Á forsíðuni á Sosialinum í dag er sligið upp, at Sjónvarp Føroya í nýggjum átaki er farið eftir børnum í royndunum at fáa pening inn fyri hyggjaragjald.
Sjónvarp Føroya hevur á hvørjum ári síðani 1998 sent bræv út til allar borgarar yvir 18 ár, sum ikki frammanundan eru skásettir sum hyggjarar. Brævið hevur verið sent út í seinna árshelmingi, innihaldið í brævinum hevur verið tað sama øll 6 árini, og síðani 2000 hevur orðingin í brævinum verið neyvt tann sama ? dagfestingin undantikin.
Átakið er soleiðis ikki nýtt. Og tað vendir sær ikki til børn, heldur ikki burturav til ung, men einans til vaksnu borgararnar í hesum landinum.
Viðvíkjandi grundarlagnum fyri innihaldinum í brævinum, so er kunngerðin um sjónvarpsgjald soleiðis orðað, at tann, ið eigur ella nýtir eitt sjónvarpstól, er einans undantikin gjaldsskyldu, um hann ella hon er uppihildin av foreldrum ella øðrum. Orðingarnar í kunngerðini hesum viðvíkjandi hava verið tær somu, síðani sjónvarpið byrjaði virksemi sítt í 1984. Og øll árini hevur Sjónvarp Føroya tulkað orðingina soleiðis, at sum húski er at rokna ein myndigur persónur, ið hevur egnan sjónvarpsmóttakara. Samsvarandi hesum hevur Sjónvarp Føroya øll árini kravt hyggjaragjald fyri skrásettar sjónvarpsmóttakarar hjá heimabúgvandi persónum yvir 18 ár.
Nýggjari enn so er hesin framferðarháttur SvFs ikki.
Hetta er og hevur heldur ikki verið meira "hol í høvdið" enn so, at øll onnur lóggáva í hesum landi, ið hevur atlit til uppihaldsviðurskifti millum børn og foreldur og til nær, ið ein persónur gerst ein sjálvstøðugur borgari, dregur markið við 18 ár.
Knúturin í hesum máli tykist at vera staðfestingin av, hvat eitt húski er. Fyri tað fyrsta finst einki løgfrøðiligt grundarlag undir hugtakinum húski og eingin lóggyldug definitión fyri, hvat eitt húski er.
Fyri tann, ið situr heima við hús og hyggur rundan um seg, kann tað tykjast innlýsandi at siga: "Eitt húski er sjálvandi vit, ið búgva her í húsinum". Við øðrum orðum, at eitt húski eru fólk, ið hava felags bústað.
Men tað er ógjørligt at grunda eina innkrevjing á felags bústað hjá fólki, tá tað fyri 55% av landsins borgarum er galdandi, at bústaður teirra ikki kann staðfestast nærri enn til bygdina ella býlingin, ið tey búgva í.
Tað er ov lættkeypt hjá politikarum at tveita fram hesa "innlýsandi" definitión av húski, tá teir enn ikki hava syrgt fyri, at praktiska grundarlagið finst fyri at nýta eina slíka definitión, nevniliga at bústaðurin hjá fólki kann staðfestast við gøtunavni og húsa- ella íbúðarnumari.
Hevði tann politiski myndugleikin syrgt fyri, at hetta var upp á pláss, hevði verið gamaní hjá SvF at nýta onkra av teimum "innlýsandi" definitóninunum av húski, sum hava verið frammi í seinastuni.
Sjónvarp Føroya leggur í dag týdningin "myndigur persónur" í orðið "húski", og við hesi definitión síggja vit okkum før fyri at halda tær ásetingar um innkrevjing av hyggjaragjaldi, sum eru ásettar í kringvarpslógini og í galdandi kunngerðini um sjónvarpsgjald.
Ein definitión av hugtakinum húski, ið byggir á bústað, er við verandi adressu- og fólkayvirlitsskipan praktiskt ógjørlig at umsita.
Men væntandi loysir landsstýrismaðurin í mentamálum hetta fyri okkum øll, tá ein nýggj kunngerð kemu í gildi frá 1. januar.
Hevði Sosialurin gjørt sær tann ómak, at sett seg í samband við okkum í sjónvarpinum, hevði tað kunnað verið sloppið undan at tapesera alla forsíðuna við feilinformatiónum. Men helst seldi søgan betri uttan atlit til røttu upplýsingarnar í málinum.