avgjørt ikki at senda dystin beinleiðis. Tróndur Djurhuus, stjóri í SvF sigur, at kostnaðurin sum SvF skal gjalda fyri at fáa loyvi til at senda dystin beinleiðis er alt ov høgur. ? Vit hava ikki ein livandi [...] livandi kjans at gjalda upphæddina sum UFA krevur, tí vit hava ikki hasar pengarnar. SvF-stjórin heldur annars, at tað er púra burturvið, at ikki allir føroyingar fáa møguleikan at síggja dystin beinleiðis [...] rættindini til hesar báðar dystirnar vóru teir noyddir at velja millum Skotlandsdystin og Bosniadystin, um teir ikki skuldu gjalda eina astronomiska upphædd afturat tí teir gjalda fyri at framleiða dystin
fínt høvi til at fáa gongd í útviklingin og samvinnuna millum londini. Sjálvur haldi eg, at ein slík vitjan kann vera við til at lata upp nógvar hurðar, um ein dugur at brúka hana rætt. Vit hava spurt løgmann [...] eri sera fegin um, at Tony Lloyd sum tann fyrsti bretski ráðharrin nakrantíð vitjar oyggjarnar fyri at skriva undir avtaluna vegna Stórabretland. Tony Blair endar brævið við at siga, at eins og føroyingar [...] stjórnini um at vitja Bretland. Sosialurin skilur, at ætlanin er eisini at bjóða eini løgtingsnevnd á vitjan í Bretlandi. Enn er ikki avgjørt, nær løgmaður skal til Bretlands. Men blaðið skilur, at talan kann
so misnøgdir við sáttmálan, at tey noktaðu at viðurkenna hann. M.a. havnarmenn tvíhildu um, at tey áttu at vera leys av sáttmálanum, tí teir høvdu frammaundan boðað frá, at tey meldaðu seg úr Føroya H [...] ? Vit vilja í fyrstu syftu hava Føroya Handverkarafelag at viðurkenna, at tað hevði ikki rætt til at gera sáttmála fyri okkum á heysti í 1997. ? Vit høvdu jú boðað frá, at vit meldaðu okkum úr Førya [...] slapp sjálvt at samráðast um sín egna sáttmála hesuferð, hóast tað ikki er leyst av Føroya Arbeiðarafelag fyrrenn á nýggjárinum. Eyðfinn Petersen sigur, at soleiðis bera feløg seg at, sum hava virðing hvør
Jakobsen at røða um skúlan og um útbúgving, sum part av vælferðarsamfelagnum í 21. øld. Henni á baki kemur Dan R. Petersen at tosa um fordeilingspolitikk og seinasti røðarin áðrenn floksfor-maðurin endar stevnuna [...] Eidesgaard fer at røåa um vælferðarsamfelagið í 21. øld. Aftaná hann fara teir báðir løgtingsmenninir Hans Pauli Strøm og Kristian Magnussen at røða um ávikavist arbeiðsmarknaðarpolitikk og um vælferðarskipanir [...] Vágum á pallin at spæla nøkur løg. Tá teir eru lidnir fer Gutti Petersen upp at lesa nakrar yrkingar, og tá hann er liðugur, fer Vágakórið at framføra nakrar sangir. Gutti Petersen fer síðani at lesa úr tilfari
fyri at 0víðka um virksemi okkara, men eg vil ikki vátta tíðindini um, at vit ætla okkum at lata eina deild upp í Vági. Um tit fara at opna eina deild av Føroya Sparikassa í Vági, er hetta so tí at Suðuroyar [...] í Vági, er talan ikki um nakra hevndaratsókn, men um ein møguleika fyri at víðka um virksemi hjá stovninum. Høvdu tit latið upp deild í Vági, um Suðuroyar Sparikassi ikki hevði latið upp í Havn? Nei [...] Føroya Sparikassi ikki spurdur. Hann sigur tó, at einki er í vegin við sambandinum millum báðar sparikassarnar. At enda sigur Marner Jacobsen, at av tí at Suðuroyar Sparikassi ikki spurdi Føroya Sparikassa
