Danski sosialstaturin undir broyting

? Donsk ósemja um virði og samleika í dag. Fyrsti partur

Vit síggja við borgarligu stjórnini eina umfatandi broyting av donskum politikki, har alt vit eru von við verður sett undir trýst og kjak. Vert er at spyrja, um hvønn týdning hetta møguliga í longdini fær fyri Føroyar og føroysku flokkarnar framyvir og um hugmyndafrøðisligu gjáirnar fara at gerast djúpari enn tær longu eru. Danski sosialstaturin er undir broyting, ið sjálvandi skapar eina stóra ósemju um virði, samleika og um nationalismu í dag. Vit eru von við at mentunarlig rák eru komin úr Danmark, spurningurin er í dag um (hvar og hvussu nógv) danski mentunarbardagin um m.a. fólkaskúlan, EU og flóttafólk kemur at ávirka fólk og mentan í Føroyum?

Úr Dansk Folkeparti hoyrdist herfyri frá prestinum úr Suðurjútlandi Søren Krarup: »At vera danskur er at vera góður við Danmark, errin av sínum landi, sínari søgu og danska málinum. At vera dani eru viðurskifti, ein kærleiki og ein vilji og trúfesti til at tæna landinum«. Hesin høgravendi intellektuelli hevur givið út nógvar bøkur um danska og norðurlendska mentan og kristindóm. Hann heldur, at kjarnin í danskari mentan er kristindómurin og donsk mentan annars, sum ein mótsetningur til alt hetta er mentanarradikalisman, ið samfelagsmenning og rembingarnar seinastu 40 árini hava verið eitt úrslit av. Hetta hava vit sæð kring Norðurlond, eisini í Føroyum. Sum eitt svar til hetta sum Krarup vanliga hevur at siga, helt javnaðarmaðurin Henrik Sass fyri í greinini "Du har tabt Krarup!" í Berlingske Tidende: "Kvinnufrígerðingin, frísinnið, tað kritiska menniskjað og uppgerðin við myndugleikar eru mentunarradikal virði, ið eru sermerkt donsk og ein partur av danskheitini. Søren Krarup fær ongantíð slitið hesar landvinningarnar hjá mentunarradikalismuni burtur úr tí danska, tí berjist hann til einkis fyri at verja síni virðï". Sass nevndi eitt annað vandamál, ið er, at mentunarradikalisman er endað sum mentanarrelativisma, men tó hava vit tey virði, ið tey mentunarradikalu komu við. Í Danmark í dag eru fólk ikki sum fyrr alt ov lýðin og hava ikki ein alt ov stóra virðing fyri yvirlærarum, stjórum, prestum ella manninum sum yvirhøvdið í familiuni. Fólk siga tú og ikki tygum. Fólk seta spurningar heima, á arbeiðinum, í skúlum og alment og fólk vænta eitt virðiligt svar. Fólk eru opin og tolssemi valdar. Eingin gerst í øðini ella sær t.d. samkynd sum brekað longur. List og bókmentir verða ikki forboðin. Kvinnan er frígjørd og menn og kvinnur eru nógv meiri javnsett enn nakrantíð í søguni. Men í dag kemur frá uttasta høgra og Konservativt Folkeparti og Venstre ein long uppgerð við vinstravend virði. Alt er í broyting og bardagi er á øllum økjum.
Javnaðarmenn í Danmark vilja ikki bert standa og hyggja at, meðan tey borgarligu yvirtaka danska mentan sum teirra egnu, ið skal bjargast frá mentunarradikalum virðum. Henrik Sass helt fyri í einari søguligari grein, at: "Felagsskapurin í danska samfelagnum og sjálvt evnið at fáa mentanina at hanga saman er ein umráðandi partur av danskari mentan. Og her er javnaðarflokkurin høvuðsleverandørurin til danska mentan". Øll vilja ogna sær mentanina og felagsskapin í hesum døgum. Í donskum politiskum og mentanarligum kjaki í dag verða virði og hugmyndafrøðisligir munir gravaðir upp aftur. Vit síggja ótrúliga áhugavert kjak stinga seg upp millum bólkar. Til týðir er tað tó alt ov hart og svart og hvítt. Tað er sum um vit eru komin inn í eina aðra politiska tíð, har nýggir sosialir bólkar gera seg galdandi, har sjálvt kjakið er merkt av uppbrotið og djúpari reflektión. Í Føroyum er týðandi kjak um føroysk virði ongantíð komið í gongd, tí alt endar sum eitt endaleyst kjak um fullveldi ella ikki, við skuldetingum um at fólk eru sambandsfólk ella tjóðveldisfólk. Í veruleikanum hevði ein bardagi um føroysk virði sagt nógv meiri enn hetta strandaða kjak, tí vit hava sum onnur lond ymiskar bólkar, kristnar, borgarligar, ungdóm, útisetar, kvinnur, gomul og ikki bert sambandsmenn og loysingarmenn. Meðan føroyingar slítast og bítast um hetta, flytur ein tigandi fjøld av frøðingum og administratorum danskar skipanir inn í føroyskar skúlar, stovnar og inn í føroyskan gerandisdagin. Føroyska samfelagið er ótrúliga ávirkað av danskari mentan. Eingin krúnprinskur kann trúlova seg uttan at føroyingar ein heilan dag fylgja við hesi trúloving.
