Ion í Íslandi

Íslendska Fram, sum er at meta sum serfrøðingar í niðurflytingarstríðnum, hevur gjørt trý ára sáttmála við fyrrverandi HB og B36 venjaran

venjari

Fimm ár á rað hevur Fram á seinasta leikdegi bjargað tilveruni í fremstu íslendsku deildini. Tað í sjálvum sær líkist einum bragdi, sum sjálvt Skála helst fær trupulleikar við at gera eftir, men í felagnum ætla tey ikki, at hetta eisini skal verða søgan framyvir.
Um trý ár ætla teir sær at verða partur av oddastríðnum í Íslandi, og felagið metir seg eisini hava funnið venjaran, sum kann hjálpa teimum í hesum. Talan er um Ion Geolgau, sum vit her í Føroyum best kenna frá tíðini sum venjari hjá HB og B36.
Á heimasíðuni hjá Fram sigur Ion, at í hansara eygum hevur Fram allar møguleikar at lyfta seg væl upp á íslendsku stigatalvuni, og at hann er ivaleysur í, at hetta eisini skal bera til við sær við stýrisvølin