stóra ósemju um virði, samleika og um nationalismu í dag. Vit eru von við at mentunarlig rák eru komin úr Danmark, spurningurin er í dag um (hvar og hvussu nógv) danski mentunarbardagin um m.a. fólkaskúlan [...] tí alt endar sum eitt endaleyst kjak um fullveldi ella ikki, við skuldetingum um at fólk eru sambandsfólk ella tjóðveldisfólk. Í veruleikanum hevði ein bardagi um føroysk virði sagt nógv meiri enn hetta [...] verður sett undir trýst og kjak. Vert er at spyrja, um hvønn týdning hetta møguliga í longdini fær fyri Føroyar og føroysku flokkarnar framyvir og um hugmyndafrøðisligu gjáirnar fara at gerast djúpari enn
Jessica Lynch, sum gjørdist kend um allan heim, tá hon varð tikin fangi í Irak og seinni fríað, skal giftast næsta summar. Amerikanska herleiðslan gjørdi nógv burtur úr søguni um Jessicu Lynch. Sagt varð, at [...] beina fyri fleiri irakum, áðrenn hon varð tikin. Men fjølmiðlarnir avdúkaðu rættiliga skjótt, at søgan var ikki heilt sonn. So seint sum í vikuskiftinum skrivaði The Washington Post, at Jessica Lynch varð [...] Jessica Lynch, at hon minnist einki frá tilburðinum, men kortini hevur hon játtað at skriva eina bók um tað, sum hendi.
eisini skal verða søgan framyvir. Um trý ár ætla teir sær at verða partur av oddastríðnum í Íslandi, og felagið metir seg eisini hava funnið venjaran, sum kann hjálpa teimum í hesum. Talan er um Ion Geolgau
tað skipan sum hevur verði karmurin um okkara vælferðarsamfelag fram til dagin í dag, og sum vit øll hava notið gott av. Og um nakar kundi víst mær ítøkiligt dømi um atgerð frá teimum sum hava skert in [...] Vit eru vanliga á einum máli um at vit liva í heimsins besta landi, so er spurningurin um ikki fyritreytin fyri at liva í einum so góðum landi, er ein politisk skipan ella ein politiskur felagsskapur, [...] frælsastu fólkasløg í heiminum. Heitið ella floskilin um hvat frælsi/fullveldi er, tað kunnu serfrøðingar í altjóða rætti útgreina, eitt nú hvørt talan er um nationalt frælsi ella persónligt frælsi. Tað hevur
innihaldinum í brævinum, so er kunngerðin um sjónvarpsgjald soleiðis orðað, at tann, ið eigur ella nýtir eitt sjónvarpstól, er einans undantikin gjaldsskyldu, um hann ella hon er uppihildin av foreldrum [...] definitión síggja vit okkum før fyri at halda tær ásetingar um innkrevjing av hyggjaragjaldi, sum eru ásettar í kringvarpslógini og í galdandi kunngerðini um sjónvarpsgjald. Ein definitión av hugtakinum húski, [...] eingin lóggyldug definitión fyri, hvat eitt húski er. Fyri tann, ið situr heima við hús og hyggur rundan um seg, kann tað tykjast innlýsandi at siga: "Eitt húski er sjálvandi vit, ið búgva her í húsinum". Við
fyri, at hetta var higartil besta lðsingin av tátíðarinnar París. So satt at siga var ein ikki væntin um framførsluna hjá Rialto Leikhúsinum í Norðurlandahúsinum sunnukvøldið. La Bohéme er ein tann kendasta [...] Rodolfo tveitir handritið í ovnin fyri at fáa hita. Seinni kemur tann vakra Mimi á gátt, hon bðr dyr um dyr við Rodolfo. Hon er sjúk og veik. Áhoyraranum er greitt, at okkurt ófrættakent er í væntu. Rodolfo [...] frá sínum leikluti sum Mimi. Hon svarar Rodolfo við síni stóru ariu Mi chiamano Mimi, og greiðir frá um sína meiri lítillætnu tilveru. Bæði klavertónleikurin, og tann spartanska uppsetingin í stóru høllini
Hetta er søgan um teir, sum lærdu at sigla, tá ein navigatørur var ein navigatørur, sum skuldi duga at skyna á sól og mána og ikki sum í dag í stóran mun vera telduføðingur fyri at koma um høvini. Høvundurin [...] Søgan um føroysku navigatiónsútbúgvingina kemur nú út í bókaverki í tveimum bindum. Fyrra bókin í verkinum verður løgd fram á Føroya Sjómansskúla í dag. Óli Olsen, sum fram til nýggjár ár 2000 var sjó [...] sjómansksúlalærari, hevur skivað bókaverkið um føroysku navigtørútbúgvingarnar. Í fyrru bókini verður greitt frá sigling og útbúgving, sum bøkurnar eisini eita, frá fyrstu sigling til Føroya í víkingatíðini
øldir og Føroyar hava hoyrt til Danmark í meiri enn 600 ár, men mangan er tað sum um føroyingar hava eina sera blandaða vitan um hetta land, ið fyri ein part mest eru fordómar. Donsk søga er long, so nógv longri [...] 700-talinum um danir: "Ja, vi har spurgt til spyd-daner før, folkekongers fylde i fortidens dage, hvordan heltene hentede hæder i kampen!" Seinni gjørdust danir kristnir, ið vit kunnu lesa um á stóra Je [...] menniskja kom til tilvit um egnar kenslur, sum vit kenna tað. Romantiska tíðarskeiðið hevði ein ótrúliga stóran týdning fyri øll fólkasløg í Europa, og tað er júst hetta, ið vit enn berjast um víða, eisini í Føroyum
áðrenn kappingin var liðug. Men soleiðis gekk tað ikki. Nú verður sama søgan endurtikin. Tað fer ikki at eydnast hjá Esbjerg ? talan er um væl størri felag enn Herfølge ? at varðveita oddasessin. Víst verður [...] besti maður á vølli. Hann var ikki fegin um tað, sum BT leygardagin hevði fingið buturúr samrøðu við hann. Sambært samrøðuni skuldi Zuma hava sagt, at hann iðrar seg um, at hann síðsta ár skrivaði undir sáttmála [...] Hann skoraði sunnudagin bæði málini, tá ið Esbjerg vann 2?0 ímóti Herfølge. Donsku miðlarnir tosa um, at álopsspælarin fer at verða seldur uttanlands, men sjálvur sigur hann, at tað verður í hvussu so
Lektarin Hans Hauge heldur, at mentanarbardagin í Danmark ikki snýr seg um, hvat er »danskt«, men um, at vit eru um at fara frá tí nationala. Vit eru ávegis burtur frá hesi tíðini, har tjóðin spældi ein [...] millum fólk í Føroyum til eitt eljustríð um mál. Heimsumfatandi 1968-rørslan hevði ein ávísan arv frá 17. øld og rationalismuni. Serliga tankarnar um frælsi, um at menniskjað við upplýsing kann gerast frælst [...] nationalismugranskarar um at stóra nationalistiska tíðarskeiðið er av. Brúkið av tjóðskaparligum symbolum er minkað. Vit eru í eini post-nationalari tíð. Tá fólk kenna, at okkurt er um at ganga undir, gerst