Okkurt er rotið í Danmark
Eg var og vitjaði vøkru borgina Kronborg í Helsingør. Henda vakra dag vóru einstakir menn við tráðu í hond, men ikki var so nógv at fáa niðri við borgarsandin. Hetta var einar tríggjar vikur áðrenn hornfiskarnir og sildin komu, tá øll fjøran vanliga er avtakin av fólki á seiðabergi, tí her er nógv at fáa. Kronborg er einasti bygningur í Danmark, ið er ein partur av heimsmentanararvinum, og púra friðað øki eins og vakri sjónleikarbygningurin í Epidavros á Peloponnes í Grikkalandi og friðsæla Hadrians Villa í Rom. Tað var her, á Kronborg í Helsingør, Shakespeare læt leikin um Hamlet, ella kong Amled, fara fram; hann, ið Saðo, søguskrivari, sigur frá. Hesin maðurin, ið er so kendur fyri at siga: »At okkurt er rotið í Danmark.« Kronborg minnir meg eisini á, at danir vóru bæði hástórir og ágangandi, og tá teir áttu Skána, Halland og Blekinga kundu teir taka stóran toll frá øllum skipum, ið komu siglandi inn eftir Oyrasundi; og varð ikki goldið, dundu kanónirnar á Kronborg í Helsingør. Hetta var einasti vegurin, ella tryggasta siglingarleiðin, inn í Eystursjógvin, og danir misnýttu sína støðu.
Føroyingar halda mangan, at danir ikki eru so tjóðskaparsinnaðir, men hetta er ikki so. Danir hava sínar tjóðskaparkenslur. Nationalisman hevur havt stóran týdning í danskari søgu, og hon vísir enn sítt andlit av og á. Føroyingar hava mangan torført við at skilja danska mentan, tí hon er ikki serliga tjóðskaparlig, og mangir føroyingar halda tjóðskap og mentan vera tað sama. Hetta er púra skeivt, og sigur bert okkurt um okkum føroyingar sjálvar. Vit hava skapt eina mentan við at blása lív í aftur alt møguligt tilvildarligt, og tvíhalda síðani um tað. Lyklaorðini í hesi konstruktión er ein ofta meiningsleys leitan eftir tí upprunaliga og tí reina. Leitanin eftir hesum upprunaliga er ein longsul aftur í fyrndina. Ein nostalgiskur dreymur um at finna aftur til okkurt serføroyskt. Somuleiðis eru stórir bólkar farnir í hernað ímóti altjóðagerðingini. Hesir royna at tvíhalda um ein danskan essens, ella okkurt, ið er rótdanskt, serdanskt og upprunaligt. Men hetta upprunaliga er oftast ógjørligt at finna, tí søgan er á tremur við »upprunaligum« siðum, orðum, mentan ? ið øll kemur onkunstaðni frá.
