Seinastu trý umførini hevur spanska felagið CD Marino, har Eyðvør Klakstein er ein av spælarunum, vunnið 7 stig og hevur tikið seg tvey pláss fram á stigatalvuni.
CD Marino lá fyri fáum vikum síðani á níggjunda plássi í næstbestu sponsku fótbóltsdeildini, har tað eru fjúrtan lið.
Við tveimum sigrum og einum javnleiki hevur liðið hjá Eyðvør Klakstein vunnið seg fram á sjeynda plássið.
CD Marino vann fyri tveimum vikum síðani 4-1 á útivølli ímóti Anorga, og tá skoraði Eyðvør Klakstein tvey mál. Fyri einari viku síðani vann CD Marino 4-0 á heimavølli ímóti Leikoako, og í gjár vóru Eyðvør og liðfelagarnir í Bilbao og spældu ímóti Barakaldo – úrslitið gjørdist 1-1.
Hesar báðar seinastu ferðirnar hevur Eyðvør aftur spælt á sentrala miðvøllinum, tí miðvallarar hava verið skaddir. Báðar ferðirnar hevur føroyski landsliðsspælarin verið á vøllinum allar 90 minuttirnar.
Næsti dysturin hjá CD Marino verður skírisdag, tá ið Eyðvør og tær fáa Athletic Bilbao á vitjan.
Eyðvør Klakstein hevur skotið átta mál fyri CD Marino í hesum kappingarárinum.