- Summarið er farið at halla við góðum kvøldarstundum og dýrdarveðri. Her á Tvøroyri hevur tað verið sermerkt, tí á havnarlagnum hevur fiskaarbeiði verið á báðum virkjunum. Hóast óstøðugt arbeiði til tíðir, er árið í ár nakað serligt.
Tað sigur vatnmeistarin í Tvøroyrar kommunu, Chris Jan Michelsen, við heimasíðuna hjá Tvøroyrar kommunu.
Hann leggur aftrat, at í fleiri kommunum hevur verið heitt á borgararnar um at spara vatn, men á Tvøroyri hevur hetta ongantíð verið umhugsað, tí tað hevur ikki verið neyðugt.
- Nýggju brunnarnir, sum Tvøroyrar kommuna setti upp, hava bøtt nógv um umstøðurnar í turrveðri á sumri. Saman við øktum viðlíkahaldi á vatnleiðingini og tað, at virkini gjøgnumhugsa vatnsparingar, ger, at virksemi eisini kann vera á havnarlagnum um summarið.
Tvøroyrar kommuna hevur í nógv ár samtykt stórar íløgur í vatnveitingina fyri at gera hana so álítandi og trygga sum gjørligt, og árið í ár er einki undantak.
- Seinni í ár verður partur av UV-skipanini skiftur út við nýggjastu tólini, og leiðingsskipanin verður víðkað við umleið 800 metrum, veit vatnmeistarin at siga.
Í vikuni hava sløkkiliðsmenn tømt brandpostar í kommununi, og tað er eisini ein partur av viðlíkahaldinum av høvuðsleiðingini, umframt at tað bøtur um tryggleikan, tí allir postar verða royndir.
- Byrjað varð fyri fimm árum síðan at gera hetta á hvørjum ári, og framyvir verður tað gjørt tvær ferðir árliga, leggur vatnmeistarin aftrat í einari heilsan til borgararnar í Tøvroyrar kommunu.










