Hvussu sonn eru tíðindi frá vígvøllunum?

Tá ið tíðindi berast frá vígvøllunum, kann verða spurt: Hvussu stórur partur av hesum eru sonn tíðindi, og hvussu stórur partur er lygn?

 

Vit kunnu leita aftur til innrásina t. d. á Grenada 1983, hvar bert 110.000 fólk búgva. Ronald Reagan skuldi finna sær eina ímynd av sær sjálvum og Amerika. Tann amerikanska sálin bar vond sár eftir Vietnamkríggið, og nú skuldi risaveldið hava ta amerikansku sálina í aftur kroppin, og tey skuldu vera eitt. Ein sál - eitt likam Nú skuldi tann skurssjónin, sum heimurin hevði av risaveldinum, broytast

Reagan visti hvat hann gjørdi. Hann legði doyðin á: Vís miðlafólki durafjórðingin, meðan innrásin er so leingi sum til ber!

Hetta eydnaðist. Eingi óheft tíðindi og ongar myndir eru frá krígnum tríggjar teir fyrstu dagarnar. Bert tað, sum herurin vildi hava í ljósmála var loyvt. Hetta sást og hoyrdist.

Vit hoyra dag og dagliga, hvussu tann breski og amerikanski herurin bumbar í Afghanistan. Eisini hoyra vit um bumbur, sum fara av haga og raka óskildug fólk, hús, almennar bygningar sjúkrahús við meira o. s. fr.

Frá Grenada kundi staðfestast aftan á kríggið, at eitt sjúkrahús við sálarligum veikum fólki varð bumbað í sor og 30 fólk doyðu. Ikki ein mynd finst frá hesum tilburi. Ongar myndir vórðu avmyndaðar, tá ið amerikanskir soldatar mistu lívið og vóru særdir í "friendly fire"- í einum " mammukríggj ", sum onkur málbar seg. Eg meini so við, at átti tú ein í familjuni her, sum var við í hesi herferð, so vildi tú havt at vita, at tíðindini, sum komu tær fyri oyrað, vóru sonn. Men mangan kemur hetta ikki fram fyrr en leikur er liðugur. Frá søguni kenna vit hetta eiisni t. d. frá Krimkrígnum, har bretar ansaðu væl eftir, at tíðindini um ræðuleikaranar ikki bórust víða um.

Josef Metcalf, varaadmiralur segði eftir hesa herferð: Søgan fer at siga okkum, at Grenada var eitt pinkukríggj, men tá ið tað kemur til tíðindaflutningin - var hetta eitt kríggj, sum kundi bera heitið: Eitt mammukríggj. Eitt kríggj, sum vit kunnu siga fór lætt um sannleikan.

Tá ið so miðlafólk komu til oynna, var hetta sum at fara á eina útferð. Ikki vóru tey søkin og gingu at tinnuni, settu ikki hakan í svørðin - loystu og fingu tað í ljósmála, sum fjalt var fyri manna eygum av teimum ræðuleikum, sum her vóru teir dagar, ið kríggið vardi.

Metcalf, varaadmerialur rósti tíðindafólkunum fyri teirra ágrýtni og sjálvstøðuga arbeiðið. Hetta var skammrós. Teimum dámdu at vera her, hugnaðu sær og lítið og einki kom burtur úr teirra yrki, sum fjølmiðlafólk.

Ronald Reagan hevði vunnið á fjølmilatíðindunum. Mammukríggið var eitt heraklapp til hansara. Amerikasnka fólkið kundi aftur sóla sær í tí amerikanska dreyminum. Hann hevði bundið niður sannan tíðindaflutning frá hermótinum, og hava vit sæð t. d. frá Flógvakrígnum, at fólkið heldur vildu síggja tíðindi frá CNN enn frá samvitskufullum tíðindafólki, sum vóru ágangandi, og royndu at koma so tætt at tí, sum fyrifert sum gjørligt. Reagan tók av av fjøllmiðlabulinum, og var hetta til hansara besta. Mong fólk hildu tíðindafólk vera keðilig og áttu ikki at sluppu so tætt at tí amerikonsku krígsmaskinuni. Tað skaðar jú krígsførsluna.

