Jessica Lynch, sum gjørdist kend um allan heim, tá hon varð tikin fangi í Irak og seinni fríað, skal giftast næsta summar.
Amerikanska herleiðslan gjørdi nógv burtur úr søguni um Jessicu Lynch. Sagt varð, at irakskir hermenn høvdu tikið hana, og at hon varð løgd inn á eitt irakskt sjúkrahús, tí hon var vorðin særd. Avgjørt varð at senda eina servanda herdeild at fría hana, og tað eydnaðist eftir harðar bardagar við iraksku hermenninar, segði herleiðslan. Eisini varð sagt, at tann 19 ára gamla kvinnan hevði vart seg manniliga, og at tað eydnaðist henni at beina fyri fleiri irakum, áðrenn hon varð tikin.
Men fjølmiðlarnir avdúkaðu rættiliga skjótt, at søgan var ikki heilt sonn. So seint sum í vikuskiftinum skrivaði The Washington Post, at Jessica Lynch varð als ikki særd, tá irakarnir tóku hana. Sjálv sigur Jessica Lynch, at hon minnist einki frá tilburðinum, men kortini hevur hon játtað at skriva eina bók um tað, sum hendi.