar til kortini. Men sjálvandi skulu vit ikki gera lógir og avtalir, sum galda fyri alla framtíð.

Tó, so leingi vit føroyingar ikki hava fingið fyritreytirnar fyri fullum sjálvstýri ella fullveldi upp á pláss ? bæði fíggjarliga og umsitingarliga, ber til at hava eina sjálvstýrisavtalu við Danmark, sum peikar frameftir móti sjálvbjargni og fullum sjálvstýri uttan at vit hava slitið ríkisfelagsskapin og mist teir fyrimunirnar, hesin gevur okkum.

Tá vit hava fingið fyritreytirnar upp á pláss, um eini 15-25 ár, tá og fyrst tá, er aktuelt at taka støðu til loysing ella samband ? til ríkisfelagsskapin og av teimum føroyingum, sum tá liva.

Vit eiga ikki at leypa framav, sum hendan samgongan gjørdi. Nei, vit eiga at fremja tilgongdina til sjávlbjargni og sjálvstýri varisliga og í góðum samstarvi við danir, sum tað sømir seg tveimum mentaðum fólkum og tjóðum.