Esbjerg er nú ovast

Men tað verður ikki roknað við, at vesturjydarnir fara at verða førir fyri at halda stóru feløgini í Keypmannahavn aftanfyri seg

SUPERLIGAN

Tað kemur ikki so ofta fyri, men nú er tað ? fyribils í hvussu so er ? ein veruleiki. Tað eru hvørki FCK ella Brøndby, sum eru fremst í superliguni. Í staðin er tað Esbjerg, sum er nýtt oddalið. Sunnudagin vunnu teir á heimavølli 2?0 ímóti Herfølge. Júst Herfølge er seinasta felagið, sum frammanundan Esbjerg megnaði at halda stóru feløgunum í Keypmannahavn aftanfyri seg. Allir fótbóltshugaðir føroyingar minnast, at Herfølge við Jákupi Mikkelsen í málinum vann DM í 2000. Ta ferðina varð aftur og aftur sagt, at Herfølge hevði bara oddasessin til láns, og at FCK og Brøndby fóru at taka seg framum bygdarfelagið, áðrenn kappingin var liðug. Men soleiðis gekk tað ikki.
Nú verður sama søgan endurtikin. Tað fer ikki at eydnast hjá Esbjerg ? talan er um væl størri felag enn Herfølge ? at varðveita oddasessin. Víst verður á, at breiddin hjá Esbjerg er ikki tann sama, sum hon er hjá stóru feløgunum í høvuðsstaðnum. Í Esbjerg eru sera týdningarmiklir lyklaspælarar. Ein av teimum er Tommy Bechmann. Hann skoraði sunnudagin bæði málini, tá ið Esbjerg vann 2?0 ímóti Herfølge. Donsku miðlarnir tosa um, at álopsspælarin fer at verða seldur uttanlands, men sjálvur sigur hann, at tað verður í hvussu so er ikki hesumegin summarsteðgin.
Ein annar lyklaspælari í Esbjerg er Jan Kristiansen. Donsku miðlarnir vita at siga, at hann er á listanum hjá eingilska West Bromwich Albion, og at eingilska felagið er áhugað í at keypa vongspælaran longu í januar. Tað verður mett at fara at verða so mikið dyggur smeitur fyri Esbjerg, at teir skjótt kunnu gerast ov stuttir í kappingini við Brøndby og FCK.

Framúr undirhald
Seint seinnapartin sunnudagin dystaðust Brøndby og FCK frammanfyri knappliga tredivu túsund áskoðarum á Brøndby stadion. Úrsltið var 2?2, og báðir venjararnir, spælararnir, pressan og áskoðararnir søgdu seg at vera nøgt við tað, sum tey høvdu verið vitni til.
Fyri spenningin og intensitetin varð tað mett at hava stóran týdning, at FCK var frammanfyri bæði 1?0 og 2?1. Tvífaldur málskjútti hjá FCK var Sibusiso Zuma. Hann var sera væl upplagdur, og fyrra málið, tá ið hann lyfti bóltin upp, áðrenn hann heilfluktaði, varð sagt at hava verið í heimsflokki. Spælararnir hildu seg at hava verið partur av avriki, sum toldi sammeting við tað besta í Europa.
Zuma var ikki so blíður, hóast hann varð kosin sum besti maður á vølli. Hann var ikki fegin um tað, sum BT leygardagin hevði fingið buturúr samrøðu við hann. Sambært samrøðuni skuldi Zuma hava sagt, at hann iðrar seg um, at hann síðsta ár skrivaði undir sáttmála, sum bindur hann til FCK fram til á sumri 2006. Sambært samrøðuni skal Zuma hava sagt, at hann nú heldur hevði havt viljað, at hann var sáttmálaleysur síðsta summar. Ivaleyst man Zuma hava sagt okkurt, sum luktar av hesum, og ivaleyst man blaðmaðurin hava spent bogan ríkiliga nógv. Avleiðingin er í fyrsta umfari, at Zuma sunnudagin boðaði frá, at hann ikki vil tosa við skrivaðu pressuna. Men tað man bara vera fyribils. Hvørki FCK ella Zuma kunnu liva við, at álopsstjørnum gongur við heftiplástri fyri munnin.

Tungt í botninum
Fyri triðju ferð hevði nýggi svenski venjarin ábyrgdina av AGF, og fyri triðju ferð fingu teir øll stigini. Hesa ferð var tað ímóti FCM, sum hevur mist nógv og ikki longur er partur av toppinum. AGF er farið úr botninum og er nú í miðjuni.
Í botninum stendur illa til hjá AB. Sunnudagin taptu teir fyri 11. ferð á rað. Hesa ferð var tapið rættuliga tepurt. OB, sum styrkti um sína støðu á fjórða plássinum, vann 1?0 á heimavølli. AB venjarin heldur, at hansara spælarar hava einki sjálvsálit, og hann hyggur ivaleyst meiri enn nakar annar fram til annað vikuskiftið í desember, tá ið superligan fer í vetrarfrí.
FC Nordsjælland hevur oppað seg síðstu vikurnar. Hesa ferð vóru teir í Aalborg, har tað var um reppið, at teir fingu øll stigini. Eitt korter undan leikloki vóru teir frammanfyri 3?1, men heimaliðið megnaði at javna til 3?3.
Eftir stórsigur ímóti FCN í fyrsta dystinum við nýggjum venjara hevði Frem tapt fýra ferðir á rað. Hesa ferð vóru teir í Viborg, har tað eydnaðist gestunum at varðveita málleysa javnleikin.