tað merkir at hava diabetes. Flestu vita tó, at tey sum hava diabetes, skulu ansa eftir, hvat tey eta, og at ymiskt søtt, køkur, slikk o.a., er bannað. Men at feitt er verri enn sukur, og at ein vanlig [...] samband við at felagið hevur vitjan frá Bispebjerg sjúkrahúsinum, verður eisini okkurt til foreldur, sum hava hug at fáa meira vita um sjúkuna hjá børnunum. Øll foreldur og avvarandi at børnum, sum hava diabetes [...] ein sukurfrí, tað hava mong ringt við at skilja. Tá ið ein ungur fær diabetes, verður alt fyri eitt neyðugt at fáa insulin. Sjúkan kemur jú av, at brisið, búkspýttkertilin, heldur uppat at gera insulin, sum
einum Føroyum við fullveldi at røkja mentanararvin væl og virðiliga. Hetta fer at kosta ? men tað fer at kosta uppaftur meira ikki at átaka sær hesa ábyrgd. Tá hevur tú einki at flýggja uttan ta tómu tægu [...] lýsir týdningin av at røkja mentanararvin. At enda skal eg landsstýrisins vegna bera fram ynski um, at tað samstarv millum fornminnissavnið og tjóðminnissavnið, ið her er byrjað fver at vignast væl og verður [...] frá tí at landsstýrið og danska stjórnin í 1977 samdust um, at Kirkjubøarstólarnir skuldu latast fornminnissavninum í varðveitslu, til vit í dag kundu skrivað undir hesa avtalu. Avtalan snýr seg um mangt
hevur ein lítlan skaða, og tað ger, at hann ikki fær spælt í morgin. Fuglfirðingar, sum í hesi vikuni hava verið heima hjá venjaranum og tosað um tingini, rokna eisini við at fáa hjálp frá Símuni Eliasen, sum [...] fuglfirðingar leingi, at HB var til at tosa við. So er spurningurin, hvussu tað verður við hesum í morgin. Á pappírinum sær HB út til undan summarsteðginum at hava minni torførar uppgávur enn hini oddaliðini [...] og tað vil siga, at liðið skal umskipast. Abraham Hansen hevur hesar báðar síðstu vikurnar verið í Fuglafirði og vant í barndómsfelagnum, sum hann fyri tjúgu árum síðani var við til at vinna einasta FM
sum elvdi til skaðan. Jens Kristian Hansen var eisini við landsliðnum, tó uttan at spæla. Vit hava fleiri ferðir skrivað, at hann hevur havt trupulleikar við stórutánni, sum fór úr lið móti HB fyri tveimum [...] beklaði undir venjing hóskvøldið, og tað er ivasamt, um hann spælir í morgin. Jákup hevur verið við landsliðnum seinastu vikuna, og sjálvur heldur hann, at tað kanska var umskiftið frá grasi til graslíki, [...] byrjaður ov tíðliga eftir henda skaðan, og gøtumenn aftra seg við at gera sama mistak eina ferð afturat. Sambært hagtølunum kann tað fara báðar vegir í morgin. GÍ hevur meira enn eina ferð koppað B36 í Gundadali
fari eg tískil at mæla til heldur at byrja við enskum í 6. flokki, og so lata enskt fáa hasar báðar tímarnar (ella meir) aftrat í 6. til 10. flokk, um so er, at enskt í 5. flokki forðar fyri at flyta danskt [...] okkara. Eyðvitað er nógv gott at siga um hendan fagra nýggja heim, men vit eiga at vera á varðhaldi, ikki minst málsliga. Tú hevði væntað, at okkara aldagamla løgting fór at menna og styrkja móðurmálið munandi [...] komið á mál hesum viðvíkjandi. Nú hava vit so eina nýggja sjálvstýrissamgongu. Tískil er at vænta og vóna, at hetta landsstýrið fer at taka málið upp aftur og fer at geva móðurmálinum munandi betri sømdir