Venda vit aftur til Danmarkar í dag, so er tað ikki rætt at siga, at Danmark er eitt nationalistiskt land, ella at nationalisma og vantandi tolsemi er ein ráðandi hugsjón, tí tað finnast sera nógvar meiningar um hetta í Danmark. Danir hava ofta sæð seg sjálvar sum tolsamar og opnar fyri øðrum fólkasløgum, men henda mynd er um at detta sundur. Politiski og mentanarligi veruleikin er meiri, at danir eru ósamdir og næstan sundurskræddir í spurningum um, hvat er danskt og danskur samleiki. Hetta er ikki tí, at danir ikki eiga nakra mentan, men tí at tað finnast fleiri boð um, hvat donsk mentan eigur at verða bygd á. Fleiri útlendskir eygleiðarar halda, at ytsti høgravongurin í Danmark í dag er í stórari framgongd. Hetta er kanska hitt eymasta málið í danska samfelagnum í dag. Hetta er ikki eitt mál, ið bert finst í dagligum politikki í Danmark, tí hetta stingur, sum so nógv annað, nógv djúpri enn vanligur politikkur kann vísa okkum. Sjálv ríkisrættarsakin ella Tamilsakin, sum hon varð rópt, var um hetta sama. Erik Ninn Hansen hevði sum konservativur løgmálaráðharri gjørt nakað ólógligt. Hetta var staðfest og kostaði skattagjaldarunum tíggjutals milliónir. Eg haldi, at øll Tamilsakin innast inni var bæði um ein konservativan politikara, ið longu í sekstiárunum var ímóti lógini um flóttafólk, og tá hann so fekk vald, misnýtti hann tað til at seinka viðgerðini av samanføring av familjum hjá flóttafólki. Danska Tamilsakin vísti kanska mest, at Danmark ikki er til reiðar at gerast eitt fleirmentað samfelag. Erik Ninn Hansen var funnin sekur og dømdur; men av hesi somu orsøk varð hann eisini væl lýddur í pørtum av Konservativa Folkaflokkinum og høgravenda umhvørvinum í Danmark. Tamilsakin snúði seg um flóttafólk og tilflytarar, men Danmark var og er ikki klárt til at kjakast um hesi viðurskifti enn. Nú er hetta ovast á skránni í danska valstríðnum, har Poul Nyrup enn einaferð roynir at tosa øllum populistiskum rákum eftir munninum. Tað stríðið er um, er at tilflytarar í Danmark hava tann sið at gifta seg við onkrum úr heimlandinum, t. d. Pakistan, Turkalandi, Iran, Irak, Somalia o. s. fr. Hesin bólkur gerst altsamt størri í Danmark, og um eini 20 ár, hevur onkur roknað út, fara hesi at vera umleið eini fimmtitúsind í giftingarførum aldri í senn.
Nationalisma í Danmark
Ein lýggjur vindur blæsir inn á Langelinie og víðari inn á Kastellið. Henda vakra heystardag er ikki lætt at ímynda sær, at gomlu kanónirnar á Kastellinum hava brakað og skotið eftir fremmandum krígsflotum, undir orrustuni á Redini í 1801, har Nelson Lordur og enski flotin bumbaðu danska flotan. Fyri danir er hetta ikki so nógv vert at minnast, tí teir taptu stórt, og í 1807 kom enski flotin aftur og bumbaði Keypmannahavn og tók danska flotan. Danmark var í parti við Napoleon, og var leitað saman við tsarinum í Russlandi. Danir sigldu við krígsflotanum og vardu donsk handilsskip á heimsins høvum, mangan við t. d. hollendskum smuglaravørum, og hetta var eisini orsøk til, at heimsins máttmiklasti floti nærum legði Keypmannahavn í oyði.
Einaferð førdu danir trý túsund tons av fínum hollendskum vørum heim úr Fjareystri, hetta var t. d. silki, kryddarí, te, fílabein o. s. fr. Danski kongurin og kendir handilsmenn sótu væl um sátt, tí læt hetta seg gera. Við at taka danska flotan, oyðilegði Ongland møguleikarnar hjá Danmark at fáa part í ríkidøminum í Mið- og Fjareystri, og hetta var tað ringasta, ið henda kundi fyri Danmark. Stór vanlukka fyri Danmark var, at danir eisini mistu Noreg, ið Svøríki fekk. Tað sæst enn á bygningunum í Keypmannahavn, at hesin býur ikki fekk loyvi at fáa so stóran part í mergsúgvingini og ræningini av heimsins hjálondum, sum vit síggja tað í eitt nú Onglandi og Fraklandi, ið hava bygt ríkar býir í heimlondunum fyri henda pening. Danmark helt við teim skeivu, ta skeivu løtuna í heimssøguni, og kom at bøta fyri hetta. Hesar umstøður og ósigurin í 1864 móti týskarum sigst hava gjørt danir minni nationalistiskar, tí stórmaktsdreymarnir vóru av. Danmark kundi horvið sum tjóð í 1864 og endað sum partur av Týsklandi. Neyðugt var at læra at syngja ein nýggjan sang.
Fyri nøkrum árum síðani var eg í London og sá sjálvandi Trafalgar Square, har ein stór minnissúla er reist fyri Nelson lordi, ið er kransaður av fýra leyvum, ið hvør umboða stórar bretskar sigrar. Ein av hesum leyvunum ímyndar sigurin á Danmark í 1801 og 1807. Nøkur ár seinni var eg í Berlin. Tætt við Brandenburger Tor og Unten den Linden er Grosse Stern. Hetta tekinið er ein stór gylt gudinna, ið sæst yvir stóran part av hesum spennandi býi. Grosse Stern umboðar eisini sigrar, ið týskarar hava vunnið, og ein av hesum er sigurin við Dybbøl í 1864.