Enn hevur tað ikki eydnast at finna útendska ferðamannin, sum hvarv í Fugloynni í gjár. Leitað hevur verið í alla nátt og í allan dag, men higartil hevur tað verið ti fánýtis. Tað var á miðdegi í gjár [...] hevur verið virkin á nakrari telemastur, men heldur ikki tað hevur givið nakað úrslit. Tað eru fá hús í Fugloy, so tey hava eisini kannað um hann kann vera inni nakrastaðni, men eisini tað hevur verið úr [...] , ella um hann hevur verið fyri vanlukku. Og sostatt verður eisini hildið fram við leitingini. Tey hava roynt at ringt til telefonnummarið, hann gav fólki áðrenn hann fór, men tað svarar ikki, og løgreglan
Tað hava ongantíð verið so nógvar fartelefonir í Føroyum sum tað eru nú. Hetta vísir ein uppgerð hjá Fjarskiftiseftirlitinum Tølini vísa, at fyrsta januar í 2014 vóru 8.602 fartelefonhald fleiri í Føroyum [...] talitíðarkort, verið spakuliga fellandi hesi síðstu trý árini. Við árslok 2010 vóru 29.536 fartelefonir við talitíðarkortið í Føroyum, men tað er nú fallið niður í 27.455 fartelefonir, tað svarar til eitt [...] Føroyum enn tað vóru fyrsta januar í 2008. Sostatt hevur vøksturin verið 2,6 prosent í miðal um árið hesi seks árini. Tann fyrsta januar 2008 vóru 52.169 fartelefonir í Føroyum og fyrsta januar í ár vóru
dýrdarveðri. Her á Tvøroyri hevur tað verið sermerkt, tí á havnarlagnum hevur fiskaarbeiði verið á báðum virkjunum. Hóast óstøðugt arbeiði til tíðir, er árið í ár nakað serligt. Tað sigur vatnmeistarin í Tvøroyrar [...] leggur aftrat, at í fleiri kommunum hevur verið heitt á borgararnar um at spara vatn, men á Tvøroyri hevur hetta ongantíð verið umhugsað, tí tað hevur ikki verið neyðugt. - Nýggju brunnarnir, sum Tvøroyrar [...] vikuni hava sløkkiliðsmenn tømt brandpostar í kommununi, og tað er eisini ein partur av viðlíkahaldinum av høvuðsleiðingini, umframt at tað bøtur um tryggleikan, tí allir postar verða royndir. - Byrjað
úrslitið seinnapartin verður soleiðis, sum tað fyrstu fýra ferðirnar hevur verið hjá B36, so vera tað ellivu stig frá Víkingi og fram til toppin. Tá verður tað við øðrum orðum langt frá dreyminum um at [...] verður við ídag. Lagið er heilt gott í B36 leguni, hóast langa skaðalistan. Tað verður vónað, at tríggir av teimum, sum hava verið á skaðalistanum, vera førir fyri at vera á listanum ídag. Teir eru Michal [...] Mikukvøldið taldist hann millum málskjúttarnar, tá ið Víkingur í steypakappingini vann 6-2 á Eiði. Tað kemur væl við, at liðformaðurin aftur í dag verður í miðverjuni. Sølvi Vatnhamar hevur ikki vant við
úr Sumbiartunlinum. Borgarstjórin vísir á, at hetta hevur verið ein stór verkætlan, serliga tá ræður um leiðingina til Sumbiar. Her hevur verið neyðugt fyrst at leiða vatnið út úr tunlinum Lopransmegin
hevur Eyðvør aftur spælt á sentrala miðvøllinum, tí miðvallarar hava verið skaddir. Báðar ferðirnar hevur føroyski landsliðsspælarin verið á vøllinum allar 90 minuttirnar. Næsti dysturin hjá CD Marino verður [...] CD Marino lá fyri fáum vikum síðani á níggjunda plássi í næstbestu sponsku fótbóltsdeildini, har tað eru fjúrtan lið. Við tveimum sigrum og einum javnleiki hevur liðið hjá Eyðvør Klakstein vunnið seg
Brüssel. Tað var ikki fyrr enn hon kom til arbeiðis, at Kate Sanderson gjørdist varug við, at ein spreinging hevði verið tætt við arbeiðspláss hennara. - Tað er eitt sindur ræðandi og skelkandi, at tað er so [...] upplýsingar váttaðar, millum annað um, hvussu nógv eru deyð ella løstað av teimum spreinginum, ið hava verið. Kate Sanderson, sum er føroyskur sendiharri í ES, hevur skrivstovu bara einar 100 metrar frá Maelbeek
Síðan 20. juni hevur Krígssavnið verið opið í vikuskiftunum, men, nú korona aftur varð staðfest í landinum, hevur ikki verið opið. – Av tí at byggiætlanin hjá Krígssavninum umfatar nýggja barakk, sum verður
Aftur í dag hevur dúgliga verið leitað í leivdunum eftir leirskriðulopið í Ask í Gjerdrum kommunu, nærindis Oslo í Noregi. Av 10 saknaðum, eru nú trý lík funnin, eitt fríggjadagin og tvey í dag. Framvegis [...] Framvegis eru sjey fólk ikki komin afturíaftur. Tað er DB, sum seint í dag veit at siga, at triðja líkið nú eisini er funnið í leivdunum. Í Noregi leggja tey dent á, at leitað verður eftir livandi, men sum [...] sum tíðin gongur, minkar vónin um at finna fólk á lívi. Sagt hevur tó verið, at luftlummar kunnu vera í leivdunum, har fólk framvegis kunnu vera á lívi. Løgreglan arbeiðir nú við at eyðmerkja líkini, soleiðis
Tá endaði tað við 2-1 tapi ímóti B36. Næst síðsta fríggjakvøld tapti KÍ 1-0 á heimavølli ímóti HB. Tapini ímóti høvuðsstaðarfeløgunum svíða. Ístaðin fyri at verja oddasessin, sum hevði verið veruleiki [...] veruleiki, um tað høvdu verið sigrar og ikki tap ímóti HB og B36, so er dagsskráin hjá KÍ nú at spæla fyri at verja næstfremsta plássið. Tá ið liðini hittust í Klaksvík 22. apríl vann KÍ 2-0. Í Hólmanum á Eiði [...] Næstsíðsta fríggjakvøld var EB/Streymur í Gundadali. Tað endaði 2-2 ímóti B36, sum kendi seg hava mist tvey stig, meðan teir í EB/Streymi fegnaðust um javnleikin. Hann kendist søtur, tí hetta var fyrsta