Leita enn eftir horvnum ferðamanni í Fugloynni

Enn hevur tað ikki eydnast at finna útendska ferðamannin, sum hvarv í Fugloynni í gjár. Leitað hevur verið í alla nátt og í allan dag, men higartil hevur tað verið ti fánýtis.

 

Tað var á miðdegi í gjár, at ein útlendskur ferðamaður kom við til Fugloyar við tyrluni. Hann skuldi eina gonguferð, men skuldi inn aftur á meginlandið við Rituni seinnapartin. Síðani hevur eingin borið eyga við mannin, og tey vita við vissu, at hann var ikki við Rituni á veg inn aftur, og tá varð boðað frá, at hann varð saknaður.

 

Vaktarskipið, Brimil, hevur leitað fram við landi í alla nátt, men til fánýtis. Í gjárkvøldið vóru ikki líkindi at fara í hagan at leita, men beinanvegin í lýsingini í morgun varð farið í hagan at leita við løgreglu, staðkendum fugloyingum, hundum og tyrlu.

 

Men løgreglan sigur, at enn er enki lívstekn frá manninum, og sostatt vita tey ikki enn um hann liggur í tjaldi onkustaðni, ella um hann hevur verið fyri vanlukku. Og sostatt verður eisini hildið fram við leitingini.

 

 

Tey hava roynt at ringt til telefonnummarið, hann gav fólki áðrenn hann fór, men tað svarar ikki, og løgreglan hevur eisini kannað, um telefonin hjá honum hevur verið virkin á nakrari telemastur, men heldur ikki tað hevur givið nakað úrslit. Tað eru fá hús í Fugloy, so tey hava eisini kannað um hann kann vera inni nakrastaðni, men eisini tað hevur verið úrslitaleyst.