Frá innrásini á Grenada høvdu óheft tíðindafólk tikið seg upp á oynna. Tey vóru tikin, bundin niður og førd aftur til Amerika í hondjørnum. Hetta sá ódámligt út. Hevði tann amerikanski herurin nakað at krógva? Var nú hansara mammuti verumáti bert kávalótir?

Frá hesum degi hevur tann amerikanski herurin flutt tíðindafólkið til hermóti í hópum. Generalarnir trongdu ta fríu "pressuna" upp í ein krók, og fingu tíðindafólk at bera tey tíðindi, sum teir vildu hava. Pentagon fekk tíðindafólk at skriva og tala soleiðis, at tað var Pentagon eftir munninum. Blaðið, Washington Post , sum í fyrstuni stillaði nærgangandi spurningar til krígsførsluna, gav seinri hugsan Reagans størri pláss í blaðnum.

Undir innrásini í Panama 1989 kendu tíðindafólk tort og sviða av framferð amerikumanna av mátanum, ið brúktur varð, fyri at hindra sonnum tíðinda-flutningi. Persónliga haldi eg, hetta vera ein framferð, sum undirmetir teg sum eitt sjálvstøðugt, hugsandi menniskja.

Aftur til innrásina í Panama 1989. Geniralurin Manuel Noriega var ein gamal kenningur hjá George Bush tí Eldra. Tá ið george Bush var CIA-"høvdingi" var Noriega honum ein góður viðhaldsmaður. Ikki so sjaldan hittust teir á máli, og so til endans sótu teir báðir sum forsetar í hvør sínum ríki. Noreiga fór at føra sín egna politikk, sum ikki hóvaði George Bush. Nevna kunnu vit, at Noreiga var í so linur, tá ið narkoevni vórðu flutt millum Suður - og Norðuramerika um Panama. Hetta gjørdi eisini, at George Bush Eldri setti knyklar í brýr og gjørdi innrás í Panama 1989.

Innrásin kom at standa í skugganum av tí, ið frættist frá Romania, tá ið uppreisturin var móti Ceausescu. Aftur brúkti USA tað snildisligu bólkaskipanina, hvar hesin tíðindamannahópur fekk ein móðbita av tíðindum av og á frá vígvøllinum. Hesi tíðindi og myndir fóru um tann víða heim, men var hetta t. d. bert glastrimyndir av krígnum- "mammumyndir frá einum mammukríggi." Bert tey tíðindi og myndir skuldu flytast, sum herleiðslan segði gott fyri.

Eini 300 tíðindafólk komu til Panama fyri at siga sína søgu um kríggið, men vóru tey hildin aftur í eini tvey døgn í militerbarrakum, og einans fýra telefonir vóru til taks hjá hesum tíðindafólkum, so tey kundu brúka og ringja heim til sjónvarp, bløð og tíðindastovnar. Teimum varð sítt at koma til hermótið og vendu flestu teirra heimaftur.

Tað vóru mong hør orð, ið fullu um hesa framferðina hjá Pentagon, men hendan prísin vildi herleiðslan gjalda fyri hesa søk. Tíðindi vórðu borin hvønn tann einasta dag um Noreiga og teir rúsandi løgirnar av narkotika, hann sendi víðari til Amerika. Hetta var satt, men tá ið Noreiga ikki vildi føra politikkin, sum amerikumenn vildu, helt Pentagon hann ikki vera nóg góðan, at stýra hesum landi. Hermálsliga hevði Panamaveitin sera stóran týdning, tí skuldi eingin gera tað vatn skitið fyri amerikumenn, sum teir vildu hava reint .

Tey almennu tølini yvir tey, sum lótu lív í krígnum vóru 516, men The Independent Commision of Inquiry við fyrrverandi løgmálaráð-harranum, Ramsey Clark á odda segði at talið av teimum, sum lótu lív lá millum 4000 - 5000 fólk og flestu teirra, vóru úr fátækra býarpartinum El Chorillu. Hesi fólk vóru ímóti tí korruptu stjórnini hjá Noeriega og tí amerikansku innrásini. Mong, sum royndu at koma undan hesi bumbing úr hesum alt oyðandi bálbrandi, vóru skotin av amerikanskum soldatum, sum høvdu vápn, sum vórðu nýtt fyri fyrstu ferð í bardaga.

