Fólk í Sumbiar kommunu drekka vatnið úr Sumbiartunlinum ókeypis. Hetta er sama vatn sum onnur mugu keypa í handlinum. Men, fyri at hetta skuldi bera til, hevur kommunan gjørt eina rímiliga stóra íløgu.
Eyðbjørn Thomsen er borgarstjóri í Sumbiar kommunu, sum fevnir um bygdirnar Sumba, Lopra, Akrar, Víkarbyrgi og Akrabyrgi. Í kommununi búgva út við 350 fólk tilsamans.
- Vit hava arbeitt við einari stórari vatnverkætlan, har flestu fólk í øllum bygdum í kommununi nú fáa sítt frálíkt drekkivatn úr Sumbiartunlinum.
Borgarstjórin vísir á, at hetta hevur verið ein stór verkætlan, serliga tá ræður um leiðingina til Sumbiar. Her hevur verið neyðugt fyrst at leiða vatnið út úr tunlinum Lopransmegin og síðan gjøgnum tunnilin aftur til Sumbiar.
- Alt vatnarbeiðið í Sumba, Økrum og Lopra er liðugt.
Eyðbjørn Thomsen sigur, at vatnverkætlanin er framd so við og við yvir eini tvey ár, og samlaði kostnaðurin man liggja um einar 2,5 miljónir krónur.
- Vit halda, at vatnverkætlanin er ein góð íløga. Hetta er sama vatn, sum selt verður í handlinum kring landið í fløskum, sigur borgarstjórin í Sumbiar kommunu.