Tað hava ongantíð verið so nógvar fartelefonir í Føroyum sum tað eru nú. Hetta vísir ein uppgerð hjá Fjarskiftiseftirlitinum
Tølini vísa, at fyrsta januar í 2014 vóru 8.602 fartelefonhald fleiri í Føroyum enn tað vóru fyrsta januar í 2008. Sostatt hevur vøksturin verið 2,6 prosent í miðal um árið hesi seks árini. Tann fyrsta januar 2008 vóru 52.169 fartelefonir í Føroyum og fyrsta januar í ár vóru 60.771 fartelefonir. Tað er meiri enn ein fartelefon til hvønn einasta føroying og so nógvar fartelefonir hava aldrin verið í Føroyum áður.
Bara hetta seinasta árið er talið á fartelefonhaldum vaksið 3,5 prosent, úr 58.722 haldum við árslok í 2012, til áðurnevndu 60.771 haldini við árslok 2013. Føroya Tele hevur 70 prosent av marknaðinum og Vodafone hevur 30 prosent.
Annars hevur talið á teimum, sum hava talitíðarkort, verið spakuliga fellandi hesi síðstu trý árini. Við árslok 2010 vóru 29.536 fartelefonir við talitíðarkortið í Føroyum, men tað er nú fallið niður í 27.455 fartelefonir, tað svarar til eitt fall á 2,4 prosent um árið.
Í sama viðfangi, sum talið á fartelefonum veksur, minkar talið á teimum, sum hava vanliga telefon eisini so líðandi.
Síðst í 2007 vóru 22.459 fastnettelefonir í Føroyum, men tað er nú fallið niður í 18.206 telefonir.
Í miðal er talið á fastnettelefonum sostatt falli 2,4 prosent m árið, men hetta síðsta árið hevur fallið kortini verið 2,7 prosent.
|