Tað er ræðandi og skelkandi

Øll starvsfólkini á føroysku sendistovuni hava tað gott

Í minsta lagi 34 fólk hava latið lív og 187 eru løstað eftir eina yvirgangsatsókn í Belgia fyrrapartin, sum hevur fevnt um fleiri spreingingar -  og møguliga er talan um fleiri deyð og løstað.

 

Fyrst raktu tvær spreingingar floghavnina í Brüssel og síðani hava spreingingar eisini rakt metro-støðir - teirra millum Maelbeek metro-støðina, ið liggur stutt frá føroysku sendistovuni í Brüssel.

 

Tað var ikki fyrr enn hon kom til arbeiðis, at Kate Sanderson gjørdist varug við, at ein spreinging hevði verið tætt við arbeiðspláss hennara.

- Tað er eitt sindur ræðandi og skelkandi, at tað er so tætt upp á, sigur Kate Sanderson.

 

Belgiskir myndugleikar hava upplýst, at talan skal vera um sjálvmorðsatsóknir, men enn eru verri enn so allar upplýsingar váttaðar, millum annað um, hvussu nógv eru deyð ella løstað av teimum spreinginum, ið hava verið.

 

Kate Sanderson, sum er føroyskur sendiharri í ES, hevur skrivstovu bara einar 100 metrar frá Maelbeek metro-støðini, ið varð rakt, og hon greiddi soleiðis frá á Rás 2 í morgun.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Kate Sanderson.