Tað ljóðar, sum um tað er lygn, men amerikasnkir soldatar brendu lík og gróvu fólk í hópgrøvir, sum ikki vóru navnfunnin og eyðmerkt, tóku ræði á sjúkrahúsum, kirkjugørðum og burturgoymdu (oyddu) skjalasavnini.

Tann skerdi tíðindatænastan var ikki før fyri at flyta sonn, nágreinlig tíðindi frá hesum sorgarleiki, sum fór fram í býnum Panama. Teir stovnar í Panama, sum royndu at siga frá gongdini í krígnum, vórðu oyðilagdir. Radio National varð bumbað av einum amerikanskum helikoptara. Avísin La Republica varð álopin og tikin av amerikanskum soldatum. Stjórin á hesi avís varð hildin aftur í einar seks vikur uttan lóg og dóm. Tvær aðrar avísur vórðu stongdar, og 150 blaðfólk fingu durafjórðingin.

Landið, sum rópar upp um demokrati og stendur sum varðhundur fyri tann fría heimin, setti tíðindatænastuna fleiri týggjunda ár aftur í tíðina.

Myndir frá køkinum hjá Noreiga fóru um allan knøttin, har ein spann full av blóði og hvítt pulvur stóð skart á sjónvarpsskíggjanum frá køkinum hjá Noreiga. Hetta skuldi vísa, at Noreiga var narkomanur og dyrkaði woodoo. Barnapornugrafi og mynd av Hitler varð eisini funnið í heimi hansara.

Blóðið var djórablóð, og pulvurið var mjøl, sum skuldi brúkast í einum panamanskum verði. Barnapornubløðini vóru tann spanska útgávan av Playboy, og myndin av Hitler var ein Time-life frásøgn frá seinra heimsbardaga. Woodoo-lutirnir vóru harmleysir indianskir træskurðir.

Lygnin fer um allar geilar, áðrenn sannleikin hevur fingið klossur upp á beinini. Hesar myndir fóru í næstan hvønn krók í heiminum, og tá ið sannleikin um myndirnar var staðfestur, var ov seint.

Aftur til upproysturin í Romania, sum varð eygleiddur av tíðinda-stovnum tíðliga og seint. Tíðindi, sum bórust um hvussu mong, ið lótu lív, var týggju ferðir størri enn í veruleikanum, meðan talið í Panama var týggju ferðir minni. Hetta varð gjørt við tí eina fyri eyga, at sannleikin skuldi dyljast og herferð amerikumanna skuldi vera rættvís, so fólk fingu ta fatan, at herurin vísti rættan og sømuligan atburð.

Eftir henda leik, siga tíðindafólk, at tey rodna við, tá ið tey síggja og hoyra tíðindi borin frá hesum hermótum, hvussu tíðindaflutninginum er fælsaður og lítið sigandi, og hetta fær aldri nakrar avleiðingar.

Fólk hildu, at tíðindi, sum borin vórðu, vóru sonn og álítandi, men var hetta gigl. Hervaldið umskrivaði tíðindini hjá tíðindafólkunum og sum sagt, bert tað, sum tænti herinum skuldi latast tíl bløð, radio og sjónvørp. "Tíðindabólkingin" var so væl eydnað, ja, betur enn væntað, so hetta hugtakið var tað rætta fyri herin og Ronald Reagan

Ramsy Clark, fyrrverandi løgmálaráðharrin kallaði hetta fyri eina: Friðarliga ráðagerð. So kunnu vit spyrja móti hvørjum? Jú ímóti tí fríu, frælsu tíðindatænastuni. Ja, skilji tað, hvør, ið skilja vil!!!!!!!!


Kelda: Roy Krøvel - Ryggsekkjournalister og digitale informasjonskrigere