Søgan um føroysku navigatiónsútbúgvingina kemur nú út í bókaverki í tveimum bindum. Fyrra bókin í verkinum verður løgd fram á Føroya Sjómansskúla í dag.
Óli Olsen, sum fram til nýggjár ár 2000 var sjómansksúlalærari, hevur skivað bókaverkið um føroysku navigtørútbúgvingarnar. Í fyrru bókini verður greitt frá sigling og útbúgving, sum bøkurnar eisini eita, frá fyrstu sigling til Føroya í víkingatíðini og fram til 1927, tá farið varð undir stýrismanslestur og logndarútbúgving í Føroyum, sigur høvundurin í formælinum.
Sum høvið til hesa útgávuna nevnir Óli Olsen, at tað ár eru liðin 110 ár, síðan fyrstu skipararnir fingu undirvísing í Føroyum.
Talan var um fleiri smár skúlar ymsastaðni í landinum. Kendir eru skúlarni hjá Jens Paula í Dali og Djurholm. Men eisini fleiri aðrir slíkir smáir navigatiónsskúlar hava verið í Føroyum, til almena undirvísingin varð skipað.
Hetta er søgan um teir, sum lærdu at sigla, tá ein navigatørur var ein navigatørur, sum skuldi duga at skyna á sól og mána og ikki sum í dag í stóran mun vera telduføðingur fyri at koma um høvini. Høvundurin sigur, at sum minsta mark hava hesir menninir uppiborðið at fáa navn sítt í søguna.
Tað er einki at undrast á, at onkur av skipum okkara eru blivin burtur soleiðis av og á. Hugsað verður serliga um vanlukkurnar undir Íslandi, tá skip eru farin á land ella misfarist á annan hátt. Ivaleyst hevur navigatiónin havt sín part av skuldini.
Men við teirri útgerð, hesir mennnir hava havt at hjápt sær við, er tað nógv størri bragd, at so nógvir teirra komu til hús aftur í øllum góðum.
Eitt lítið, viðhvørt vánaligt, skip. Í fleiri førum nøkur kavrotin segl og ringan rigning og eina einsamalla kumpass var tað, teir høvdu at líta á umframt Várharra, seg sjálvan og sín sekstant og logg. Og í fleiri førum hendi tað í nógvar dagar, at sólin var ei at hitta, og logg var til onga nyttu. Og kortini komu teir afturíaftur.
Bókin, sum verður løgd fram í morgin, sigur umframt frá teimum, sum síðan 1893 hava lært í Føroyum, eisini frá føroyingum, sum hava lært og siglt úti í heimi. Hon er ein góð lýsing av hesum týðandi parti av søgu okkara, sum eins og høvundurin sigur, ikki hevur verið so nógv viðgjørdur. Nevnt verður tó minigarritið hjá Føroya Skipara og Navigatørfelag.
Talan er ikki um siglingasøgu sum so, sigur høvundurin, tí hana hava aðrir skrivað.
Stórt uppslagsyvirlit er aftast í bókini, har allir teir, sum tikið hava útbúgvin í Føroyum, eru nevndir. Í bókstavarøð og eftir árgangi, teir hava tikið prógv, og hvar. Umframt eru onnur uppsløg eisini.
Men einum yvirliti er saknur í. Tað er at finna ávísingar til nøvn eftir hvar tey eru at siggja í bókini. Tað kundi verið hent, tí eingin ivi kann vera um, at hesar bøkurnar fara at verða nýttar til uppslagsverk hjá mongum, sum seinni fara at gera ritgerðir ella uppgávur, sum hava við sigling at gera. Men ætlandi kemur tað í seinnu bókini og verður so galdandi fyri samlaða verkið, sigur høvundurin. Onnur bókin kemur væntandi út næsta ár.
Bókin Sigling & útbúging I verður løgd fram á Føroya Sjómnansskúla leygardagin millum klokkan 15.00 og 18.00. Hon verður tó ikki at fáa í bókabúðunum fyrr enn í næstu viku.
Á samkomuni í Sjómansskúlanum fæst bókin fyir serprís. Í bókabúðunum fer hendan fyrra bókin, sum er 218 síður, at kosta 290,- krónur.










